← Løgtingsmál

52-061/2020

At tryggja umstøður hjá ferðandi at halda koronutilmælini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jan. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
061.20 Svar frá B.S.N. til S.Stenberg - at tryggja umstøður hjá ferðandi at halda koronutilmælini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
061.20 Spurnungrur til B.S.N. fra S.Stenberg - at tryggja umstøður hjá ferðandi at halda koronutilmælini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um at tryggja umstøður hjá ferðandi at halda koronutilmælini,
settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Ætlar landsstýrið at tryggja ferðandi úr øðrum londum umstøður at halda
koronutilmælini við t.d. at hava høli til taks at vera í, meðan bíðað verður eftir
farti millum oyggjarnar ?
2. Ætlar landsstýrið at tryggja ferðandi úr øðrum londum umstøður at halda
koronutilmælini, tá ferðast verður við strandfaraskipunum, bussum og á
flogvøllinum ?
Viðmerkingar:
Í hesum døgum koma nógv fólk heim at halda jól við sínum kæru, og tað hevur
bráðskund at tryggja, at ferðandi hava møguleika at halda koronutilmælini.
Nógvar familjur eru ótryggar við støðuna, og kvinnufelagið í Suðuroynni,
Valkyrjurnar, hava í skrivi heitt á avvarðandi myndugleikar um at tryggja, at okkara
útisetar fáa hildið koronutilmælini, meðan tey ferðast.
Nógv ferðandi koma úr londum við høgum smittutrýsti, og fleiri hava langa leið at
ferðast aftaná at vera lend á flogvøllinum. Sum ferðasambandið er, kunnu bíðitíðir
vera upp í nógvar tímar til t.d. Smyril siglir suður og uttan iva eisini, áðrenn fólk
sleppa til aðrar oyggjar. Sambært tilmælunum skulu ferðafólk beina leið í
heimauppihald og ikki vera millum onnur, og tí tørvar ferðafólki eitt stað at vera,
meðan bíðað verður.
Somuleiðis er neyðugt at tryggja teimum, sum koma úr øðrum londum, umstøður at
halda tilmælini umborð á ferjum og bussum eins og á flogvøllinum.
Á Løgtingi, 16. desember 2020
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --