52-055/2020
Umstøður á barnaheiminum og nýtt barnaheim
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
055.20 Spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur fra S.Stenberg - umstøður á barnaheiminum og nýtt barnaheim.pdfuppruna-PDF
Spurningur · Sirið Stenberg · 10. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um umstøður á Barnaheiminum og nýtt barnaheim, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá børnunum, sum eru á Barnaheiminum? 2. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá starvsfólkunum á barnaheimsøkinum? 3. Metir landsstýrismaðurin, at støðan á barnaheimsøkinum er nøktandi fyri børnini og livir upp til sáttmálan um barnarættindi? 4. Er tað gjørdur ein raðfestur listi við tíðarfreistum fyri, hvussu tilmælini frá Umboðsmanninum verða sett í verk? 5. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri at broyta fakliga tilmælið um at byggja eitt barnaheim til heldur at byggja barnabústovnar? 6. Hvør fakmyndugleiki hevur tikið hesa avgerð, og hvør fakmyndugleiki hevur verið við í tilgongdini? Viðmerkingar: Støðan á Barnaheiminum hevur ikki verið nøktandi í longri tíð. Tíðliga í ár var støðan sera ring, fólk fóru úr starvi, og trivnaðurin var vánaligur. Vit fingu tá at vita, at arbeitt bleiv við málinum og at tiltøk vóru sett í verk fyri at bøta um støðuna. Nú móti ársenda fáa vit aftur at vita, at støðan ikki er nøktandi á Barnaheiminum. Løgtingsins umboðsmaður hevur fylgt málinum upp og er komin til, at tað framvegis eru stórir trupulleikar á barnaheimsøkinum, serliga á Argjaboða. Millum annað vísir umboðsmaðurin á ónøgd við leiðslu og leiðslubygnað, sum tó er ymiskt millum ymisku búeindirnar. Umboðsmaðurin mælir til, at samskiftið millum leiðslu og starvsfólk verður ment soleiðis, at týdningarmikil boð frá starvsfólkum koma upp til ovastu leiðslu í hóskandi tíð. Mest skelkandi niðurstøðan er, at harðskapurin er øktur á eina bústovninum. Víst verður á óhepna samanseting av børnum, og at millum annað fysisku karmarnir og mistrivnaður millum starvsfólk eru týðandi orsakir. Í hesum umstøðum hava nøkur børn búð í fleiri ár. Tað er eisini víst á manglandi skúlatilboð til børnini, sum ger støðuna hjá børnunum enn verri. Og týdningin av at hava gott samskifti við foreldrini. Samanumtikið eru nógv viðurskifti at fáa í rættlag og nógv tilmæli í frágreiðingini hjá Umboðsmanninum. Tá ið børn verða sett heiman við umsorganaryvirtøku, áliggur tað eisini ein skylda um umsorganarábyrgd. Og sjálvsagt eisini ein skylda um at halda barnarættindasáttmálan. Tí er alneyðugt, at landsstýrismaðurin tryggjar, at so verður gjørt. Tørvurin á at Barnaheimið fær nýggj og hóskandi hølisviðurskifti er eyðsýndur. Í longri tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan um at byggja nýtt barnaheim. Tað er komið alment -- 1 of 2 -- fram, at ætlanin at byggja eitt barnaheim er broytt til heldur at byggja fleiri barnabústovnar. Tað hevur verið grundgivið við at tað er eitt fakligt tilmæli at fara frá einum barnaheimi til fleiri barnabústovnar. Barnaverndarstovan hevur alment víst á, at tey undrast á hetta og eisini á, hví tey ikki eru tikin við upp á ráð. Tí er spurningurin, hví fakliga tilmælið er broytt, og hvør hevur broytt tað. Á Løgtingi, 9. desember 2020 Sirið Stenberg -- 2 of 2 --
055.20 Svar frá E.M.Gunnleygsdóttur til S.Stenberg - umstøður á barnaheiminum og nýtt barnaheim.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 18. desember 2020 Mál: 20/01008-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Poula Lervig Nr. 055/20 Svar uppá fyrispurning eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um umstøður á Barnaheiminum og nýtt barnaheim, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá børnunum, sum eru á Barnaheiminum? 2. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá starvsfólkunum á barnaheimsøkinum? 3. Metir landsstýrismaðurin, at støðan á barnaheimsøkinum er nøktandi fyri børnini og livir upp til sáttmálan um barnarættindi? 4. Er tað gjørdur ein raðfestur listi við tíðarfreistum fyri, hvussu tilmælini frá Umboðsmanninum verða sett í verk? 5. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri at broyta fakliga tilmælið um at byggja eitt barnaheim til heldur at byggja barnabústovnar? 6. Hvør fakmyndugleiki hevur tikið hesa avgerð, og hvør fakmyndugleiki hevur verið við í tilgongdini? Viðmerkingar: Støðan á Barnaheiminum hevur ikki verið nøktandi í longri tíð. Tíðliga í ár var støðan sera ring, fólk fóru úr starvi, og trivnaðurin var vánaligur. Vit fingu tá at vita, at arbeitt bleiv við málinum og at tiltøk vóru sett í verk fyri at bøta um støðuna. Nú móti ársenda fáa vit aftur at vita, at støðan ikki er nøktandi á Barnaheiminum. Løgtingsins umboðsmaður hevur fylgt málinum upp og er komin til, at tað framvegis eru stórir trupulleikar á barnaheimsøkinum, serliga á Argjaboða. Millum annað vísir umboðsmaðurin á ónøgd við leiðslu og leiðslubygnað, sum tó er ymiskt millum ymisku búeindirnar. Umboðsmaðurin mælir til, at samskiftið millum leiðslu og starvsfólk verður ment soleiðis, at týdningarmikil boð frá starvsfólkum koma upp til ovastu leiðslu í hóskandi tíð. Mest skelkandi niðurstøðan er, at harðskapurin er øktur á eina bústovninum. Víst verður á óhepna samanseting av børnum, og at millum annað fysisku karmarnir og mistrivnaður millum starvsfólk eru týðandi orsakir. Í hesum umstøðum hava nøkur børn búð í fleiri ár. Tað er eisini víst á manglandi skúlatilboð til børnini, sum ger støðuna hjá børnunum enn verri. Og týdningin av at hava gott samskifti við foreldrini. Samanumtikið eru nógv viðurskifti at fáa í rættlag og nógv tilmæli í frágreiðingini hjá Umboðsmanninum. -- 1 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 3 Tá ið børn verða sett heiman við umsorganaryvirtøku, áliggur tað eisini ein skylda um umsorganarábyrgd. Og sjálvsagt eisini ein skylda um at halda barnarættindasáttmálan. Tí er alneyðugt, at landsstýrismaðurin tryggjar, at so verður gjørt. Tørvurin á at Barnaheimið fær nýggj og hóskandi hølisviðurskifti er eyðsýndur. Í longri tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan um at byggja nýtt barnaheim. Tað er komið alment fram, at ætlanin at byggja eitt barnaheim er broytt til heldur at byggja fleiri barnabústovnar. Tað hevur verið grundgivið við at tað er eitt fakligt tilmæli at fara frá einum barnaheimi til fleiri barnabústovnar. Barnaverndarstovan hevur alment víst á, at tey undrast á hetta og eisini á, hví tey ikki eru tikin við upp á ráð. Tí er spurningurin, hví fakliga tilmælið er broytt, og hvør hevur broytt tað. Á Løgtingi, 9. desember 2020 Sirið Stenberg Svar: Til spurning 1 Fyri at bøta um fysisku karmarnar arbeiðir Almannaverkið áhaldandi við at finna egnaði hølir, og hevur seinastu tíðina leigað fleiri hús, fyri at fáa smærri bólkar av børnum og harvið betri kunna skipa arbeiðið eftir tørvinum hjá einstaka barninum. Viðvíkjandi umstøðunum í stovninum á Argjaboðagøtu er at siga, at Almannaverkið hevur tikið avgerð um at flyta alt virksemið úr hølunum til aðrar bústaðir, sum Almannaverkið leigar til endamálið. Eftir ætlan eru øll børnini flutt í nýggj hølir í apríl 2021. Til spurning 2 Almannaverkið arbeiðir áhaldandi við at eftirútbúgva starvsfólk í eind 10 fyri at skapa eina felags fatan av uppgávuni og teimum námsfrøðiligu tilgongdunum. Harumframt skal uppbýtið av børnum skipast betri, so tað gerst lættari hjá starvsfólkunum at skipa sítt arbeiði. Sálarfrøðingur er settur í starv í eindini, sum starvsfólkini kunnu ráðføra seg við. Eisini verður innleiðsla av nýggjum starvsfólki skipað betri. Við hesum átøkum verður mett, at bøtt verður um umstøðurnar bæði hjá børnum og starvsfólkum, og at hetta eisini kann vera við til at fyribyrgja harðskapsstøður. Nevnast skal harafturat, at í sambandi við at flutt verður í fleiri hús, er søkt eftir einum leiðara afturat til eindina. Til spurning 3 Støðan á barnaheimsøkinum hevur ikki altíð verið nøktandi, og hetta hevur Løgtingsins Umboðsmaður eisini víst á í síni eftirlitsfrágreiðing, sum spyrjarin eisini vísir á. Síðani Umboðsmaðurin var á vitjan av fyrstan tíð í 2017 og fram til í dag hevur Almannaverkið arbeitt miðvíst fram ímóti at betra um viðurskiftini, eins og greitt er frá í svarinum til spurning 1 og 2, og ítøkilig tiltøk eru sett í verk fyri at betra um støðuna. Miðvísa arbeiðið kemur eisini til sjóndar í nýggjastu trivnaðarkanningini hjá Almannaverkinum fyri eind 10, sum vísir, at -- 2 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 3 trivnaðurin á eindini er munandi betraður, síðani seinastu trivnaðarkanning. Arbeitt verður áhaldandi at menna og betra um viðurskiftini á økinum, og eg havi onga orsøk at halda, at økið ikki livir upp til ásetingarnar í barnarættindasáttmálanum. Til spurning 4 Tilmælini frá LUM eru flest øll um viðurskifti, sum Almannaverkið hevur arbeitt við og sum framhaldandi verður arbeitt við – sí svar til spurning 1 og 2. Av hesari orsøk ber ikki til at gera ein raðfestan lista við tíðarfreistum. Til spurning 5 Í ætlanini um at byggja eitt barnaheim var avgerandi, at heimið varð skipað í fleiri smærri búeindir, soleiðis at børn, ung og familjur kundu búgva hvør sær í so heimligum umstøðum sum gjørligt. Í so máta er ætlanin um at byggja barnabústovnar heldur enn at samla alt virksemið á einum stað ikki so nógv øðrvísi enn ætlanirnar um at byggja nýtt barnaheim. Fakliga tilmælið hevur alla tíðina verið, at hølisviðurskiftini skulu veita møguleika fyri eini samanseting av børnunum soleiðis, at hædd verður tikin fyri aldri, menning, avbjóðingum o.ø. viðurskiftum. Hesi fakligu tilmæli taki eg fult undir við, og eg ynski at veita børnunum bestu hølisumstøður, sum samstundis eru í tráð við fakligu tilmælini. Til spurning 6 Sum landsstýriskvinna havi eg evstu ábyrgd av samdøgursstovnunum til børn og ung á barnaverndarøkinum. At skipa hetta økið hevur ofta verið avbjóðandi, og seinasta ætlanin at byggja nýtt er fyribils steðgað upp, serliga orsakað av høga kostnaðinum. At byggja fleiri barnabústovnar, ið taka hædd fyri m.a. samansetingini av tørvinum hjá børnunum, heldur enn at samla alt virksemið á einum stað er ein avgerð, ið eg sum landsstýriskvinna havi tikið í samstarvi við fakkunnleikan á økinum, ið til dagliga verður umsitin av Almannaverkinum. Talan er tó ikki um, at nøkur tilgongd er farin í gongd, og tá ætlanirnar eru komnar longur ávegis, verða allir viðkomandi partar, herundir eisini kommunalu myndugleikarnir á økinum, tiknir við í arbeiðið. -- 3 of 3 --