52-051/2020
Kvinnuhúsið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
051.20 svar fra E.M.Gunnleygsdóttur til H.Palsdóttir - Kvinnuhúsið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Nr. 051.20 Svar uppá Fyrispurning nr 051.20 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at bøta um umstøðurnar hjá Kvinnuhúsinum at hjálpa kvinnum, ið eru harðskapsraktar? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina á fíggjarlógini til Kvinnuhúsið? 3.Hevur landsstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir um at útvega Kvinnuhúsinum betri hølisviðurskifti við plássi fyri fleiri kvinnum, enn nú? Svar: Til nr 1: Kvinnuhúsið ger eitt megnararbeiði at hjálpa teimum kvinnum, sum venda sær til teirra, tí tær eru ella hava verið fyri harðskapi. Hetta ásanna vit í samgonguni, og settu okkum tí fyri, alt fyri eitt, tá vit tóku við, at Kvinnuhúsið skuldi fáa hægri játtan. Á fíggjarlógini 2020 varð stuðulin til Kvinnuhúsið sostatt hækkaður við 400 tús. kr. Til nr 2: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 verður stuðulin í 2021 óbroyttur t.e. 1.765 tús. Kr. Leggjast kann afturat, at umframt stuðulin sambært fíggjarlógini, fær Kvinnuhúsið eisini stuðul sambært Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Her er talan um pening til neyðsynjarvørur, til sálarfrøðiliga viðgerð og til tulking. Til nr 3: Kvinnuhúsgrunnurin er ein sjálvsognarstovnur, og tað er Kvinnuhúsgrunnurin, sum útvegar pening til rakstur av Kreppumiðstøðini. Tá talan er um sjálvsognarstovnar, er vanligt, at landið fyrst og fremst stuðlar við rakstrinum. Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 8. desember 2020 Mál: 20/00956-2 Viðgjørt: Elin Winther Poulsen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Síða 2 av 2 Almannamálaráðið stuðlar Kreppumiðstøðini og Kvinnuhúsinum. Í fjør var játtanin til Kvinnuhúsið 1.765 tús. krónur. Eg kann leggja afturat, at í ár eru eisini pengar játtaðir til at fáa til vega hagtøl, sum lýsa hetta økið í síni heild. Tíverri er framvegis neyðugt støðugt at arbeiða við at basa harðskapi og ágangi, og tí verður eisini áhaldandi arbeitt við at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum eru fyri harðskapi. Fáa vit nágreinilig tøl, sum lýsa hetta økið, ber eisini betri til frameftir at leggja arbeiðið til rættis. Hetta hevði tí eisini komið Kvinnuhúsinum til góðar. Tórshavn, 9. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
051.20 Spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur fra H.Palsdóttir - Kvinnuhúsið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Hervør Pálsdóttir løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um Kvinnuhúsið, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at bøta um umstøðurnar hjá Kvinnuhúsinum at hjálpa kvinnum, ið eru harðskaptraktar? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina á fíggjarlógini til Kvinnuhúsið? 3. Hevur landsstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir um at útvega Kvinnuhúsinum betri hølisviðurskifti við plássi fyri fleiri kvinnum, enn nú? Viðmerkingar: Í samband við altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum eru Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty úti við einum tíðindaskrivi, sum vísir, at áheitanir til Kvinnuhúsið í ár eru øktar við 50% samanborið við 2019. Serliga eru fráboðanir um harðskap, har misbrúk av rúsevnum hevur verið partur av málinum, eksploderaðar við 256%. Hesin bólkur er serliga útsettur, tí tey detta niðurímillum fleiri skipanir. Kvinnuhúsið ger eitt megnar arbeiði fyri at hjálpa kvinnum, ið eru harðskaptraktar, men ein stór avbjóðing hjá teimum eru hølisviðurskifti. Kvinnuhúsið hevur ikki nóg mikið av kømrum, og tí ber ikki altíð til at taka kvinnur inn. At áheitanirnar í ár eru eksploderaðar, sum tíðindaskrivið vísir á, vísir okkum, at politiska skipanin má traðka til og betra um viðurskiftini. Harðskapur móti kvinnum er ein samfelagstrupulleiki, sum vit mugu loysa. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 25. november 2020 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --