← Løgtingsmál

52-044/2020

Endurskoðan av stongdum leiðum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
044.20 Svar frá J. Vestergaard til J. E. Poulsen - endurskoðan av stongdum leiðum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Postboks 208
110 Tórshavn
Stjórnarskrivstovan
30. november 2020
Mál: 20/00499-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv:
Svar til § 52 a fyrispurning frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni
Fyrispurningur um eftirmeting av stongdum leiðum og royndarveiðu á
Føroyabanka, settur landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard
(at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at eftirmeta stongdu leiðirnar og nær kann væntast, at
hetta arbeiðið verður liðugt?
2. Verða allar leiðir eftirmettar/endurskoðaðar ella bert nakrar?
3. Hvørjar partar ætlar mann at taka inn í eftirmetingararbeiðið, so sum Havstovuna,
vinnuna og líknandi?
4. Við teimum úrslitum, ið royndarveiðan á Føroyabanka hevur havt, er so hugsandi, at
fiskiskapur á bankanum kann takast upp aftur í næstum?
Svar:
Til nr. 1.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá vinnuni, Havstovuni, Vørn og Fiskimálaráðnum lat í
november 2014 eina frágreiðing úr hondum við heitinum “Meting av friðaðum og
stongdum økjum – frágreiðing til Fiskimálaráðið”. Frágreiðingin er um stongdar leiðir sum
heild, íroknað gýtingarfriðingar, og skotið var upp at gera ymsar broytingar í
gýtingarkassum og tíðarskeiðum. Arbeiðsbólkurin metti seg ikki hava nóg stóra umboðan
til at gera broytingar í stongdum økjum, har endamálið var at skilja reiðskap sundur og
mælti til at seta ein breiðari bólk at viðgera hetta.
Til nr. 2.
Ætlanin er at eftirmeta allar tær stongdu leiðirnar. Spurningurin um at loyva fiskiskapi við
troli á teimum leiðum, sum eru stongdar fyri at verja ungfisk, um rist verður nýtt, verður
eisini viðgjørdur.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Til nr. 3.
Í arbeiðið at eftirmeta friðingarnar verða umboð fyri vinnuna, Havstovuna og Vørn tikin
við.
Til nr. 4.
Føroyabanki, grynri enn umleið 200 metrar, hevur verið friðaður síðan 2008/2009, eftir at
toskafiskiskapurin fór niður í einki í 2007. Endamálið var at fáa toskastovnin upp á føtur
aftur. Yvirlitstrolingarnar hava víst, at lítið hevur verið til av toski á Føroyabanka síðan
2006, men eftir 2016 hevur meira verið til av t.d. hýsu. Royndarveiðan, sum Havstovan
hevur skipað fyri í samstarvi við línufør, hevur eisini víst, at tað var sera lítið til av toski á
Føroyabanka í 2019 og 2020, men nógv av t.d. hýsu og longu. Í desember 2020 fer
Havstovan at lata landsstýrismanninum eitt tilmæli um botnfisk undir Føroyum, har
Føroyabanki eisini verður umrøddur.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
Spurningur til J. Vestergaard frá J. E. Poulsen - endurskoðan av stongdum leiðum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Jóhan Eli Poulsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um eftirmeting av stongdum leiðum og royndarveiðu á Føroyabanka, settur
landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52
a)
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at eftirmeta stongdu leiðirnar og nær kann væntast, at hetta
arbeiðið verður liðugt?
2. Verða allar leiðir eftirmettar/endurskoðaðar ella bert nakrar?
3. Hvørjar partar ætlar mann at taka inn í eftirmetingararbeiðið, so sum Havstovuna, vinnuna
og líknandi?
4. Við teimum úrslitum, ið royndarveiðan á Føroyabanka hevur havt, er so hugsandi, at
fiskiskapur á bankanum kann takast upp aftur í næstum?
Viðmerkingar:
Samgonguskjalið staðfestir, at skipanin við stongdum leiðum á landgrunninum verður eftirmett og
at royndarveiða á Føroyabanka heldur fram við tí endamáli at kanna, um veiða á bankanum kann
takast uppaftur.
Ì løtuni er stórur partur av grunninum stongdur fyri bæði trolveiðu og aðrari veiðu. Tá ið øki verða
stongd, og soleiðis víddin at veiða á minni, verður eitt størri trýst á tey øki, ið eru opin. Tað kann
neyvan vera rætt, at ein so stórur partur av grunninum skal vera stongdur fyri fiskiskapi. Hyggja vit
eftir veiðitrýstinum í dag, í mun til hvat tað var fyri bert 15-20 árum síðan, er lítil og ongin ivi um,
at veiðitrýstið er nógv lægri í dag. Tað eru í dag 9 pør og 4 djúpvatnstrolarar, ið royna undir
Føroyum. Árið runt eru tað bert 6 pør, ið royna eftir trationellum botnfiski undir Føroyum, og
okkurt at hesum pørum er fyri tað mest djúpt.
Spyr ein fiskiskiparar, serliga á trolarum, um hvussu sær út á teimum økjum ið verða lítið troytt, er
svarið einmælt, at har er armóð komin í. Ein fær bert havmús og skøtu í trolið, og er hetta eitt ringt
tekin. Tískil er tað týdningarmikið, at mann sleppur at royna á flestu økjum. Gýtingarøki og
koraløki eiga framhaldandi at verða vard.
Tosað verður nógv um, at Føroyar skulu verða “grønari” á orkuøkinum, og er tað serliga
fiskivinnan, ið dálkar. Um fleiri øki vórðu opnað aftur, høvdu skipini ofta sloppið undan at siglt
tímavís yvir um stongd øki, og soleiðis osað CO2 út. Skipini brúka meira undir sigling enn undir
tóving. Tískil er tað skilagott, at skipini sleppa at tóva seg runt heldur enn at sigla seg runt.
Skiparar á skipum í bólki 2 hava sent fiskimálaráðnum inn uppskot um, hvørji øki kunnu verða
opnað í fyrstu syftu, og hvussu hettar kann gerast.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 16. november 2020
Jóhan Eli Poulsen

-- 2 of 2 --