52-057/2020
Shipping útbúgvingar og dekkara útbúgving
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
057.20 Svar frá J.a.Rana til J.E.L.Poulsen - shipping útbúgvingar og dekkara útbúgving, HM-ód.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 28. desember 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-109 Svar upp á fyrispurning nr. 52-057/2020 frá Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52 a. Fyrispurningur um shipping útbúgvingar og dekkara útbúgving, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er nøkur ætlan um at skipa fyri shipping útbúgving í Føroyum? 2. Um ja, hvørjar og undir hvørjum útbúgvingarstovni? 3. Er nøkur ætlan at endurskoða dekkara útbúgvingina (skipsatstøðara)? Svar Til 1: Í løtuni eru samanlagt 8 lærlingar undir útbúgving til shipping og speditión, har skúlaparturin verður lisin í Danmark. Á borðinum eru ongar ítøkiligar ætlanir um broytingar, men landsstýrismaðurin vil fegin kanna, um og hvussu henda útbúgving kann verða stað- og raðfest í Føroyum. Til 2: Sí svar til spurning 1. Til 3: Dekkaraútbúgvingin er broytt soleiðis, at bæði skúlaskeiðini á 20 vikur eru løgd saman til eitt skeið, áðrenn farið verður undir praktiska partin/sigling. Tosað hevur verið um at gera aðrar broytingar, men onkið ítøkiligt er komið burturúr. Landsstýrismaðurin er tó sinnaður at kanna, um og hvørjar broytingar kunnu gerast fyri at bøta um hesa útbúgving, serliga á teimum økjum, sum spyrjarin vísir á. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
057.20 Spurningur til J.a.Rana fra J.E.L.Poulsen - shipping útbúgvingar og dekkara útbúgving, HM-ód.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um shipping útbúgvingar og dekkara útbúgving, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Er nøkur ætlan um at skipa fyri shipping útbúgving í Føroyum? 2. Um ja, hvørjar og undir hvørjum útbúgvingarstovni? 3. Er nøkur ætlan at endurskoða dekkara útbúgvingina (skipsatstøðara)? Viðmerkingar: Shipping vinnan er alsamt vaksandi í Føroyum. Hagølini vísa, at hon er okkara triðstørsta vinna, hvat útflutningsvirði viðvíkur, við umleið 11% av útflutningsvirðinum. Herfyri var fyrilestur á Vinnuháskúlanum um shipping vinnuna, og har kom týðiliga fram, at um Føroyar skulu hava nakran kjans at vaksa og menna hesa vinnuna enn meir, mugu vit undir at útbúgva fólk til shipping vinnuna. Vit hava í dag dekkaraútbúgving, sum saman við siglingartíðini gevur fólki møguleika at søkja vinnubræv sum fulltikin skipsatstøðingur. Trupulleikin er tíverri, at ov fá velja útbúgvingina, og fleiri, ið hava drúgvar royndir á sjónum, men ikki søktu um sjóvinnubrævið í tíðarskeiðinum, tá útbúgvingin ikki varð kravd, vilja ikki seta seg á skúlabonk meginpartin av einum ári. Tú kundi til dømis tikið førleikarnar, ið fólk longu hava í dag, við í útbúgvingina, og soleiðis skipað fyri einum skeiði á alnótini í eitt tíðarskeið og uppmøting á skúlanum í eitt styttri tíðarskeið. Tað er ein sannroynd, at talið av fiskimonnum er støðugt minkandi, og tískil kundi tað verið skilagott at førleikament fiskimenn til skipsatstøðingar. Á Løgtingi, 14. desember 2020 Jóhan Eli Lyngvej Poulsen -- 1 of 1 --