52-050/2020
Leiguútreiðslur av Barnaheiminum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
050.20 svar fra E.M.Gunnleydsdóttur til D.N.Joensen - leiguútreiðslur av Barnaheiminum, am.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 8. desember 2020 Mál: 20/00957-3 Tygara Skriv: Viðgjørt: Poula Lervig Nr. 050.20 Svar uppá fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um leiguútreiðslur av Barnaheiminum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Á hvørjum og hvussu nógvum matriklum leigar Almannaverkið (Eind 10) hølir til Barnaheimið og aðrar stovnar undir tí? 2. Hvussu long eru hesi leigumál (eru leiguavtalurnar áramálssettar)? 3. Hvat er kostnaðurin av hvørjum einstøkum leigumáli? 4. Hvat er samlaði kostnaðurin av leigumálunum? 5. Er ætlanin at spjaða nøkur av hesum leigumálum runt landið? Viðmerkingar: Ein av mest átrokandi byggiverkætlanum í løtuni er byggingin av einum nýggjum tíðarhóskandi barnaheimi. Síðsta samgonga arbeiddi við hesi verkætlan og kom í Løgtingið við einum uppskoti, men hetta fall við teimum grundgevingum, at verkætlanin ikki var nóg liðug ella nóg greið, og at samlaði kostnaðurin fór at verða alt ov stórur. Fyri at hava bestu fortreytir fyri at trívast og mennast er av allarstørsta týdningi, at børn, ið eru sett heiman og fleiri við serligum avbjóðingum, hava innbjóðandi og haldgóðar umstøður at búgva. Í løtuni verða børn í fleiri førum flutt runt og inn á dýr og ivasom leigumál, har m.a. blámusoppur hevur verið ein afturvendandi trupulleiki. Eitt sjónarmið, sum sitandi samgonga hevur ført fram fleiri ferðir undir viðgerðini av uppskotinum um at byggja nýtt barnaheim, hevur verið, at tað er ov kostnaðarmikið at fara í holt við hesa byggiverkætlan nú. Tí kundi tað verið áhugavert at fingið at vita, hvat samlaði kostnaðurin er av at halda til í hesum ymisku leigumálunum runt um í býnum ístaðin, soleiðis at tað er møguligt at samanbera tann kostnaðin við kostnaðin av at byggja eitt nýtt barnaheim. Í frágreiðing sínari frá 2019 staðfestir Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er barnanna umboðsmaður, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, har børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, umsorgan og tann stuðul, tey hava tørv á og rætt til eftir m.a. Barnarættindasáttmálanum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. -- 1 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 3 Á Løgtingi, 26. november 2020 Djóni Nolsøe Joensen Svar: Til spurning 1-4 Niðanfyri er talva, sum vísir leigumál, longd á leigumálum, kostnaður av hvørjum einstøkum leigumáli og samlaði kostnaðurin av leigumálunum til stovnar undir eind 10: Leigumál í 2020 Eind 10 Kr./ár Kr./mð. Kr.pr.kvm. Byrjar Endar Viðmerking Í Lágni 12 400.000 33.333 1.000 01.10.2019 01.08.2029 Argjaboðagøta 7 600.300 50.025 1.035 01.10.2017 30.09.2022 Niðaragøta 2H, 1 hm 96.000 8.000 1.103 10.08.2020 09.08.2022 Eystan Heyg 17 238.350 19.863 1.050 01.10.2020 01.10.2025 Óuppsigiligt til 01.10.2024 Karlamagnusarbreyt 37 341.850 28.488 1.075 01.01.2021 01.12.2030 Óuppsigiligt til 01.11.2025 Karlamagnusarbreyt 16 76.500 12.750 01.11.2020 01.05.2021 Fyribils leigumál Í alt 1.753.000 Í umbúnað at leiga frá 1. apríl 2021 Kr./ár Kr./mð. Kr.pr.kvm Byrjar Endar Viðmerking Varðagøta 59 01.04.2021 Endalig avgerð ikki tikin Varðagøta 36 01.04.2021 Endalig avgerð ikki tikin Umframt omanfyrinevndu leigumál so nýtir Almannaverkið bygningarnar hjá Sjálvsognarstovninum fyri Føroya Barnaheim í Pedda við Steinsgøtu 10 til stovnar undir eind 10. Almannaverkið rindar ikki leigu fyri nýtslu av bygningunum. -- 2 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 3 Til spurning 5 Almannaverkið hevur ikki í løtuni í umbúnað onnur leigumál enn tey, ið eru nevnd í talvunum omanfyri. Tórshavn, 8. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
050.20 spurningur til E.M.Gunnleydsdóttur fra D.N.Joensen - leiguútreiðslur av Barnaheiminum, am.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Djóni Nolsøe Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um leiguútreiðslur av Barnaheiminum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Á hvørjum og hvussu nógvum matriklum leigar Almannaverkið (Eind 10) hølir til Barnaheimið og aðrar stovnar undir tí? 2. Hvussu long eru hesi leigumál (eru leiguavtalurnar áramálssettar)? 3. Hvat er kostnaðurin av hvørjum einstøkum leigumáli? 4. Hvat er samlaði kostnaðurin av leigumálunum? 5. Er ætlanin at spjaða nøkur av hesum leigumálum runt landið? Viðmerkingar: Ein av mest átrokandi byggiverkætlanum í løtuni er byggingin av einum nýggjum tíðarhóskandi barnaheimi. Síðsta samgonga arbeiddi við hesi verkætlan og kom í Løgtingið við einum uppskoti, men hetta fall við teimum grundgevingum, at verkætlanin ikki var nóg liðug ella nóg greið, og at samlaði kostnaðurin fór at verða alt ov stórur. Fyri at hava bestu fortreytir fyri at trívast og mennast er av allarstørsta týdningi, at børn, ið eru sett heiman og fleiri við serligum avbjóðingum, hava innbjóðandi og haldgóðar umstøður at búgva. Í løtuni verða børn í fleiri førum flutt runt og inn á dýr og ivasom leigumál, har m.a. blámusoppur hevur verið ein afturvendandi trupulleiki. Eitt sjónarmið, sum sitandi samgonga hevur ført fram fleiri ferðir undir viðgerðini av uppskotinum um at byggja nýtt barnaheim, hevur verið, at tað er ov kostnaðarmikið at fara í holt við hesa byggiverkætlan nú. Tí kundi tað verið áhugavert at fingið at vita, hvat samlaði kostnaðurin er av at halda til í hesum ymisku leigumálunum runt um í býnum ístaðin, soleiðis at tað er møguligt at samanbera tann kostnaðin við kostnaðin av at byggja eitt nýtt barnaheim. Í frágreiðing sínari frá 2019 staðfestir Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er barnanna umboðsmaður, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, har børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, umsorgan og tann stuðul, tey hava tørv á og rætt til eftir m.a. Barnarættindasáttmálanum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 26. november 2020 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --