← Løgtingsmál

52-046/2020

Stuðul til heiligvág til ávísar føroyingar, ið sigla í Grønlandi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. des. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
046.20 Svar fra K.L.H. Johannesen til B. Justinussen - Stuðul til heilivág til ávísar føroyingar, ið sigla í Grønlandi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. des. 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 2. desember 2020
HIMR J. nr. 20/00939-7
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
uppá
fyrispurning nr. 046/20 eftir § 52a í tingskipanini um stuðul til heilivág til ávísar
føroyingar, ið sigla í Grønlandi; frá Bill Justinussen, løgtingsmanni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri at kunna veita heilivágtørvandi
føroyingum, sum sigla í Grønlandi, stuðul til lívsneyðugan og mangan
kostnaðarmiklan heilivág ?
Til spurning 1
Um ein føroyingur, búsitandi í Føroyum, siglir í Grønlandi, rindar hann til Heilsutrygd,
og hevur rætt til allar veitingar sambært heilsutrygdarlógini, herundir stuðul til heilivág.
Sambært § 1 í heilsutrygdarlógini er tað tó avgerandi, hvar ein persónur býr. Persónar,
ið eru búsitandi í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært heilustrygdarlógini, ímeðan
ein føroyingur, sum siglir og er búsitandi í Grønlandi, ikki hevur rætt til veitingar
sambært heilsutrygdarlógini.
Í § 24 í heilsutrygdarlógini er ásett, at øll, sum eru fylt 18 ár og sum eru fevnd av
heilsutrygdarlógini, rinda heilsutrygdargjald.
Í hesum høpi eru “føroyingar, sum eru búsitandi í Grønlandi”, at meta sum
grønlendingar, og hava rætt til bráðfeingis hjálp, sambært kunngerð um fyribils
uppihald (Kunngerð nr. 135 frá 17. desember 2012 um rætt til veitingar frá Heilsutrygd
fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, við seinni broyting).
Um føroyingar, ið eru búsitandi og sigla í Grønlandi, skulu fáa rætt til veitingar sambært
heilsutrygdarlógini, er neyðugt at gera broytingar í heilsutrygdarlógini.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður sagt, at talan er um sjófólk, sum hava bústað
og gjalda skatt í Grønlandi. Ein slík broyting í heilsutrygdarlógini, hevði tí havt við sær,
at borgarar, sum búgva aðrastaðni enn í Føroyum, men ynskja at vera fevndir av
heilsutrygdarlógini, bara rinda heilsutrygdargjald til skipanina og ikki skatt. Hetta hevði
gjørt, at teir høvdu rindað ein minni part av hesum heilsutrygdarveitingum, enn
borgarar, sum eru búsitandi og rinda skatt í Føroyum. Teir høvdu tó havt sama rætt til
at brúkt allar tænasturnar.

-- 1 of 2 --

Sum skipanin er í dag, so megnar heilsutrygdargjaldið ikki at fíggja allar
heilsutrygdarveitingarnar, sum borgarar hava rætt til sambært heilsutrygdarlógini.
Heilsutrygdarveitingarnar, kommunulæknaskipanin o.a. hava játtan á fíggjarlógini, og
tá játtanin og nýtslan er størri enn inntøkan av heilsutrygdargjaldi, hevur tað við sær, at
restin verður fíggjað yvir skattin.
Tað er ikki rættvíst fyri persónar, ið búgva í Føroyum og rinda bæði heilsutrygdargjald
og skatt, at ein persónur, ið býr í øðrum landi, bert skal rinda heilsutrygdargjald og
síðani fáa rætt til heilsutrygdarveitingar í Føroyum.
Um ein slík broyting skal gerast, má nágreinast ógvuliga neyvt, hvør kann búgva
aðrastaðni enn í Føroyum, og framvegis vera fevndur av heilsutrygdarlógini. Eisini má
ásetast, hvørjum londum viðkomandi kann búgva í, hvussu leingi, og hvussu leingi
borgarin skal hava búð í Føroyum, áðrenn hann flytur av landinum, fyri at fáa hendan
møguleikan o.s.fr. Heilsutrygd væntar, at ein slík broyting fer at hava nógv ivamál við
sær, av fólki, sum flyta til onnur lond, samstundis sum tey ynskja at varðveita rættindi
í Føroyum.
Vísandi til omanfyristandandi, metir landsstýrismaðurin ikki, at tað er skynsamt at
broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at persónar, sum eru búsitandi aðrastaðni enn í
Føroyum, eisini kunnu rinda heilsutrygdargjald og varðveita rættin til
heilsutrygdarveitingar.
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
046.20 Spurningur til K.L.H. Johannesen frá B. Justinussen - Stuðul til heilivág til ávísar føroyingar, ið sigla í Grønlandi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Bill Justinussen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um stuðul til heilivág til ávísar føroyingar, ið sigla í Grønlandi, settur
landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, (at svara skrivliga
eftir TS § 52 a)
Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri at kunna veita heilivágtørvandi føroyingum,
sum sigla í Grønlandi, stuðul til lívsneyðugan og mangan kostnaðarmiklan heilivág ?
Viðmerkingar:
Spurningurin viðvíkur einum bólki av føroyingum, sum tíverri er dottin niðurímillum í
heilsuskipan okkara. Talan er um sjófólk, sum sigla í Grønlandi og vegna lógarásetingar,
(grønlendska manningarlógin krevur, at 60% av yvirmonnunum skulu hava
fólkaregistaradressu í Grønlandi) noyðast at hava bústað og gjalda skatt í Grønlandi.
Tó at hesi eru í grønlenska fólkayvirlitinum, gjalda tey m.a. kringvarpsgjald og vegskatt í
Føroyum. Eisini eru tey fevnd av Samhaldsfasta, hetta tí lógin um Samhaldsfasta varð broytt
26. apríl 2019, so undaktak á tí økinum er fyri sjómenn, sum av arbeiðsávum eru skrásettir í
grønlendska fólkayvirlitinum.
Men munur verður gjørdur viðvíkjandi Heilsutrygd, tí nøkur av hesum sjófólkum sleppa at
gjalda til og hava limaskap í Heilsutrygd, meðan onnur, í somu støðu, ikki fáa hendan
møguleika. Hesi, ið eru limir, fáa sjálvandi teir ágóðar, limaskapurin gevur, meðan tey, sum
av ókendum orsøkum ikki fáa hendan limaskap, ongan stuðul fáa til neyðugan og mangan
dýran heilivág, sum tey keypa í Føroyum.
Trupulleiki teirra gerst enn størri, tí heilsumyndugleikarnir í Grønlandi krevja, at tey, fyri at
kunna fáa tann stuðul til tann heilivág, teimum tilkemur í Grønlandi, koma regluliga til
kontrol hjá lækna í Grønlandi. Men fleiri teirra hava ikki hendan møguleikan, tí skip teirra,
hóast grønlendsk, bert sjáldan vitja í Grønlandi- og tá ikki altíð á støðum, har læknahjálp er
tøk.
Á Løgtingi, 20. novembur 2020
Bill Justinussen

-- 1 of 1 --