52-045/2020
Lønarviðurskiftir í sjúkrahúsverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. des. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
045.20 Spurningur til K.L.H. Johannesen frá I.D.Strøm - Lønarviðurskiftir í sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um lønarviðurskifti í sjúkrahúsverkinum, settur landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørjar grundgevingar eru fyri, at vaskifólkini á Landssjúkrahúsinum fáa lægri byrjanarløn enn vaskifólkini á hinum báðum sjúkrahúsunum? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera batar á hesum økinum? Viðmerkingar: Í Degi og Viku í gjárkvøldið, 19. novembur 2020, kom fram, at vaskifólkini á Landssjúkahúsinum fáa lægri løn enn vaskifólkini á hinum sjúkrahúsunum báðum. Meðan vaskifólkini á Landssjúkrahúsinum fáa eina byrjanarløn á kr. 119 um tíman og eina endaløn á kr. 130, so byrja vaskifólkini á eini løn á kr. 130 á hinum sjúkrahúsunum. Eisini varð sagt, at tímalønin sum vaskifólk á sjúkahúsinum sum heild er munandi lægri enn aðrastaðni. Í innslagnum varð eisini víst á, at hóast reinføri hevur staðið ovarlaga á skránni í ár við koronusmittuni, so kenna vaskifólkini seg ikki vird. Lønin hjá vaskifólkunum er so mikið lág, at fleiri liva undir fátækramarkinum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi 20. novembur 2020 Ingilín Didriksen Strøm -- 1 of 1 --
045.20 Svar fra K.L.H. Johannesen til I.D.Strøm - Lønarviðurskiftir í sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. des. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. desember 2020 HMR J. nr. 20/00940-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 45/2020 eftir § 52a í tingskipanini um lønarviðurskifti í sjúkrahúsverkinum, frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvørjar grundgevingar eru fyri, at vaskifólkini á Landssjúkrahúsinum fáa lægri byrjanarløn enn vaskifólkini á hinum báðum sjúkrahúsunum? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera batar á hesum økinum? Til spurning 1 Orsøkin er, at vaskifólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum ikki hava somu setanarviðurskifti. Vaskifólkini á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Suðuroyar sjúkrahúsi eru tímalønt. Í Klaksvík eru vaskifólkini sett sambært sáttmála millum Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og kvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, og á Tvøroyri eru vaskifólkini sett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Á Landssjúkrahúsinum eru vaskifólkini sett í starv eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Góður helmingurin av vaskifólkunum á Landssjúkrahúsinum eru í føstum starvi, sum hevur nøkur rættindi við sær og gevur eina hægri eftirløn. Til spurning 2 Undir fyrireikingini hjá Fíggjarmálaráðnum til sáttmálasamráðingarnar, hevur Sjúkrahúsverkið gjørt vart við, at tørvur er á at gera broytingar í sáttmálanum við Havnar Arbeiðskvinnufelag, so lønin til vaskifólk verður meira kappingarfør. Í løtuni hevur Landssjúkrahúsið sera ilt við at fáa mannað leysu størvini í reingerðini, og til ber ikki at leggja vaktarætlan fleiri vikur fram. Reingerð er eitt kjarnuøki á sjúkrahúsunum, og megnar Landssjúkrahúsið ikki at fáa skikkaði starvsfólk til uppgávuna, kunnu tey verða noydd at biðja onnur, t.d. privatar fyritøkur, átaka sær uppgávuna. Orsøkin er einfalt tann, at lønin er lægri enn á privata arbeiðsmarknaðinum og eisini lægri enn aðrastaðnis í tí almenna. Heilsumálaráðið, 1. desember 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 1 of 1 --