52-049/2020
Brexit og donsk skip í føroyskari fiskivinnu
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
049.20 svar fra B.S. Nielsen til B.L. Jacobsen - Brexit og donsk skip í føroyskari fiskivinnu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52/2020 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um Brexit og donsk skip í føroyskari fiskivinnu Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvat samskifti hevur verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska? 2. Hava løgmaður ella nakað av landsstýrisfólkunum fingið fyrispurningar, áheitarnir ella annað frá donsku fiskivinnuni um málið? 3. Kann løgmaður greiða frá, um donsk reiðarí eiga í skipum, sum í seinastuni eru komin inn í føroysku fiskivinnuna? Svar: Til 1 og 2: Mær kunnugt hevur ikki verið nakað samskifti verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska. Eg havi eisini spurt meg fyri hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum um teir kenna nakað til, at donsk skip vilja í føroyskan sjógv at fiska, um tey missa rættindi í bretskum sjógvi. Tað gera landsstýrismenninir ikki. Teir hava heldur ikki fingið fyrispurningar, áheitanir ella annað frá donsku fiskivinnuni um møguliga atgongd til føroyskan sjógv at fiska. Til 3: Niðanfyri er ein listi við teimum fiskiførum, uttan bólk 5, sum eru skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum síðan løgtingsvalið í september 2019. Tað eru Vørn kunnugt ikki danskir eigarar uppií hesum feløgunum. Jógvan I FD710 – OW2049: Skrásettur 1. ferð 02.12.2019. Fyrrv. Atlantic - Ålesund Noreg Keypari: P/F Eysturoy Klakkur KG9 – OW2046: Skrásettur 1. ferð 02.01.2020 Fyrrv. Geir II - Eigari tá H P Holmeset AS - Grytastrandvegen 339 -6265 Vatne - Norge. Keypari: Sp/f Undir Klakki Gøtunes FD950 – OW2023: -- 1 of 2 -- Leigumál frá 29.08.2019 P/F Desin -Fyrrv. Gitte Henning (1) 30.06.2020 broytt navn til Gøtunes FD950 – OW2023 Keypari: P/F Desin Kambur FD454 – OW2115: Skrásettur 1. ferð 09.11.2020. Fyrrv. Østerfjord LJPZ - Noreg Keypari: P/F M&S Strendur Í Tinganesi, 4. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
049.20 Spurningur til B.S. Nielsen frá B.L. Jacobsen - Brexit og donsk skip í føroyskari fiskivinnu.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um Brexit og donsk skip í føroyskari fiskivinnu, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvat samskifti hevur verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska? 2. Hava løgmaður ella nakað av landsstýrisfólkunum fingið fyrispurningar, áheitarnir ella annað frá donsku fiskivinnuni um málið? 3. Kann løgmaður greiða frá, um donsk reiðarí eiga í skipum, sum í seinastuni eru komin inn í føroysku fiskivinnuna? Viðmerkingar: Um ongin avtala er gjørd millum ES og Bretland í samband við Brexit, so missur danska fiskivinnan, sum skilst, nógv fiskirættindi í bretskum sjógvi. Føroyar ráða sær sjálvum á fiskivinnuøkinum, men áhugavert er at vita, um danska vinnan ella danskir politikarar, embætisfólk ella onnur vilja hava donsk skip hendavegin at fiska, um tey missa rættindi í bretskum sjógvi. Løgmaður varð spurdur um málið í tinginum, tá munnligir fyrispurningar vóru á skrá, men svaraði ikki. Tí verður hesin fyrispuringur settur. Á Løgtingi, 24. november 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --