52-056/2020
Covid 19 kanningar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
056.20 Spurningur til K.L.H.Johannesen fra B.L.Jacobsen - COVID-19 kanningar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · Beinta Løwe Jacobsen · 11. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um COVID-19 kanningar, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu nógv hevur heilsuverkið/landið rindað higartil til privatu kanningarstovurnar fyri at taka sær av COVID-19 kanningum? 2. Nær fer sáttmálin millum heilsuverkið og privatu fyritøkurnar úr gildi? 3. Hvørja lógarheimild hevur Landssjúkrahúsið fingið til at útveita COVID-19 kanningar? 4. Hevur heilsuverkið lógarheimild til at biðja um at sleppa undan at gera kanningar av fólki? 5. Hevur landsstýrið spurt Heilsufrøðiligu starvsstovuna, um tey hava møguleika at taka sær av hesum kanningum? 6. Hvat er svarið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni? Viðmerkingar: Fyri nøkrum mánaðum síðani kom fram, at Landssjúkrahúsið útveitti koronukanningar, so fólk mugu fara til privatar fyritøkur at lata seg kanna. Eisini kom fram at fólk, ið skulu kannast, skulu skráseta seg í skipanini hjá einari ferðamannaskrivstovu. Undirritaða hevur álit á privatu fyritøkunum, men undrast á framferðina hjá heilsuverkinum. Vit hava eitt alment heilsuverk í Føroyum, og tí er tað sera løgið, at heilsuverkið útveitir heilsuuppgávur. Eisini kann tað undra, at Sjúkrahúsverk Føroya ikki gevur fólki annað val enn at brúka privatar fyritøkur, bæði tá tað ræður um at bíleggja tíð, gera potingar og til at útgreina kanningarnar. Tí er áhugavert at fáa svar upp á, um heilsuverkið hevur lógarheimild til at leggja hesar uppgávur út á privatar fyritøkur, og sostatt ikki geva fólki nakað annað val. Eisini er áhugavert at vita, um Heilsufrøðiliga starvsstovan er spurd, og hvat svarið frá teimum er. Í mun til fyrispurningin verður í høvuðsheitum hugsað um fólk, sum búgva í Føroyum, sum ikki neyðturviliga hava verið og ferðast, men sum av eini ella aðrari orsøk lata seg kanna fyri COVID-19. Á Løgtingi, 11. desember 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --
056.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. L. Jacobsen um Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 18.desember 2020 HMR J. nr. 20/01009-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-056/2020 eftir § 52a í tingskipanini um COVID-19 kanningar frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu nógv hevur heilsuverkið/landið rindað higartil til privatu kanningarstovurnar fyri at taka sær av COVID-19 kanningum? 2. Nær fer sáttmálin millum heilsuverkið og privatu fyritøkurnar úr gildi? 3. Hvørja lógarheimild hevur Landssjúkrahúsið fingið til at útveita COVID-19 kanningar? 4. Hevur heilsuverkið lógarheimild til at biðja um at sleppa undan at gera kanningar av fólki? 5. Hevur landsstýrið spurt Heilsufrøðiligu starvsstovuna, um tey hava møguleika at taka sær av hesum kanningum? 6. Hvat er svarið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni? Til spurning 1 Fyrst í oktober vóru koronukanningarnar í Havn fluttar á Eystaru bryggju. Í sambandi við flytingina tók Sjúkrahúsverkið upp samstarv við privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis um at skipa og standa fyri kanningunum. Fleiri orsøkir vóru til at Sjúkrahúsverkið valdi at samstarva við privatu fyritøkurnar hesum viðvíkjandi: Átrokandi var at finna hóskandi innandura hølir til endamálið og neyðugt varð eisini at bøta um longu bíðirøðirnar og tann ferðsluruðuleika, sum stóðst av longu bilrøðunum. Smyril Line bjóðaði sær at hjálpa við hesum, og mentu tey eina bíleggingarskipan til endamálið. Síðani fyrsta smittutilburðin í vár hevur Sjúkrahúsverkið staðið fyri at kanna fólk fyri koronu og stórt arbeiði hevur verið av at samskipa kanningarnar, finna starvsfólk, tryggja royndirnar, syrgja fyri útgerð, verndarútgerð o.s.fr. Tá koronukanningarnar vórðu fluttar av Landssjúkrahúsinum, varð avtala gjørd við Thetis um at standa fyri hesum – men Sjúkrahúsverkið hevur framvegis ábyrgd av kanningunum og tryggjar, at alt fer rætt fram. -- 1 of 3 -- Royndirnar av samstarvinum eru sera góðar. Fyrr stóðu fólk, sum skuldu lata seg kanna, í fleiri tímar í bíðirøð. Í dag standa tey í miðal í 15 min. Øll fáa í dag eina skrivliga váttan uppá negativt svar. At Thetis nú stendur fyri sjálvum kanningunum merkir, at Sjúkrahúsverkið hevur betri tíð til høvuðsuppgávuna, sum er at viðgera sjúk fólk. Í samstarvi við Thetis kannar Sjúkrahúsverkið samanlagt fimm dagar um vikuna á Eystaru Bryggju. Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar tríggjar dagar av hesum døgum, meðan Thetis greinar 2 dagar. Tá tað í summar varð gjørt av at kanna øll ferðandi til Føroya, varð tað virksemið útveitt. Privatar fyritøkur tóku sær av potingum av teimum ferðandi – partvís í Hirtshals og partvís á flogvøllinum. Tær tóku sær eisini av at greina potingarnar. Skipanirnar hava virkað væl, og hevur frígivið orku til Sjúkrahúsverkið at taka sær av ”vanliga virkseminum”, sum annars hevði verið darvað enn meira, enn tað er í dag. Sjúkrahúsverkið/landið hava higartil goldið privatu fyritøkunum tilsamans 28,6 mió. krónur fyri tænasturnar. Til spurning 2 Sáttmálarnir millum Landssjúkrahúsið við ávikavist Smyril Line og Thetis áseta, at teir eru í gildi til annar parturin sigur sáttmálan upp. Hesir sáttmálar eru galdandi fyri innlendis coronu kanningar í Føroyum. Umframt hesar sáttmálar, eru sáttmálar galdandi millum Heilsumálaráðið og ávikavist Smyril Line og Thetis. Hesir sáttmálar fara úr gildi tann 31. mars 2021. Sambært hesum sáttmálum verða øll, sum koma til Føroya kannað fyri coronusmittu við komu. Í sáttmálunum er ásett, at um viðurskiftini viðvíkjandi coronastøðuni í Føroyum broytist áðrenn 31. mars 2021, t.d. at minni smitta er í landinum, og ikki er tørvur á fleiri kanningum, kann Heilsumálaráðið siga sáttmálan upp við 14 daga uppsagnarfreist. Til spurning 3 Sjúkrahúsverkið virkar eftir løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið. Peningur verður á hvørjum ári settur av á Løgtingsins fíggjarlóg, soleiðis at sjúkrahúsverkið kann veita føroyingum ókeypis sjúkrahúsviðgerð. Landssjúkrahúsið hevur, í sínum virki, heimild til at keypa tænastur frá privatum veitarum ella almennum stovnum í Føroyum ella uttanlands, um Landssjúkrahúsið t.d. ikki hevur orku ella fakligan førleika til taks til at loysa tær uppgávur, ið verða álagdar sjúkrahúsinum. Til spurning 4 Hóast Landssjúkrahúsið í hesum førinum hevur útveitt uppgávuna at gera coronu-kanningar til Thetis, hevur Landssjúkrahúsið evstu ábyrgdina av teimum coronu-kanningum, ið verða framdar í sjúkrahúsverkinum. Mett verður sostatt ikki, at Landssjúkrahúsið hevur sloppið sær undan uppgávuni. Til spurning 5 og 6 Tað er umráðandi at skilja ímillum uppgávuna “at gera” kanningarnar og at “greina” kanningarnar. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur greinað kanningar fyri Sjúkrahúsverkið, og ger tað framvegis. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongantíð gjørt kanningar fyri heilsuverkið og er ei heldur spurd um hetta. -- 2 of 3 -- Heilsumálaráðið, 18. desember 2020 Kaj Leo Johannesen landsstýrismaður -- 3 of 3 --