← Løgtingsmál

52-047/2020

Stuðul til ferðavinnufyritøkur, ið eru skrásettar eftir 12. mars 2020

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. des. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
047.20 Svar fra H. Abrahamsen til B.K. Petersen - stuðul til ferðavinnufyritøkur skrásettar aftaná 12.03.20.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Málsnr.: 20/02427
Svar upp á fyrispurning, frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um stuðul til
ferðavinnufyritøkur, ið eru skrásettar eftir 12. mars 2020, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispuringur
1. Veit landsstýrismaðurin dømi um fyritøkur, ið eru skrásettar eftir 12. mars, ið hava roynt at søkt
um stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í samband
við COVID-19, men har umsóknin ikki er gingin á møti?
2. Hvør er grundgevingin fyri bert at veita stuðul til fyritøkur, ið eru skrásettar áðrenn 12. mars
2020?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at tryggja at fyritøkur, ið eru skrásettar eftir 12.
mars 2020, kunnu fáa stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar
útreiðslur í samband við COVID-19, eins og fyritøkur, ið eru skrásettar áðrenn 12. mars 2020?
Svar
Til spurning 1
TAKS hevur ongar umsóknir fingið frá fyritøkum, ið eru stovnaðar aftaná 12. mars 2020.
TAKS hevur kunnað um á heimasíðuni og hevur upplýst, tá fyrispurningar eru komnir um tað, at
stuðul ikki verður latin fyritøkum, ið eru stovnaðar aftaná 12. mars 2020. Tí hevur TAKS ikki
fingið nakra umsókn um stuðul frá hesum fyritøkunum.
Skráseting Føroya hevur upplýst, at tað eru 12 feløg, sum eru skrásett eftir 12. mars 2020, og sum
sambært endamálsásetingini í viðtøkunum, umframt annað virksemi, reka gistingarhús,
matstovuvirki og ferðavinnu.
Tilsamans eru skrásett 218 feløg síðani 12. mars 2020, og nøkur av hesum kunnu væl fáast við
ferðavinnu, matstovur ella líknandi.
Tað er sostatt ilt at meta um, hvussu nógvar fyritøkur, ið eru stovnaðar aftaná 12. mars 2020, sum
kundu søkt um stuðul, um nevnda avmarking ikki var.
Til spurning 2
Tann 12. mars 2020 boðaði løgmaður á tíðindafundi frá COVID-19 tiltøkum og setti Føroyar
munandi niður í ferð. Hetta broytti fortreytirnar fyri at reka vinnu og hevði stórar fíggjarligar
avleiðingar, serliga fyri ávísar vinnur. Sostatt varð lóggáva sett í gildi, sum veitti stuðul til tær
fyritøkur, har fortreytirnar vórðu broyttar við COVID-19 tiltøkunum. Fyri fyritøkur, sum eru

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
stovnaðar eftir 12. mars 2020, er ikki talan um broyttar, men um kendar fortreytir, og tí verður bert
veittur stuðul til fyritøkur, ið eru skrásettar áðrenn 12. mars 2020.
Til spurning 3
Støðan er ein onnur fyri matstovur og skeinkingarstøð, sum í tíðarskeiðinum 7. august til 31. august
2020 við kunngerð nr. 127 frá 6 august 2020 um avmarkaðar upplatingartíðir og afturlatingartíðir
fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing, vórðu áløgd at steingja í seinasta lagi kl. 23:00.
Fyri fyritøkur, sum vórðu álagdar at steingja, er talan um broyttar fortreytir. Stuðulin fyri hesar
fyritøkur er serliga reguleraður í § 18, stk. 2 í matstovulógini, soleiðis sum ásetingin í § 18, stk. 2
varð orðað við løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 2020 um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi
og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja
matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19).
Í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 2020 varð heimilað fyribils og í avmarkað tíðarskeið at avmarka
vanligu upplatingartíðirnar og afturlatingartíðirnar eins og heimilað varð at áseta mest loyvda tal av
gestum. Ásett varð í løgtingslógini, at varð avgerð tikin um at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar
til áðrenn kl. 02.00 ella at minka mest loyvda tal av gestum, hevur viðkomandi fyritøka rætt til
stuðul eftir somu reglum, sum eru ásettar í løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar
útreiðslur í sambandi við COVID-19. Stuðulstíðarskeiðið byrjar, tá ið avgerð fær virknað og endar
31. august 2020.
Við tað, at tað fyri fyritøkur, sum vórðu álagdar at steingja, er talan um broyttar fortreytir, og við
tað, at stuðulin í hesum førum er serliga reguleraður í § 18, stk. 2 í matstovulógini, soleiðis sum
ásetingin § 18, stk. 2, varð orðað við løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 2020, hava hesar fyritøkur
sostatt rætt til at fáa stuðul, hóast tær eru stovnaðar eftir 12. mars 2020. Hesum er tó ikki staðiliga
lagt upp fyri í løgtingslógini um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við
COVID-19 ella í kunngerðini um stuðulsskipanina.
Stuðulsskipanin verður tí broytt soleiðis, at fyritøkur, stovnaðar eftir 12. mars 2020, sum í
tíðarskeiðinum 7. august til 31. august 2020 við kunngerð nr. 127 frá 6 august 2020 vórðu álagdar
at steingja í seinasta lagi kl. 23:00, eisini kunnu fáa stuðul. Um neyðugt, verður kunngerðin um
stuðulsskipanina broytt í tí sambandinum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 4. desember 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
047.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá B.K. Petersen - stuðul til ferðavinnufyritøkur skrásettar aftaná 12.03.20.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Bjarni Kárason Petersen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um stuðul til ferðavinnufyritøkur, ið eru skrásettar eftir 12. mars 2020, settur
landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, (at svara skrivliga eftir
TS § 52 a)
1. Veit landsstýrismaðurin dømi um fyritøkur, ið eru skrásettar eftir 12. mars, ið hava roynt at søkt
um stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í samband
við COVID-19, men har umsóknin ikki er gingin á møti?
2. Hvør er grundgevingin fyri bert at veita stuðul til fyritøkur, ið eru skrásettar áðrenn 12. mars
2020?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at tryggja at fyritøkur, ið eru skrásettar eftir 12.
mars 2020, kunnu fáa stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar
útreiðslur í samband við COVID-19, eins og fyritøkur, ið eru skrásettar áðrenn 12. mars 2020?
Viðmerkingar:
Í Hjálparpakka 3 stendur, at tað bara eru fyritøkur, ið eru stovnaðar áðrenn 12. mars 2020, ið kunnu
søkja hjálparpakkan.
26. juni samtykti Løgtingið at broyta matstovulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum
fekk heimild at broyta afturlatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkingarstøðum. Varð
kunngerðarheimildin nýtt, høvdu matstovur ella skeinkingarstøð rætt til stuðul eftir løgtingslóg um
stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 (LM-147/2019).
7. august 2020 kom kunngerð í gildi um, at skeinkistøð skuldu lata aftur kl 23, inntil 31. august
2020, tá ið kunngerðin fór úr gildi.
Í lógini um stuðul til ferðavinnufyritøkur stendur, at bert fyritøkur, ið eru stovnaðar áðrenn 12. mars
2020, hava atgongd til stuðulsskipanina.
Men tað eru dømi um, at fyritøkur hava skrásett seg eftir 12. mars 2020, og sum hava havt vinnuligt
virksemi frá 12. mars at rokna.
Hetta er ein avbjóðing fyri tey í vinnuni, ið hava havt nógv fyrireikingararbeiði við at stovna ella
víðka vinnuligt virksemi. Hesi eru ikki javnsett við onnur í vinnuni, og fáa ongan stuðul í samband
fastar útreiðslur.
Hetta kann elva til, at nýliga stovnaðar fyritøkur við nógvum fyrireikingararbeiði ikki eru meira enn
komnar í gongd, áðrenn tær skulu stúra fyri, at tær møguliga mugu snara lykilin aftur.
Á Løgtingi, 23. november 2020
Bjarni Kárason Petersen

-- 1 of 1 --