← Løgtingsmál

52-060/2020

Nólsoyarleiðin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jan. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
060.20 spurningur til J.Niclasen fra H-Hoydal - Nólsoyðarleiðin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · Høgni Hoydal · 16. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um hvat verður gjørt á Nólsoyarleiðini, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir
TS § 52 a)
1. Hvat verður gjørt ítøkiliga til tess at loysa siglingina um Nólsoyarfjørð, nú
støðan er versnað uppaftur meira hjá nólsoyingum við brekunum hjá Erlu
Kongsdóttir og Hasfjord?
2. Hevur landsstýrið tikið nøkur bráðfeingis stig til tess at útvega annað skip, til
Ternan kemur aftur av beding?
3. Hvussu metir landsstýrismaðurin um tað almenna skrivið, sum seks sjómenn í
Nólsoy hava sent landsstýrismanninum?
4. Hvussu eru útlitini hjá nólsoyingum fyri at fáa nøktandi ferða- og
farmaflutning nú um høgtíðina og millum jólanna – til Ternan kemur aftur í
sigling?
Viðmerkingar:
Støðan hjá nólsoyingum við ónøktandi ferða- og farmaflutningi stendur tíverrri við og
versnar. Seinast við óhappunum hjá Erlu Kongsdóttir og hjá Hasfjord – og boðunum
um, at klassingin av Ternuni dregur út.
Tað snýr seg um eina ótolandi støðu hjá nólsoyingum, sum má loysast nú um jólini og
inn í nýggja árið.
Tí verður heitt á landsstýrismannin um at svara skjótast møguligt, so útlitini og
loysnirnar verða lagdar fram alment og fyri nólsoyingum.
Á Løgtingi, 16. desember 2020
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --
060.20 Svar frá J.Niclasen til H-Hoydal - Nólsoyarleiðin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22.desember 2020
J. nr.: 20/00589
Viðgjørt: AE
Svar upp á fyrispurning nr. 60/2020 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um hvat verður gjørt á Nólsoyarleiðini.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat verður gjørt ítøkiliga til tess at loysa siglingina um Nólsoyarfjørð, nú støðan er versnað
uppaftur meira hjá nólsoyingum við brekunum hjá Erlu Kongsdóttir og Hasfjord?
2. Hevur landsstýrið tikið nøkur bráðfeingis stig til tess at útvega annað skip, til Ternan kemur
aftur av beding?
3. Hvussu metir landsstýrismaðurin um tað almenna skrivið, sum seks sjómenn í Nólsoy hava
sent landsstýrismanninum?
4. Hvussu eru útlitini hjá nólsoyingum fyri at fáa nøktandi ferða- og farmaflutning nú um
høgtíðina og millum jólanna – til Ternan kemur aftur í sigling?
Svar til spurning 1
Fyrst er at siga, at í mun til fyri einum ári síðan, hevur SSL nú 2 skip fleiri. Óhepni hevur tó rakt meint,
og neyðugt hevur verið at funnið allar hugsandi loysnir við øllum tøkum skipum og tyrlum fyri at hava
samband við allar oyggjarnar. Neyðugt hevur verið at tillaga allatíðina við tí, sum er. Í mun til støðuna
í dag, er Jósup settur inn aftur á Nólsoyarleiðini, meðan avtala er gjørd við Atlantic Airways um at
røkja Klaksvík - Svínoy/Fugloyar farleiðina við tyrluflúgving.
Harumframt verða farmatúrar gjørdir á Nólsoyarleiðini, og somuleiðis skulu farmatúrar eisini gerast á
Svínoy/Fugloyarleiðini eftir tørvi. Henda fyribilsloysn er grundað á metta tørvin á nevndu leiðum, og
í mun til hvørjar møguleikar Strandferðslan hevur í løtuni at røkja ferðasamband á øllum oyggjaleiðum,
samstundis sum at skipaflotin er sera avmarkaður sum støðan er.
Erla liggur nú á skipasmiðjuni hjá MEST á Skála, og tað verður arbeittt við at fáa hana í sigling aftur.
Svar til spurning 2
Tá Hasfjord var keypt, varð hugt eftir fleiri ferjum, sum vóru til sølu. Tó kundi Sjóvinnustýrið ikki
góðkenna nakað av hesum skipum sum ferðafólkaskip. Tí varð valt at keypa Hasfjord og skráseta

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
skipið sum faramaskip. Hóast tað verður leitað, so kann Strandferðslan í løtuni ikki vísa á onnur skip,
ið kunnu bøta um verandi støðu, so leingi sum Ternan er á beding. SLL metir at umfatandi klassingin
av Ternuni eftir ætlan verður liðug í februar/mars. Hetta tíðarskeið ger SSL alla tíðina neyðugar
tillagingar á Oyggjaleiðum, so tænastan er so góð sum til ber á øllum leiðum.
Svar til spurning 3
SSL upplýsir, at alt virksemið hjá SSL byggir á ta meginreglu, at trygdin hjá ferðafólki og manning er
raðfest fremst, og er hetta eisini galdandi fyri tær íløgur, ið Strandferðslan hevur ábyrgd fyri. Tí er øll
tilgongdin at byggja avloysaraskipið, Erlu Kongsdóttir, grundað á hesa fortreyt og undir strongum
eftirliti av klassanum – DVN GL.
SSL upplýsir at tey í tilgongdini hava ráðført seg við føroyska serfrøði, ið hava vitan og royndir í
føroyskum sjóøki, har skipið skal sigla. Sama serfrøði hevur eisini verið partur av allari fyrireiking,
síðani skipið kom til landið og í sambandi við leypandi eftirmetingar.
Víðari vísir SSL á, at øll konstruktiónin av skipinum fylgir International Code of Safety for High-Speed
Craft (2000), ið setur strong krøv til eitt nú byggigóðsku og stabilitet. Allar stabilitetsprotokollir av
skipinum eru tøkar hjá SSL.
SSL fekk 1. desembur 2020 ferðafólkaloyvið (IMO No. 9905526/OW20019) og Permit to Operate
High-speed Craft frá føroyskum myndugleikum (Skipaeftirlitið) til at virka í sjóøki B og C.
Nólsoyarfjørður er eyðmerktur sum sjóøki C.
Svar til spurning 4
SSL setti Jósup inn aftur í sigling á Nólsoyarleiðina 16. desembur, umframt at Hasfjord framvegis ger
farmatúrar á leiðini eftir tørvi. Siglingin á Nólsoyarleiðini verður leypandi eftirmett eins og allar aðrar
oyggjaleiðir, so verandi tilfeingið verður gagnnýtt so skilagott sum til ber.
Tað er sera umráðandi, at ferðasambandið er gott til Nólsoyar, og vil landsstýrismaðurin virka fyri at
fáa eina góða stutttíðarloysn. Somuleiðis verður nú arbeitt við eini heildarloysn, sum kann
framtíðartryggja siglingina millum oyggjarnar. Til hesa ætlan er neyðugt við nýbygging.
Tinganes, 22. desember 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --