52-059/2020
Viðgerðir og bíðilistar í heilsuverkinum undir korona
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
059.20 spurningur til K.L.H.Johannesen fra H.Hoydal - Undir koronutíðini hevur heilsuverkið umlagt og útsett viðgerðir hjá nógvum fólki.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um viðgerðir og bíðilistar í heilsuverkinum undir koronu, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu er støðan hjá sjúklingum, sum hava fingið útsett diagnostisering og viðgerðir í koronutíðini? 2. Hjá hvørjum bólkum og á hvørjum økjum eru flestar diagnostiseringar og viðgerðir útsettar og seinkaðar – í tølum? 3. Hvussu er býtið millum diagnostisering og viðgerðir á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum, og hvussu eru tølini fyri uttanlandsviðgerðir? 4. Hvussu eru tíðarætlanirnar fyri teir ymsu bólkarnar, har diagnostisering og viðgerðir eru útsettar? 5. Hvussu er lagt upp fyri á fíggjarlógini, at diagnostisering og viðgerðir eru útsettar? Viðmerkingar: Í koronutíðini hevur heilsuverkið umlagt og útsett viðgerðir hjá nógvum fólki. Tí verður spurt, hvussu støðan er hjá ymsum bólkum, og hvørjar tíðarætlanirnar eru fyri viðgerðir. Á Løgtingi, 15. desember 2020 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --
059.20 Svar frá K.L.H.Johannesen til H.Hoydal - Undir koronutíðini hevur heilsuverkið umlagt og útsett viðgerðir hjá nógvum fólki.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 29.desember 2020 HMR J. nr. 20/01018-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-059/2020 eftir § 52a í tingskipanini um viðgerðir og bíðilistar í heilsuverkinum undir koronu frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu er støðan hjá sjúklingum, sum hava fingið útsett diagnostisering og viðgerðir í koronutíðini? 2. Hjá hvørjum bólkum og á hvørjum økjum eru flestar diagnostiseringar og viðgerðir útsettar og seinkaðar – í tølum? 3. Hvussu er býtið millum diagnostisering og viðgerðir á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum, og hvussu eru tølini fyri uttanlandsviðgerðir? 4. Hvussu eru tíðarætlanirnar fyri teir ymsu bólkarnar, har diagnostisering og viðgerðir eru útsettar? 5. Hvussu er lagt upp fyri á fíggjarlógini, at diagnostisering og viðgerðir eru útsettar? Svar: Til spurning 1 Tá koronasmittan tók seg upp í vár, fór alt samfelagið niður í ferð. Eisini Sjúkrahúsverkið. Tað ávirkaði alt virksemið á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum, og nógvir sjúklingar fingu útsett viðgerðir, so smittan ikki kundi spjaða seg. Í slíkum kreppustøðum er høvuðsuppgávan hjá Sjúkrahúsverkinum at tryggja, at allar akuttfunktiónir eru tøkar. Tað er umráðandi at minna á, at bert viðgerðir, sum kundu bíða, vórðu útsettar. Tað vóru serliga sjúklingar, sum høvdu planlagdar skurðviðgerðir ella tíð í fysio- og ergoterapiini, sum upplivdu, at viðgerðin varð útsett. Medisinska og psykiatriska økið varð eisini rakt, men ikki eins meint. Tað vóru m.a. nógvar telefonviðtalur hesa tíðina. -- 1 of 4 -- Sjúkrahúsverkið upplivdi eisini, at sjúklingarnir sjálvir himpraðust við at koma á sjúkrahúsini í koronatíðini. Haraftrat vóru summar viðgerðir útsettar, tí serlæknar uttaneftir ikki sluppu til Føroyar, annaðhvørt tí Føroyar vóru skrásettar sum “reytt øki”, ella at støðan í teirra landi var so ring, at teir skuldu vera tøkir. Sjúkrahúsini hava síðani í summar spent seg út fyri at fáa bíðilistarnar niður, og Sjúkrahúsverkið er av tí fatan, at øll, sum fingu sína tíð útsetta í vár, hava fingið eina nýggja tíð. Tað er vónleyst at siga neyvt, men Sjúkrahúsverkið metir, at mest sum allar útsettu kanningarnar og viðgerðirnar eru framdar. Til 2 Sum landsstýrismaðurin skilir spurningin, so vil spyrjarin hava at vita, hvussu nógvar kanningar og viðgerðir vórðu útsettar, tá ið Sjúkrahúsverkið fór niður í ferð í vár. Sjúkrahúsverkið hevur upplýst fyri mær, at tey hava ikki útsett nakrar kanningar og viðgerðir av týdningi síðani í vár. Tað er innan tað ortopedkirurgiska økið flestar skurðviðgerðir hava verið útsettar. Eisini hevur fysio- og ergoteapiin verið rakt í mun til virksemi. Yvirhøvur kann sigast, at koronasmittan serliga ávirkaði talið av planløgdum skurðviðgerðum. Hesar minkaðu í vár við millum 35 og 60 prosent. Koronatíðarskeiðið í vár ávirkaði eisini fysio- og ergoterapiina nógv, og minkaði virksemið millum 60 og 80 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2019. Ambulanta virksemið á medisinska økinum minkaði ikki eins nógv í vár sum á skurðøkinum, bert millum 10 og 35 prosent á teimum trimum sjúkrahúsunum. Orsøkin er m.a., at fleiri viðtalur vórðu við telefon ístaðin. Sama mynstur ger seg galdandi í psykiatriini, har ambulanta virksemið minkaði við 8 prosentum í tíðarskeiðinum samanborið við 2019. Í psykiatriini minkaði talið av heimavitjanum, ið verða framdar í økispsykiatiini, men til deils eisini í barna- og ungdómspsykiatriini, við sløkum 80 prosentum, meðan telefonviðtalurnar vuksu við sløkum 60 prosentum. Tað er ilt at siga neyvt, hvussu nógvir sjúklingar hava verið noyddir at bíða eftir kanningum og viðgerðum, men í vár metti Sjúkrahúsverkið, at ambulanta virksemið minkaði við umleið 6000 kanningum og viðgerðum hetta tíðarskeiðið. Hetta merkir ikki, at tað eru 6000 sjúklingar, sum vórðu ávirkaðir, tí sjúklingar ganga ofta aftur í fleiri kanningum og viðgerðum. Til spurning 3 Til hendan spurning verður tikið samanum árið og mett um virksemið í sjúkrahúsunum í 2020 samanborið við 2019 á ávísum økjum. Sjúkrahúsverkið hevur í hesum sambandi valt at samanbera virksemið á økjum, sum vit vita vórðu nógv ávirkaði av koronu. Í 2019 vóru 700 kontaktir á skurðgongini á Klaksvíkar sjúkrahúsi samanborið við 640 í 2020 – ein minking uppá 9 prosent. Innan fysioterapi hava umleið 1.000 færri vitjanir verið, og er orsøkin í størsta mun, at valt var at tøma vatnið úr heittvatnshylinum. Í mun til serviðgerð uttanlands hevur Klaksvíkar sjúkrahús sent sjúklingar umleið 100 ferðir árliga1 uttanlands til viðgerð. Í 2020 er hetta 1 Tá ið serviðgerðir uttanlands verða umrøddar í hesum fyrispurningi, er talan um sjúklingaferðir, og tí kann talan verða um sama sjúkling, sum er sendur fleiri ferðir til viðgerð uttanlands. -- 2 of 4 -- talið umleið 70 sjúklingaferðir – ein minking uppá 30 prosent – og kemur tað mest av, at sjúkrahúsini uttanlands hava útsett skurðviðgerðirnar. Í 2019 vóru uml. 350 kontaktir á skurðgongini á Suðuroyar sjúkrahúsi samanborið við umleið 320 í 2020 – ein minking uppá 9 prosent. Innan fysioterapi hava umleið 1.400 færri vitjanir verið, og er orsøkin í størsta mun avlýsingar og avmarkað tal av starvsfólki. Í mun til serviðgerð uttanlands hevur Suðuroyar sjúkrahús sent sjúklingar umleið 90 ferðir uttanlands til viðgerð í 2019, og er hetta talið umleið 70 sjúklingaferðir í 2020 – ein minking uppá sløk 22 prosent. Á Landssjúkrahúsinum er ein minking í talinum av skurðviðgerðum í 2020 í mun til 2019. Talið av ambulantum skurðviðgerðum (á Skurðgongini og á Dagskurði) er minkað við 22 prosentum – úr 3.458 í 2019 til 2.688 higartil í ár. Hinvegin er minkingin bert 1 prosent, um vit hyggja eftir samlaða ambulanta virkseminum á Skurðdeplinum. Korona hevur eisini havt stóra ávirkan í fysio- og ergoterpiini, har minkingin er 2416 kontaktir (14.211 kontaktir í 2020 og 16.627 í 2019). Í mun til serviðgerð uttanlands eru sjúklingaferðirnar minkaðar við 15 prosentum. Landssjúkrahúsið sendi sjúklingar 2213 ferðir uttanlands í 2019 í mun til 1873 ferðir í 2020. Til spurning 4 Sum longu nevnt, so hava fólk í Sjúkrahúsverkinum arbeitt av øllum alvi fyri at fáa bíðilistarnar so langt niður sum til ber. Á summum økjum hevur tað ikki borið eins væl til, tí at støðan við koronu uttanlands hevur havt við sær, at serlæknar, sum sjúkrahúsini hava avtalu við, ikki hava havt møguleikan at koma til Føroya. Roynt hevur tó alla tíð verið at finna aðrar loysnir. Eitt nú hevur Klaksvíkar sjúkrahús eisini sett inn við eyka skurðviðgerðum ímóti endan av árinum, soleiðis at tað nærum eingin bíðitíð er í dag. Eisini eru eyka hendur settar inn í fysio- og ergoterapiini, soleiðis at vit hava fingið avgreitt tey, sum hava bíða vegna korona. Á Suðuroyar sjúkrahúsi fóru bíðitíðirnar á Pínuklinikkini frá 2-3 mðr til 4-5 mðr. Við at hava nógv fleiri sonevndar monofakligar 1. viðtalur er nakað av bíðitíðini innheintað í oktober/november, soleiðis at bíðitíðin nú komin niður á 4 mánaðir. Bíðitíðin innan ortopedkirurgi er innheintað, og liggur nú sum vanligt á uml. 3 mðr. Harumframt samstarva sjúkrahúsini um ortopediøkið, so fleiri sjúklingar hava fingið skurðviðgerðir nú í desember og fáa tað eisini í nýggja árinum. Sum áður greitt frá eru ávísar avbjóðingar innan ortopediska økið á Landssjúkrahúsinum. Orsøkirnar eru fleiri, bæði læknatrot og alsamt fleiri ávísingar, og tí var koronasmittan í hesum høpi steinur oman á byrðu. Sjúkrahúsverkið arbeiðir við at greina málið nærri og finna loysnir til tess at fáa bíðilistarnar, sum á summum økjum eru órímiliga langir, niður. Til 5 Í verandi fíggjarlóg hevur ikki beinleiðis verið lagt upp fyri diagnostisering og viðgerðum, ið eru útsettar, orsakað av COVID-19. Raðfestingar eru tó gjørdar innan økið, ið vórðu serliga ávirkaði av koronastøðuni. Til dømis er endurvenjingin raðfest við 2 mió. kr. í 2020, og 1,6 mió. kr. afturat í 2021, sum Sjúkrahúsverkið -- 3 of 4 -- skal raðfesta til endamálið á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hetta merkir, at fysio- og ergoterapiiin verður styrkt munandi. Aðrar raðfestingar í fíggjarlógini fyri 2021 økja eisini um førleikan hjá Sjúkrahúsverkinum at minka um bíðilistarnar, ið eru longdir vegna korona farsóttina. Her kann serliga nevnast 3,2 mió. kr. til at seta fleiri serlæknar, og 3 mió. kr. at útbúgva fleiri yngri læknar. Heilsumálaráðið, 29. desember 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 4 of 4 --