← Løgtingsmál

52-052/2020

At forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. des. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
052.20 svar fra B. S. Nielsen til J. Joensen- at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52/2020 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann,
frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hevur løgmaður ætlanir um at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum?
2. Um so er, nær kunnu vit so vænta, at ásetingar, sum forða hesum, verða settar í verk?
Svar:
Til nr. 1
Eg eri sannførdur um, at vit eiga at forða fyri, at útlendingar fáa møguleikan at keypa nógva jørð og
fastogn inn undir seg, fyri síðani at lata tey standa óvirkin og órøkt.
Eg haldi, at endamálið við at áseta reglur á hesum økinum eigur at vera, at vit onkursvegna tryggja
okkum, at tey, sum eiga fastogn í Føroyum, hava tilknýti til Føroyar. Eisini er neyðugt at byrgja uppfyri,
so at útlendingar ikki eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum í landinum. Hinvegin mugu vit heldur
ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum.
Síðani februar mánaða í ár hevur Løgmansskrivstovan arbeitt við málinum um møguleikan hjá
útlendingum at keypa fastogn í Føroyum. Tað eru enn ivamál, sum støða skal takast til saman við
øðrum myndugleikum, áðrenn uppskotið verður liðugt.
Til nr. 2
So skjótt arbeiðið við lógaruppskotinum er liðugt orðað, verður farið undir eina politiska viðgerð. Eg
vænti, at lógaruppskotið kann verða sent til ummælis fyrst í komandi ári.
Í Tinganesi, 9. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 1 of 1 --
052.20 Spurningur til B. S. Nielsen frá J. Joensen- at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum, settur løgmanni,
Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hevur løgmaður ætlanir um at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum?
2. Um so er, nær kunnu vit so vænta, at ásetingar, sum forða hesum, verða settar í verk?
Viðmerkingar
Í løtuni er eingin áseting, sum forðar útlendingum at uppkeypa fastogn í Føroyum. Tí er í
veruleikanum møguligt hjá stórum útlendskum fyritøkum ella múgvandi einstaklingum at
keypa stór jarðarstykkir ella til dømis meginpartin av húsunum í lítlari bygd ella oyggj.
Føroyska landøkið við 18 oyggjum er sera avmarkað í stødd við smáum bygdum og býum,
og avleiðingarnar av útlendskum uppkeypi kunnu tí verða størri her enn aðrastaðni. Tí kann
vera neyðugt at hava greiðar reglur fyri, í hvønn mun útlendingar, uttan tilknýti til Føroyar,
kunnu keypa hús og jørð í Føroyum. Onnur lond hava ásetingar um avmarkingar hjá
útlendingum at keypa jørð, bústaðir ella summarbústaðir. Sum dømi kann nevnast, at
Danmark hevur reglur fyri summarbústaðir. Í Álandi er sonevndi “Hembyggdsratt”, har bert
fólk, ið hava bústað ella hava búð í ávíst tíðarskeið í Álandi, hava rætt at keypa jørð, bústað
og fastogn.
Í mars mánaði legði Tjóðveldi eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at forða fyri, at
útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum. Í tí sambandi fekk Vinnunevndin
upplýst frá ognarmeklara, at í onkrari bygd í Føroyum hava útlendingar keypt fleiri hús, og at
áhugin frá útlendingum sum heild er stórur. Uppskotið til samtyktar varð felt, hóast løgmaður
stutt frammanundan hevði boðað frá, at hann tók málið í álvara, og at hann fór at taka stig til
politiska viðgerð av málinum.1 Eisini vísti løgmaður á málið í løglistanum til
ólavsøkurøðuna. Men enn er landsstýrið ikki komið við nøkrum uppskoti, sum forðar
útlendingum at uppkeypa fastognir í Føroyum, og tá ferðavinnan aftur blómar, kann tað
hugsast, at eftirspurningurin hjá útlendingum eftir frítíðarhúsum aftur verður vaksandi. Tí
verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 26. novembur 2020
Jóhannis Joensen
1 https://kvf.fo/netvarp/uv/2020/01/22/lgmaur-eiga-vigera-tlendsk-hsakeyp

-- 1 of 1 --