52-048/2020
Lóggávuvaldið hjá Løgtinginum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
048.20 Svar frá B.S. Nielsen tilH. Hoydal - lóggávuvaldið hjá Løgtinginum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
048.20 Spurningur til B.S. Nielsen frá H. Hoydal - lóggávuvaldið hjá Løgtinginum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um lóggávuvaldið hjá Løgtinginum, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Heldur løgmaður, at danska Fólkatingið kann samtykkja lóggávu á einum málsøki, sum føroyskir myndugleikar hava yvirtikið? Viðmerkingar: Í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya er ásett í § 1: “Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómstólunum.” Tí verður løgmaður spurdur, um hann heldur, at danska Fólkatingið kann samtykkja lóggávu á einum málsøki, sum føroyskir myndugleikar hava yvirtikið. Á Løgtingi, 24. november 2020 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --