← Løgtingsmál

52-042/2020

Rúsevni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
042.20 Svar til B. Sandoy fra J.Niclasen - rúsevni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 18. november 2020
J. nr.: 20/00516-2
Svar uppá fyrispurning nr. 42/2020 eftir tingskipanini §52a
Fyrispurningur frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni
í fíggjarmálum, um rúsevni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er starvsfólkaorkan hjá tolleftirlitinum vaksin samsvarandi vøkstrinum í innflutninginum seinastu
20 árini?
2. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 hevur landsstýrismaðurin svarað Fíggjarnevndini,
at TAKS í 2020 hevur styrkt tolleftirlitið við einum tollara. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er
nøktandi fyri at tálma innflutninginum av ólógligum rúsevnum til Føroya?
Svar til spurning 1 og 2:
Royndir úr øðrum londum vísa, at avbjóðingin við rúsevnum er, at um eftirspurningur er, finna
rúsevni alskyns vegir uttanum eftirlit. Eftirlitið er sera umráðandi, men sambært serkønum er
trupulleikin við rúsevnum fyrst og fremst ein sosialur trupulleiki, sum skal loysast við samstarvi
millum sosialu-, heilsu- og skúlamyndugleikar saman við eftirlitsmyndugleikanum TAKS og
løgregluni. Tí fer landsstýrið nú at taka stig til, at hesir myndugleikar fara saman í eitt nýtt samstarv
at basa hesum trupulleika. Vit kunnu kalla tað eitt víðkað SSP - samstarv.
Starvsfólkaorkan hjá tolleftirlitinum er ikki vaksin samsvarandi vøkstrinum í innflutninginum
seinastu 20 árini. Taks umskipar arbeiðið á tolldeildina við virknað frá 2021. Á tolldeildini hjá TAKS
eru umleið 20 starvsfólk. TAKS hevur styrkt tolleftirlitið við einum tollara í 2020. Harafturat er
neyðugt áhaldandi at styrkja tolleftirlitið komandi árini. Tað krevur íløgur í meira tøkni, men eisini
fleiri starvsfólk við røttu førleikunum. Neyðugt verður at raðfesta hetta saman við TAKS komandi
árini - treytað av politiskari undirtøku.
TAKS arbeiðir eisini við at effektivisera arbeiðsgongdir og við talgilding á tolløkinum soleiðis, at
meira arbeiðsorka so líðandi verður tøk til beinleiðis eftirlit. Tolllógin verður eisini endurskoðað í
løtuni, og hetta fer eisini í ávísan mun at bøta um.
Tinganes, 18. november 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
042.20 Spurningur fra B. Sandoy til J.Niclasen - rúsevni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 42/2020
Brandur Sandoy
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um rúsevni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum,
Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Er starvsfólkaorkan hjá tolleftirlitinum vaksin samsvarandi vøkstrinum í
innflutninginum seinastu 20 árini?
2. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 hevur landsstýrismaðurin
svarað Fíggjarnevndini, at TAKS í 2020 hevur styrkt tolleftirlitið við einum
tollara. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er nøktandi fyri at tálma
innflutninginum av ólógligum rúsevnum til Føroya?
Viðmerkingar:
Rúsevnini síggja út til at floyma ótálmaði til Føroya.
Frá ungfólki frættist, at tey javnan fáa í boði at keypa sær ólóglig rúsandi evni.
Seinastu tíðina hevur rættiliga borið av, og sær tað út til, at nú eru rúsevni eisini at
finna millum skúlaungdóm í skúlatíð.
Ungdómurin er okkara dýrasta tilfeingi, øll framtíð landsins liggur í hondunum á
ungdóminum. Tað er tí sera óhugnaligt at verða vitni til, at ein munandi partur av
okkara ungdómi kemur í samband við ólóglig hørð rúsevni dagliga.
Avleiðingarnar eru ógvusligar av nógvu rúsevnunum. Alt frá tí at goldið verður fyri
hendan rúsin við seksuellum tænastum, sigst, til at heilar familjur fara í knús,
hjúnaskilnaðir, og at foreldur ikki fáa røkt sítt arbeiði vegna vøkunætur og hartil
hoyrandi sjúkrameldingar vegna strongd. Fyri ikki at tala um heilsuligu
trupulleikarnar, ið ungdómur okkara fær upp á sikt av hesum vandamiklu rúsevnum.
Innflutningurin til Føroya er vaksin sera nógv seinastu árini, meðan tað hoyrist, at
orkan til eftirlitið ikki hevur fylgt við, og at tørvur er á fleiri størvum innan tolleftirlit.
Sjálvt um TAKS hevur sett ein tollara afturat í 2020, er lítið sum bendir á, at hetta er
nøktandi fyri at minka um nøgdirnar av ólógligum rúsandi evnum í Føroyum.
Samfelagsliga er hetta ein stórur trupulleiki, og tí mugu vit sum ábyrgdarhavandi taka
málið í álvara, og ikki seta kikaran fyri blinda eygað, væntandi at hesin trupulleikin
bara hvørvur aftur av sær sjálvum.
Tí verður hesin spurningurin settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 5. november 2020
Brandur Sandoy

-- 1 of 1 --