52-054/2020
Bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
054.20 Svar frá H.Abrahamsen til J.Joensen - bygning hjá Sjóvinnustýrinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar uppá Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygningi hjá Sjóvinnustýrinum. Spurningurin var soljóðandi: 1. Verður byggingin av umsitingarbygninginum til Sjóvinnustýrið boðin út innan árslok 2020? 2. Er møguligt hjá almenninginum at síggja tekningar av projektinum? 3. Er hædd tikin fyri, at bygningurin nøktar framtíðartørvin innan sjóvinnuumsiting? Svar: AD 1) Ætlanin var at fremja útboðið í viku 50, men ynski um smærri broytingar í byggiskránni gera, at útboðið verður í viku 2 í januar. AD 2) Nýggi umsitingarbygningurin til Sjóvinnustýrið verður boðin út sum heildararbeiðstøka, tvs. at útboðsvinnari teknar, projekterar og byggir bygningin. Tá tekningarnar eru gjørdar, ber til hjá almenninginum at síggja tekningarnar. AD 3) Bygdur verður ein nútímans bygningur, sum lýkur øll krøv til slíkar bygningar og slíkt virksemi. Mett verður, at talan verður um framtíðartryggjaða loysn, har møguleiki verður fyri at byggja út, t.d. um virksemið hjá Sjóvinnustýrinum økist ella um nýggjar uppgávur verða lagdar til stovnin. Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
054.20 Spurningur til H.Abrahamsen fra J.Joensen - bygningin hjá Sjóvinnustýrinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um bygningin hjá Sjóvinnustýrinum , settur landstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Verður byggingin av umsitingarbygninginum til Sjóvinnustýrið boðin út innan árslok 2020? 2. Er møguligt hjá almenninginum at síggja tekningar av projektinum? 3. Er hædd tikin fyri, at bygningurin nøktar framtíðartørvin innan sjóvinnuumsiting? Viðmerkingar: Undirritaði hevur fyrr spurt landsstýrismannin um byggingina av umsitingarbygnininginum til Sjóvinnustýri, sum skal byggjast á Giljanesi í Vágum. Ført var tá fram, at arbeiðið skuldi bjóðast út í heyst. Nú jólini stunda til, er einki, ið bendir á, at nakað arbeið verður boðið út fyribils. Eisini hevur almenningurin saknað tekningar yvir bygningin og saknað innlit í mannagongdir. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 9. desember 2020 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --