← Løgtingsmál

52-041/2020

Skúlaheimið í Marknagili

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
041.20 Svar til B. Hammer fra J. av Rana - Skúlaheimið í Marknagili.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 17. november 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-101
Svar
upp á
fyrispurning nr. 41/2020 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúlaheiminum í
Marknagili, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at
svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat er langtíðarætlanin við Skúlaheiminum í Marknagili?
2. Nær verða átrokandi ábøturnar gjørdar á Skúlaheiminum?
3. Fara búsitandi á Skúlaheiminum at fáa umstøðurnar aftur, sum eru tiknar frá teimum, eftir
at Glasir lat upp?
4. Ætlar landstýrismaðurin at arbeiða fyri, at lærlingar, sum skulu til meginøkið at búgva í
lærutíðini í samband við skúlagongdina, fáa avsláttur í leiguni á Skúlaheiminum komandi
árini?
Svar
Til 1: Frá byrjan av var skúlaheimið ætlað lærlingum, sum koma frá økjum, har ferðasambandið
er ein forðing fyri, at tey kunnu búgva heima. Ásannandi, at ferðasambandið seinastu árini er
nógv broytt til tað betra, umframt at broytingar eru fyri framman, er tørvur á, at ein eftirmeting
verður gjørd, og at støða verður tikin til, um skúlaheimið framhaldandi skal virka eftir kendu
ásetingunum, ella um møguligar broytingar skulu gerast. Hetta er eitt mál, sum verður tikið upp
saman við skúlanum.
Til 2: Síðani skúlaheimið varð tikið í nýtslu í 1976, eru neyðugar umvælingar gjørdar uttan- og
innandura, men skúlaheimið er ikki høvuðsumvælt. Roynt verður tó allatíðina at fríðka um, og
skúlin ger sjálvur viðlíkahaldið, sum verður gjørt innandura.
Tíðarinnar tonn hevur eisini her sett síni merki, og tørvur er í dag á eini grundleggjandi
nútímansgerð, sum eisini verður partur av eftirmetingini, sum nevnd er í svarinum til spurning 1.
Til 3: Sambært leiðsluni á Glasir verða uppihaldsstova, kantinan og partvís hølir í
kjallarahæddini í skúlaheiminum brúkt til undirvísing. Hóast hetta, metir leiðslan á Glasi, at
næmingarnir sum heild eru rímiliga væl nøgdir við umstøðurnar í skúlaheiminum. Nýggjur

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
samskipari í skúlaheiminum er nýliga settur, og saman við honum verður allatíðina arbeitt við at
betra um trivnaðin hjá næmingunum, og ábøtur verða gjørdar í tann mun skúlin hevur orku til
hetta.
Til 4: Hetta er ikki eitt mál, sum hevur verið viðgjørt áður, men spurningurin verður tó partur av
tí eftirmeting av skúlaheiminum, sum verður gjørd.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
041.20 Spurningur fra B. Hammer til J. av Rana - Skúlaheimið í Marknagili.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Bjarni Hammer Nr. 41/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur viðvíkjandi Skúlaheiminum í Marknagili, settur landsstýrismanninum
við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvat er langtíðarætlanin við Skúlaheiminum í Marknagili?
2. Nær verða átrokandi ábøturnar gjørdar á Skúlaheiminum?
3. Fara búsitandi á Skúlaheiminum at fáa umstøðurnar aftur, sum eru tiknar frá teimum, eftir at
Glasir lat upp?
4. Ætlar landstýrismaðurin at arbeiða fyri, at lærlingar, sum skulu til meginøkið at búgva í
lærutíðini í samband við skúlagongdina, fáa avsláttur í leiguni á Skúlaheiminum komandi
árini?
Viðmerkingar:
Skúlaheimið í Marknagili hevur verið síðani 1976, við sínum 51 kømrum, og er tryggi
bústaðurin hjá lærlingum kring landið. Sjálvt um Skúlaheimið hevur verið afturúrsiglt, hvat
viðlíkahaldi viðvíkur, so er tað helst enn í dag størsti savningarmiðdepilin fyri lærlingar,
serliga úr Suðuroynni og Sandoynni. Sjálvt um bygningurin ikki er raðfestur seinastu mongu
árini, so hevur trivnaðurin millum lærlingarnar á Skúlaheiminum verið í hásæti og hevur
knýtt nógv vinarbond fyri lívið. Í uppihaldsrúmunum og felagskøkinum í heiminum hittast
lærlingar til gaman og álvara eftir skúlatíð.
Seinastu tíðina hevur trivnaðurin eisini fingið eitt skot fyri bógvin, tí avgerð er tikin um, at
stásiligi, stóri og nýggi grannabygningurin Glasir, orsakað av plásstroti, hevur yvirtikið stórar
partar av Skúlaheiminum til undirvísing m.a. uppihaldsrúmini og felagskøkin í heiminum, har
lærlingar hittast til gaman og álvara eftir skúlatíð.
Leiðslan á Skúlaheiminum hevur gjøgnum áratíggju gjørt vart við trupulleikan av manglandi
raðfesting og viðlíkahaldi. M.a. eru tvær frágreiðingar frá ávikavist 2012 og 2016 gjørdar um
støðuna á heiminum, sum neyvt lýsa støðuna og átrokandi uppraðfestingarnar, sum heimið
veruliga hevur tørv á. Skúlaheimið treingir til høvuðsumvæling av øllum kømrunum, serliga
eru tað vesi- og baðirúmini, sum eru niðurslitin, eins og innbúgvið, sengur, borð o.l., sum eru
frá 1976, er nógv slitið. Mitt í 90unum blivu vindeygu skift og útsíðurnar klæddar, men veður
og vindur og árini hava veruliga sett síni spor.
Ætlanin við Skúlaheiminum var, at tað skuldi vera eitt heim, har næmingar sova, eta allar
máltíðir og njóta frítíðina saman við øðrum næmingum. Manglandi viðlíkahald av heiminum,
og tað at Glasir hevur yvirtikið partar av heiminum, hevur ávirkan á trivnaðin á staðnum.
Tá lærlingar skulu á skúlabonk í Tórshavn, verða serliga tey, sum er noydd at flyta til Havnar,
m.a. úr Suðuroynni, hart rakt fíggjarliga. Lærlingar eru vanliga í skúla 20-40 vikur í senn. Tí
kann tað vera sera trupult hjá hesum lærlingum at fáa endarnar at røkka saman, til bara mest
neyðugu útreiðslurnar til ferðing, mat og innivist í skúlatíðini. Sostatt eru hesir lærlingar ikki
javnsettir við aðrar í skúlatíðini.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 4. novembur 2020
Bjarni Hammer

-- 2 of 2 --