52-062/2020
Inntøkur landskassans frá vektgjaldi, skrásetingargjaldi og øðrum gjøldum á skrásettum akførum,
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. jan. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
062.20 Svar frá J. Niclasen til H. Mortensen - inntøkur landskassans frá vektgjaldi skrásetingargjaldi og øðrum gjøldum á skrásettum akførum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 13. januar 2021 J. nr.: 20/00596-2 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 62/2020 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um inntøkur landskassans frá vektgjaldi, skrásetingargjaldi og øðrum gjøldum á skrásettum akførum, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu stórar inntøkur hevur landskassin árliga av vektgjaldi og skrásetingargjaldi á akfør, tolli og øðrum í sambandi við innflutning av akførum og avgjaldi á brennievni til akfør? 2. Hvussu stórur partur av hesum inntøkum fer til at bøta um og dagføra landsveganetið í Føroyum? 3. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt og rímiligt, at ikki øll henda inntøka landskassans verður brúkt til landsveganetið? 4. Hevur landsstýrismaðurin í kvittanum at taka neyðug stig, so samsvar fæst millum tær inntøkur og útreiðslur, ið tað almenna hevur av skrásettum akførum? Svar til fyrispurning nr. 1 Í talvu 1 niðanfyri eru vístar inntøkurnar hjá landskassanum av vektgjaldi og skrásetingargjaldi á akfør, tolli og øðrum í sambandi við innflutning av akførum og avgjaldi á brennievni til akfør. TALVA 1 2020 (meting) 2021 (játtan) Vegskattur (vektgjald) 139 mió. kr. 139 mió. kr. Skrásetingargjald á akfør 178 mió. kr. 180 mió. kr. Meirvirðisgjald (innflutningur av akførum) Um 130 mió. kr. - Tollur (innflutningur av akførum) Um 10 mió. kr. - Punktgjald og brennioljugjald á bensin og diesel Um 75-80 mió. kr. - Meting av inntøkunum tilsamans Um 500-550 mió. kr. árliga Leggjast kann aftrat, at inntøkurnar, sum almennu tunnilsfeløgini hava av brúkaragjøldunum í undirsjóvartunlunum eru ikki vístar í talvu 1. Tær inntøkurnar vera væntandi 200-250 mió. kr. árliga íroknað Eysturoyar- og Sandoyartunnilin. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Svar til fyrispurning nr. 2 Í talvu 2 niðanfyri eru vístar útreiðslurnar hjá landinum av at bøta um og dagføra landsveganetið í Føroyum (rakstur og løgur). TALVA 2 2020 2021 Játtan til hald av landsvegum, netto (rakstur) 44,6 mió. kr. 45 mió. kr. Játtan til nýgerð av vegum og tunlum (løga) 284 mió. kr. 183 mió. kr. Meting av játtanum/nýtslu tilsamans Um 230-350 mió. kr. árliga Leggjast kann aftrat, at beinleiðis játtanin til almenna felagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar ikki er víst í talvu 2 omanfyri. Tann játtanin er 50 mió. kr. í 2020 og 2021. Leggjast kann eisini aftrat, at felagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar í løtuni byggir undirsjóvartunlar fyri um 350 mió. kr. árliga, sum heldur ikki er nevnt í talvu 2 omanfyri. Í talvu 2 omanfyri eru játtanirnar til dagføring av tunlum og brúm og til trygdartiltøk íroknaða í játtanina til nýgerð av vegum og tunlum (løga). Svar til fyrispurning nr. 3 og nr. 4 Líka síðani byrjanina av nítiárunum hevur verið játtað ov lítið til viðlíkahald av landsvegum, tunlum og brúm. Hetta hevur havt við sær, at fleiri vegastrekki í landinum eru í ringum standi, og stórt eftirsleip er á viðlíkahaldi á landsvegunum. Landsverk metti samlaða eftirsleipið á viðlíkahaldi av landsvegakervinum til um 375 mió. kr. í 2019. Landsverk lýsir støðuna á vegakervinum soleiðis, at so at siga øll øki hava ein átrokandi tørv á ábótum. Landsstýrið ætlar, at játtanin til viðlíkahald av landsvegunum hækkar stigvíst næstu árini. Á hendan hátt ber til at fáa eftirsleipið á viðlíkahaldi aftur eftir eitt ávíst tíðarskeið. Ætlanin er, at hetta verður játtað á vanligan hátt við játtan á løgtingsfíggjarlógini eins og annað vanligt virksemi hjá landinum. Sitandi landsstýrið hevur hækkað játtanirnar til dagføring av tunlum og brúm í 2020 og aftur í 2021. Játtanin til endamálið var 5,5 mió. kr. í 2019. Játtanin er hækkað til 8 mió. kr. í 2020 og til 13 mió. kr. í 2021. Játtanin er sostatt hækkað 7,5 mió. kr. frá 2019 til 2021. Landsstýrið hevur eisini hækkað játtanina til trygdartiltøk, sum verður brúkt til at bøta um verandi samferðslukervi, soleiðis at trygdin verður betri á landsvegunum. Í 2020 vórðu 7,6 mió. kr. játtaðar til endamálið, og játtanin hækkaði tá 2,6 mió. kr. Í 2021 eru 13,6 mió. kr. játtaðar til endamálið. Játtanin til trygdartiltøk er sostatt hákkað útvið 9 mió. kr. frá 2019 til 2021. Tinganes, 13. januar 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
062.20 Spurningur til J. Niclasen fra H. Mortensen - inntøkur landskassans frá vektgjaldi skrásetingargjaldi og øðrum gjøldum á skrásettum akførum HM 2-ód.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um inntøkur landskassans frá vektgjaldi, skrásetingargjaldi og øðrum gjøldum á skrásettum akførum, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu stórar inntøkur hevur landskassin árliga av vektgjaldi og skrásetingargjaldi á akfør, tolli og øðrum í sambandi við innflutning av akførum og avgjaldi á brennievni til akfør? 2. Hvussu stórur partur av hesum inntøkum fer til at bøta um og dagføra landsveganetið í Føroyum? 3. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt og rímiligt, at ikki øll henda inntøka landskassans verður brúkt til landsveganetið? 4. Hevur landsstýrismaðurin í kvittanum at taka neyðug stig, so samsvar fæst millum tær inntøkur og útreiðslur, ið tað almenna hevur av skrásettum akførum? Viðmerkingar: Javnan hoyrist, at ov lítil játtan er til viðlíkahald av og ábøtur á vegakervið í Føroyum, og tí eru vegir niðurslitnir og vegateinar óhóskandi til ta ferðslu, sum er nú. Vegir, sum eru gjørdir í eini aðrari tíð og undir øðrum umstøðum, hóska ikki til bilferðsluna, sum hon er vorðin. Dagføringar tróta nógvastaðni, og regluliga asfaltering av landsvegunum kring landið sæst lítið til. Samstundis hoyrist, at landskassin hevur stórar inntøkur av “bilparkini” í landinum, tí allir bileigarar tvær ferðir um árið skulu rinda vektgjald – ella vegskatt, sum tað enn eitur á mannamunni – umframt at allir bilar einaferð eru fluttir til landið og skrásettir, so har hevur landskassin havt bæði inntøkur av innflutninginum og skrásetingini. Haraftrat rinda bileigarar avgjald fyri hvønn litur av brennievni, teir brúka. Stórar íløgur í innkomuvegir standa fyri framman og talan er um, at landið skal yvirtaka raksturin av Vága- og Norðoyatunlunum, tí tunnilsgjaldið skal burtur, umframt at nóg ringt er hjá Landsverki frammanundan at fáa neyðugu játtanina til landsvegirnar, og samstundis økist talið á bilum støðugt, so trýstið á samlaða landsveganetið økist stórliga. Vónandi kann landsstýrismaðurin taka neyðug stig til at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur landskassans av bilferðsluni, tí annars er vandi fyri, at mismunur verður gjørdur á teimum borgarum, ið hava bil, og teimum borgarum, ið ikki hava bil. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 28. desember 2020 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --