← Løgtingsmál

52-053/2020

Útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, AMEG

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. des. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
053.20 Svar frá J.Niclasen til J.Dahl - útgjaldi úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, AMEG HM-ód.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 18. desember 2020
J. nr.: 20/00571-2
Viðgjørt: JEK
Svar uppá fyrispurning nr. 53/2020 eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at ávísir persónar, sum eru fluttir til Føroya fyri nógvum
árum síðan, og sum síðan eru vorðnir pensjónistar, ikki fáa fult útgjald úr AMEG fyri
tíðarskeiðið 2009-2018?
2. Hvørja upphædd árliga er talan um fyri at fáa fult útgjald til hesar pensjónistar?
3. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at broyta lógina, soleiðis at vantandi útgjaldið úr AMEG til
hesar pensjónistar verður útgoldið fyri tíðarskeiðið 2009-2018?
Svar:
Til nr. 1
Við løgtingsmáli nr. 87/2008 varð løgtingslógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin broytt.
Uppskotið kom í gildi 1. januar 2009.
Ein av broytingunum í uppskotinum var § 3 í løgtingslógini um
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
Við hesi broyting fingu allir persónar rætt til arbeiðsmarknaðareftirløn, tá teir gjørdist 67 ár
treytað av, at teir, meðan teir vóru millum 15 ár og 67 ár, høvdu havt fastan bústað í Føroyum og
verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minst trý ár.
Rætturin varð avmarkaður til 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt árið ein hevði
havt fastan bústað í Føroyum, meðan viðkomandi var millum 15 og 67 ára gamal.
Minsta upphæddin og mesta upphæddin vóru ávikavist 3/40 og 40/40 av fullari eftirløn.
Almenna kravið um, at persónurin skuldi hava fastan bústað í Føroyum fyri at fáa rætt til útgjald
varð slept.
Ongin treyt var um, at persónurin skuldi hava rindað inn í grunnin. Sostatt høvdu - sum higartil -
eisini t.d. heimagangandi hjúnafelagar rætt til eftirløn á jøvnum føti við onnur, men støddin av

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
útgjaldinum var grundað á tíðarskeiðið, viðkomandi hevði havt fastan bústað í Føroyum í
tíðarbilinum viðkomandi persónur var millum 15 og 67 ár.
Fyri ikki lækka upphæddina hjá teimum, sum longu fingu útgoldið arbeiðsmarknaðareftirløn
sambært treytunum, sum higartil høvdu verið galdandi, ávirkaði uppskotið ikki upphæddina hjá
hesum pensjónistunum. Uppskotið hevði hinvegin týdning fyri allar persónar, sum ikki høvdu
nátt útgjaldsaldurin.
Tilflytarar, ið vóru 64 ár ella eldri, tá lógin kom í gildi og sum ikki høvdu møguleika fyri at
uppfylla minsta kravið um at hava havt fastan bústað í Føroyum í minst trý ár, meðan teir vóru
millum 15 og 67 ára gamlir, blivu frítiknir frá skylduni at rinda inn í grunnin. Hinvegin fingu
tilflytarar, sum áður høvdu havt fastan bústað í Føroyum, meðan teir vóru millum 15 og 67 ár,
rætt til eftirløn sambært ásetingunum í § 3. Hesin rætturin hevði virknað at rokna frá 1. januar
2009 og hevði sostatt ikki virknað fyri útgjøld aftur í tíð.
Til nr. 2
Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin hevur við støði í dátastovni grunsins upplýst, at árligi
meirkostnaður grunsins hevði verið ávikavist 1,3 mió. kr. í 2009, 5,3 mió. kr. í 2010, 7,2 mió. kr.
2011, 8,4 mió. kr. í 2012, 10,6 mió. kr. í 2013, 12,5 mió. kr. í 2014, 13,8 mió. kr. í 2015, 19,9
mió. kr. í 2016, 22,7 mió. kr. 2017 og 27,7 mió. kr. í 2018 ella í alt umleið 130 mió. kr., um full
upphædd afturvirkandi skuldi verið goldin pensjónistum við brotpensjón.
Til nr. 3
Nei, landsstýrismaðurin arbeiðir ikki við at broyta løgtingslógina um
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, soleiðis at hægri útgjald verður goldið afturvirkandi fyri
tíðarskeiðið 2009-2018.
Tinganes, 18. desember 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
053.20 Spurningur til J.Niclasen fra J.Dahl - útgjaldi úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, AMEG HM-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
Johan Dahl
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum,
AMEG, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, (at svara
skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at ávísir persónar, sum eru fluttir til Føroya
fyri nógvum árum síðan, og sum síðan eru vorðnir pensjónistar, ikki fáa fult
útgjald úr AMEG fyri tíðarskeiðið 2009-2018?
2. Hvørja upphædd árliga er talan um fyri at fáa fult útgjald til hesar
pensjónistar?
3. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at broyta lógina, soleiðis at vantandi útgjaldið
úr AMEG til hesar pensjónistar verður útgoldið fyri tíðarskeiðið 2009-2018?
Viðmerkingar:
Tað eru teir persónar, sum síðan eru vorðnir pensjónistar, sum eru fluttir til Føroya úr
ymiskum londum fyri nógvum árum síðan, sum fyri tíðarskeiðið 2009-2018 ikki hava
fingið fult útgjald úr AMEG - hetta sjálvt um teir hava goldið inn í grunnin síðan
hesin varð settur á stovn.
Nýggja AMEG-lógin hevur partvíst loyst hetta málið, men tað eru enn umleið 300
persónar, sum ikki hava fingið kompensatión fyri tíðarskeiðið 2009-2018.
Síðan AMEG varð settur á stovn hevur hesin sami bólkur av pensjónistum inngoldið
100% til grunnin, men hevur hóast hetta, fyri tíðarskeiðið 2009- 2018, ikki fingið fult
útgjald úr AMEG - tað, sum tey av røttum halda seg hava krav uppá.
Tað er týdningarmikið, at mismunur ikki verður gjørdur á ávísum borgarum, men at
allir borgarar verða viðgjørdir rættvíst. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 7. desember 2020
Johan Dahl

-- 1 of 1 --