← Løgtingsmál

52-043/2020

Serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
fm-164 Spurningur til H. Abrahamsen frá J. Dahl - serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Johan Dahl
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum,
settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen
(at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hevur landstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan
fyri havbiti og skeljaaling, sum eitt samt Løgting hevur biðið
landsstýrismannin um at gera?
2. Hvussu gongur við arbeiðinum at kanna møguleikan fyri havbiti og
skeljaaling, sum samgonguskjalið ásetir?
Viðmerkingar
Í løgtingmáli nr. 128/2017 samtykti eitt samt Løgting tann 20. apríl 2018, eftir tilmæli
frá einari samdari Vinnunevnd, at heita “ ... á landsstýrið um at seta niður bólk av
serfrøðingum til at kanna og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg
galdandi innan havbit av laksi, og hvussu farast kann undir skeljaaling í Føroyum og
grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.“
Viðmerkingarnar frá ein samdum Løgtingi vóru m.a., at tað er avgerandi fyri Føroyar
at hava fjøltáttaðar vinnumøguleikar, og tí skuldi arbeiðast við hesum, tí vit
landafrøðiliga liggja so væl fyri, at tað er eyðsæð, at her eru møguleikar, sum mugu
troytast til tess at tryggja, at Føroyar kunnu verða eitt uppaftur ríkari samfelag til
fyrimunar fyri allar føroyingar.
Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, dagfest 14. september 2019, verður eisini
lagdur dentur á hetta, tí har stendur m.a.: “Møguleikarnir fyri aling á landi skulu eisini
troytast, og arbeiðast skal eisini við møguleikum fyri havbiti og aðrari aling, so sum
tara- og skeljaaling.”
Havbit og skeljaaling kundi blivið eitt gott ískoyti til føroyska búskapin og eisini
skapt nýggj arbeiðspláss. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 13. november 2020
Johan Dahl

-- 1 of 1 --
043.20 Svar fra H. Abrahamsen til J. Dahl - serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
1
Mál nr.: 20/02112
Svar uppá fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um serfrøðinganevnd at kanna
havbit og skeljaaling í Føroyum, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og
vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningur
1. Hevur landstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan fyri
havbiti og skeljaaling, sum eitt samt Løgting hevur biðið landsstýrismannin um at
gera?
2. Hvussu gongur við arbeiðinum at kanna møguleikan fyri havbiti og skeljaaling, sum
samgonguskjalið ásetir?
Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum.
Eg var saman við hinum løgtingslimunum í Sambandsflokkinum við til at leggja
løgtingsmálið fram, sum víst verður til í fyrispurninginum, løgtingsmál nr. 128/2017:
Uppskot til samtyktar um, at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og
skeljaaling.
Sum víst varð á í nevnda løgtingsmáli, fiskaðu føroysk skip fyri árum síðani væl av laksi við
langlínu í havøkinum norðanfyri Føroyar. Laksamerkingar vístu greitt, at laksurin hevði hetta
økið sum beitisøki ella uppvakstrarøki, til laksurin vendi heim aftur til lands at gýta. Víst varð
eisini á, at smáar royndir, sum gjørdar eru í Føroyum, hava víst, at laksurin kemur aftur, har
hann er settur út, og at hesar smáu royndir vísa á møguleikar, ið eiga at kannast gjøllari.
Hesum taki eg framvegis undir við.
Tað eru tó eisini avbjóðingar við at sleppa einum stórum tali av laksasmoltum út í náttúruna
við tí endamáli at veiða hann aftur. Í fyrsta lagi er spurningurin, hvørt hetta yvirhøvur loysir
seg búskaparliga. Í øðrum lagi eru eisini avbjóðingar í mun til náttúruvernd og lívfrøðiligt
margfeldi.
Eg fari tí í næstum at seta ein serfrøðingabólk, mannaður við fólki frá Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, Fiskaaling og Umhvørvisstovuni, at gera eina frágreiðing um møguleikar innan
havbit av laksi, og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.
Frágreiðingin, sum verður løgd fyri Løgtingið, kann eisini fevna um møguleikar fyri
skeljaaling í Føroyum.

-- 1 of 3 --

UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
2
Í mun til skeljaaling er eisini at siga, at við seinastu broyting í alilógini og eftirfylgjandi
broyting í rakstrarkunngerðini varð latið upp fyri, at sjálvstøðugt loyvi kann latast til aling av
tvískeljum á føroysku firðunum.
Tað vóru í fyrstu syftu alifirðirnir Gøtuvík, Funningsfjørður, Skálafjørður og
Kaldbaksfjørður, har tað varð latið upp fyri at bjóða aliloyvi til skeljar út.
Ávísur áhugi er eisini fyri at ala tvískeljar, og hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan móttikið
umsóknir um at ala m.a. krækling og ostru. Enn er tó einki aliøki til tvískeljar lýst leyst.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lýst avbjóðingar í sambandi skeljaaling, og fylgjandi er ein
samandráttur av hesi lýsing:
Tvískeljar eru at rokna sum matvøra í serligum vandabólki, tí tær fáa føðslu við at síla
mat úr umhvørvinum. Hetta merkir, at bæði kemisk og mikrobiologisk dálking kann
upphópast í tvískeljum, ið kann vera vandamikil fyri fólk at eta.
Fyri at tað skal verða møguligt at framleiða og útflyta skeljar úr føroyskum firðum, er
neyðugt at virka sambært ES-reglum (ES 2019/627) um kanning av økjum (grein 56),
bólking í sonur (grein 52-55) og skipaða yvirvøku (grein 57-59). Hetta merkir, at
grundleggjandi kanningar skulu gerast av aliøkjunum yvir eitt áramál, áðrenn farið
kann verða undir aling av tvískeljum, sum lýsir ymisk viðurskifti, so sum:
• Mikrobiologiska dálking frá kloakk, taðing av lendi, tyrvingarpláss, rottangar
• Kemiska dálking frá t.d. ídnaði, skipasmiðju, beding, nótavirki, medisini frá
sjúkrahúsi, aðrari aling, oljudálking, sápu o.ø.
• Tøl um streym, tøl um taðing, tøl um landbúnað, tøl um ídnað og útlát, tøl um
avfall/regn og tilførandi áir og hvat áin førir til fjørðin o.s.fr.
Mett verður, at ein slík grundleggjandi kanning kostar umleið 300.000 kr. fyrstu ferð
og síðani 100.000 kr. sætta hvørt ár.
Afturat eini grundleggjandi kanning av aliøkinum er eisini neyðugt at skipa eina
áhaldandi eftirlitsskipan í mun til við skráseting av tøku, úrslit av bakteriologi, algum
og algueiturevni, umframt at kanningar skulu gerast hvørja viku av skeljum í mun til
matvørutrygd. Hesar afturvendandi kanningarnar eru mettar at kosta umleið 20.000
kr. fyrstu vikuna og so 5.000 kr. eftirfylgjandi vikur, ið tøka er.
Afturat nevndu kanningum og eftirlitum er eisini neyðugt, at umsiting av loyvum og
eftirlitsmyndugleikin verða raðfest til hesa nýggju aling. Eisini er umráðandi at miðla
úrslit út á ein portal, soleiðis at best kann fyribyrgjast, at fólk gerast sjúk av at eta
skeljar.
Aling av tvískeljum er tískil sera kostnaðarmikil at fáa skipað og at halda nøktandi eftirlit við.
Hetta er somuleiðis eisini orsøkin til, at útlutan av hesum loyvum ikki hevur havt hægstu
raðfesting í sambandi við teir nýggju alihættirnar. Føroyska alivinnan er skipað við

-- 2 of 3 --

UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
3
brúkaragjøldum, har alarin sjálvur rindar fyri tænastur og eftirlit, ið krevjast fyri at røkja
alivirksemi.
Tað er trupult at ímynda sær, at t.d. ein nýggjur kræklingaalari kann fáa virksemi at bera seg
búskaparliga, um alarin sjálvur skal gjalda 300.000 kr. fyri at fáa aliøkið góðkent av fyrstan
tíð, umframt at gjalda tíggjutals túsund krónur fyri neyðugu kanningarnar í mun til dálking og
matvørutrygd.
Eg ætli mær tí í fyrsta umfari at taka spurningin upp við Fiskaaling um at gera ta fyrstu
grundleggjandi kanningina av einum møguligum skeljaaliøki. Um so er, vil tað økja um
sannlíkindini fyri, at skeljaaling kann taka seg upp í Føroyum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 25. november 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --