52-058/2020
Setanir í nevndir og ráð síðani løgtingsvalið 2019
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
058.20 spurningur til B.S.N. fra H.Hoydal - setanir í nevndir og ráð síðani løgtingsvalið 2019.pdfuppruna-PDF
Spurningur · Høgni Hoydal · 15. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um setanir í nevndir og ráð síðani løgtingsvalið 2019, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørjar limir í fastar nevndir, ráð, stýri og grunnar (almennar nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg og almenn partafeløg v.m.), hava løgmaður og tey einstøku landsstýrisfólkini sett síðani løgtingsvalið 2019 (Biðið verður um yvirlit fyri hvørt einstakt landsstýrisfólk og løgmann við nøvnum, bústaði, starvi, starvsroyndum, royndum/útbúgving, onnur størv í nevndum og ráðum v.m.)? 2. Hvørjar limir hava løgmaður og tey einstøku landsstýrisfólkini skift/ikki valt aftur, síðani løgtingsvalið 2019? 3. Hvør er sakliga grundgevingin í hvørjum einstøkum føri fyri hvønn persón, ið landsstýrisfólkini/løgmaður hava valt og fyri ikki at velja teir limir, ið hava sitið? 4. Hvør fyristingarlig viðgerð og skjalfesting av valinum er farin fram í hvørjum einstøkum vali og frávali, og hvør hevur í hvørjum einstøkum føri tilmælt at velja teir ávísu limirnar ella frávelja teir, ið ikki fingu afturval? 5. Hvørjir og hvussu nógvir av teimum limum, ið landsstýrisfólkini/løgmaður hava valt síðani løgtingsvalið 2019, hava sitið á tingi fyri flokkin, ið ávísa landsstýrisfólkið/løgmaður umboða? 6. Hvør hevur í fyrisitingarligu viðgerðini skotið upp og tilmælt teir limir, ið hava sitið á tingi fyri flokkin hjá landsstýrisfólkinum/løgmanni? 7. Er tað hent áður, at eitt landsstýrisfólk hevur valt fyrrverandi tinglimir úr egnum flokki í nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg ella almenn partafeløg – og um so er, hvørjar? Viðmerkingar: Landsstýrisfólkini og løgmaður umsita eina røð av nevndum, ráðum, stýrum og grunnum, umframt flestu almennu partafeløgini. Í tí sambandi velja tey limirnar í nógvar av hesum nevndum, ráðum, stýrum, grunnum og ikki minst í almennum partafeløgum, ið umsita stór virðir og týdningarmiklar uppgávur í landinum. -- 1 of 2 -- M.a. í koronutíðini hevur spyrjarin heft seg við, at útskiftingar og val av limum í nevndum, ráðum, partafeløgum og almennum partafeløgum eru farnar fram. Men ongin viðgerð ella grundgeving fyri hesum hevur verið at sæð í almenna rúminum. Til tess at fáa upplýsing um alt hetta verður fyrispurningurin settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 15. desember 2020 Høgni Hoydal -- 2 of 2 --
058.20 Svar frá B.S.Nielsen til H.Hoydal - setanir í nevndir og ráð síðani løgtingsvalið 2019.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. jan. 2021
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 1 --