52-040/2020
Álvarsomu støðuna í ferðavinnuni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. nov. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
040.20 Svar til B. Samuelsen fra H. Abrahamsen - álvarsomu støðuna í ferðavinnuni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ 1 Dagf.: 17. november 2020 Mál nr.: 20/02153 Svar upp á fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um álvarsomu støðuna í ferðavinnuni at svara skrivliga eftir TS § 52 a Fyrispurningur: 1. Hevur landsstýrismaðurin lagt eina ætlan fyri at hjálpa ferðavinnuni, so hon skjótt kann koma á beinini aftur, tá støðan við koronu er avhæsað? 2. Umhugsar landsstýrismaðurin heilt ella lutvíst at endurnýggja hjálparpakkarnar, sum eru farnir úr gildi, til dømis leingja teir til næsta vár, ella annað? 3. Hvussu metir landsstýrismaðurin støðuna vera hjá ferðavinnuni, serliga tí parti av vinnuni, sum hevur mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum orsakað av koronu? 4. Hvussu væl metir landsstýrismaðurin, at hjálparpakkarnir hava hjálpt mest útsettu ferðavinnuni, og hava teir hjálpt vinnuni eins væl og ætlað? Svar: Til nr. 1 og nr. 2 Eftir at korona-farsóttin fór at gera um seg tíðliga í vár, og nógv virksemi í føroyska samfelagnum varð lagt meira og minni stilt fyri at byrgja upp fyri smittuni, vórðu fleiri tiltøk sett í verk við sonevndum hjálparpakkum. Hjálparpakki I Millum annað varð sett í verk ein lønarískoytisskipan í regi av ALS, sbr. løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging, sum hevði gildi til 30. juni 2020. Hjálparpakki II Við hjálparpakka II varð lønarískoytisskipanin longd til 31. august 2020, sbr. løgtingslóg nr. 96 frá 23. juni 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Eisini varð við hjálparpakka II sett í gildi skipan um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur, sbr. løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19. Stuðul kundi veitast fyri fastar útreiðslur í tíðarskeiðinum 1. apríl 2020 til 31. juni 2020. Hjálparpakki III -- 1 of 5 -- UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ 2 Stuðulsskipan til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í tíðarskeiðinum 12. mars 2020 til 31. august 2020, varð sett í verk við løgtingslóg nr. 97 frá 23. juni 2020 um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19. Við løgtingslóg nr. 95 frá 23. juni 2020 um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID- 19, vórðu møguleikar skaptir fyri, at Framtak í størri mun kann veita ferðavinnufyritøkum váðafúsa fígging við ábyrgdarláni ella eginpeningi í sambandi við koronakreppuna, við at landið eftirgav 30 mió. kr. av restláninum upp á 60 mió. kr. til grunnin. Eftir løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 2020 um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) kann matstovum og útskeingarstøðum verða veittur stuðul, um landsstýrismaðurin tekur avgerð um, at vanligu afturlatingartíðirnar til áðrenn kl. 02:00 ella at minka mest loyvda tal av gestum. Løgtingslógin hevði gildi til 31. august 2020. Í løtuni er uppskot um at leingja hesa skipan til viðgerðar í Løgtinginum. Neyðugar tillagingar Øll hava áhuga í at minka smittuvandan, men kostnaðurin av at virksemið í samfelagnum verður lagt meira og minni stilt, rakar nakrar partar av búskapinum harðari enn aðrar. Í hesi serstøku støðuni var neyðugt taka heilt serstøk stig fyri at stuðla fyritøkum, sjálvstøðugum og løntakarum. Tað hevði bráðskund m.a. at tryggja gjaldførið til fyritøkurnar. Í teimum hjálparpakkum, sum vórðu gjørdir og settir í verk í skundi, vóru átøk, sum í nýggjari tíð eru óvanlig, undir hesum stuðul til at rinda fastar útreiðslur og lønarískoytisskipan fyri løntakarar, sum vórðu sendir heim. Talan var um fíggjarliga fyrstuhjálp at loysa ein bráðfeingis trupulleika. Nevndu tiltøk vórðu sett í verk fyri at halda hondina undir fyritøkum og arbeiðsplássum, og vóru ætlað sum fyribils loysnir og ikki sum varandi loysnir, men at vælriknar fyritøkur skjótast gjørligt aftur eiga at klára seg sjálvar. Verða hjálparpakkarnir varðveittir í ov langa tíð, kann tað forða fyri neyðugum tillagingum í vinnuni. Í byrjanarstøðu er støða landsstýrisins, at hjálparpakkarnir sum heild ikki eiga at verða longdir. Metingar um møgulig tiltøk Hinvegin síggja vit, at hóast koronustøðan í Føroyum er góð í løtuni, so vaksa smittutilburðirnir uttanlands við miklari ferð og landamørkini eru tí framvegis stongd. Hetta hevur sjálvandi stóra ávirkan eisini í Føroyum og serliga í ferðavinnuni, sum er hart rakt av, at talið av ferðandi til landið er minkað heilt munandi, og sum tí hevur mist stóran part av inntøkugrundarlagnum. Landsstýrið fylgir við gongdini í samfelagnum orsakað av korona, undir hesum støðuni og gongdini í ferðavinnuni. Samskifti er við Ferðavinnufelagið og hevur fundur nýliga verið við felagið um støðuna. Tað er ikki gjørd nøkur ítøkilig ætlan um at hjálpa ferðavinnuni, men tað verða áhaldandi gjørdar metingar av, hvørt neyðugt er við tiltøkum. Eg fari at umrøða støðuna í ferðavinnuni við landsstýrið í næstum. Í hesum sambandi fyrireikar Umhvørvis- og vinnumálaráðið tilfar at nýta sum grundarlag undir einum orðaskifti um støðuna í vinnuni. -- 2 of 5 -- UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ 3 Til nr. 3 Fundur hevur, sum nevnt, verið við Ferðavinnufelagið, sum hevur gjørt metingar av støðuni í ferðavinnuni. Ferðavinnufelagið metir, at umsetningurin í ferðavinnuni er fallin munandi samanborið við 2019, hjá ferðaskrivstovunum uml. 90%, hjá gistingarhúsunum millum 60-80%, matstovur uml. 40-50%, bussfeløg uml. 85 - 95 %, upplivingar uml. 60 % og bilútleigarar uml. 95%. Bilútleigarar vóru ikki fevndir av hjálparpakka 3 til ferðavinnuna. Ferðavinnufelagið sigur, at fyritøkurnar hava tillagað virksemið, samstundis sum tað verður tryggjað, at fyritøkurnar hava skipanir tøkar, tá ið gongd kemur á aftur. Ferðavinnufelagið metir, at tørvur er á hjálp til tær føstu útreiðslurnar og lykastarvsfólkini fyri at klára seg gjøgnum veturin. Samanumtikið heldur Ferðavinnufelagið, at allar greinar í ferðavinnuni hava trupult við at svara hvørjum sítt, til ferðavinnan fær umstøður at taka seg upp aftur. Likviditeturin er lítil, tí hóast summarið hjá summum pørtum av ferðavinnuni hilnaðist heilt hampiligt, orsakað av størri innlendis ferðavinnu, so er afturgongdin tó so stór, at avlopið ikki er til staðar, sum skuldi bera fyritøkurnar gjøgnum lágárstíðina. Ferðvinnufelagið metir tí, at fyritøkunum tørvar hjálp til fastar útreiðslur og til kjarnustarvsfólk, og vinnan metir ikki, at tað er lán sum tørvar, men stuðul. Gongdin í gistingarhús- og matstovuvinnuni Sambært hagtølum frá Hagstovuni, so er støðan innan gistingarhús- og matstovuvinnuna batnað nógv síðani ringast stóð til í vár. Hóast virksemið í hesi vinnu enn er merkt av korona, so nærkast útgoldnu lønirnar teimum, ið mánaðarliga vórðu útgoldnar á heysti 2019. Sostatt vóru tað í oktober 2020 einans útgoldnar 1,3 mió. kr. minni í løn enn í oktober 2019. Sama mynstur ger seg galdandi fyri talið av løntakarum. Sum sæst í talvuni, so eru bert 21 færri løntakarar í oktober 2020 enn tað vóru í oktober 2019. -- 3 of 5 -- UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ 4 Út frá talvunum kann staðfestast, at hvørki lønarútgjaldingar ella tal av starvsfólkum eru fallin eins nógv og roknast kundi við. Lønargjaldingar og tal av starvsfólki siga tó ikki í sær sjálvum allan sannleikan um støðuna í ferðavinnuni. Millum annað siga hesi tølini einki um, hvørt raksturin hjá fyritøkunum, sum hava starvsfólk og rinda teimum løn, hongur saman. Hugsast kann, at í hvussu er nakrar fyritøkur – hóast tær hava starvsfólk og rinda lønir – í løtuni hava rakstrarhall, ið so ella so skal fíggjast. Til nr. 4 Í uppskotinum til løgtingslóg um stuðul til vinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 varð mett, at lógaruppskotið hevði við sær eina meirútreiðslu fyri landið í 2020 upp á uml. 80 mió. Metingin av fíggjarligu avleiðingunum fyri landið í uppskotinum til løgtingslógina um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID- 19 varð ein meirútreiðsla í 2020 upp á uml. 30-40 mió. Útreiðslur landskassans eftir løgtingslóg um stuðul til vinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 Uppgerðin hjá TAKS, sum seinast dagførd 24. august 2020: Umsóknir Tal Avgreiddar umsóknir 122 Herav: Tap 40-60% 30 Gistingarhús- og matstovuvinnan Lønargjaldingar og løntakarar pr. mánaða 2019 og 2020 Útgoldin løn 2019 (mió.kr.) Útgoldin løn 2020 (mió.kr.) Munur millum 20 og 19 Løntakarar 2019 Løntakarar 2020 Munur millum 20 og 19 Jan 11,3 11,6 0,3 782 773 -9 Feb 11,4 11,6 0,2 758 732 -26 Mar 11,6 9,9 -1,7 782 745 -37 Apr 13,3 3,9 -9,4 824 298 -526 Mai 13,6 6,3 -7,3 842 468 -374 Jun 15,3 9,0 -6,3 880 604 -276 Jul 16,8 13,0 -3,8 911 717 -194 Aug 16,5 13,7 -2,8 918 780 -138 Sep 15,0 13,1 -1,9 841 745 -96 Okt 14,2 12,9 -1,3 810 739 -71 -- 4 of 5 -- UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ 5 Tap 60-100% 92 Óavgreiddar umsóknir 0 Útgjald Kr. Samlað 6.049.044 Miðal 49.582 Lægsta 4.421 Hægsta 240.000 Útreiðslur landskassans eftir løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 Tá freistin fyri at søkja stuðul eftir hjálparpakka 3 (ferðavinna) var farin, vóru 47 umsóknir komnar inn. Samlaða upphæddin, sum søkt varð um, var uml. 23,5 mió. kr. 21 umsóknir eru avgreiddar og kr. 11.747.554 goldnar út. Av teimum 26 umsóknunum, ið eru eftir, eru higartil 6 noktaðar, tí talan er um virksemi, ið ikki er fevnt av hjálparpakkanum til ferðavinnuna. Men her var ikki talan um tær stóru upphæddirnar. Av teimum 20 sum so eru eftir, eru 8 umsóknir upp á uml. 1 mió. kr. hvør. Restin er alt væl lægri. Væntandi verða oman fyri 20 mió. kr. útgoldnar í stuðli, tá alt er avgreitt. Stuðulsskipanirnar hava sostatt ikki verið nýttar í tann mun, sum roknað varð við. Enn er tí ov tíðliga at gera støðuna endaliga upp viðvíkjandi hjálparpakkunum. Hjálparpakkarnir hava stuðlað fyritøkunum, og uttan hjálparpakkarnar høvdu fleiri arbeiðspláss og fyritøkur verið farin fyri bakka. Tað gevur føroyska búskapinum betri grundarlag fyri at endurreisa seg, tá koronakreppan hæsar av. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 17. november 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 5 of 5 --
040.20 Spurningur fra B. Samuelsen til H. Abrahamsen - álvarsomu støðuna í ferðavinnuni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Bjørt Samuelsen nr. 40/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um álvarsomu støðuna í ferðavinnuni, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hevur landsstýrismaðurin lagt eina ætlan fyri at hjálpa ferðavinnuni, so hon skjótt kann koma á beinini aftur, tá støðan við koronu er avhæsað? 2. Umhugsar landsstýrismaðurin heilt ella lutvíst at endurnýggja hjálparpakkarnar, sum eru farnir úr gildi, til dømis leingja teir til næsta vár, ella annað? 3. Hvussu metir landsstýrismaðurin støðuna vera hjá ferðavinnuni, serliga tí parti av vinnuni, sum hevur mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum orsakað av koronu? 4. Hvussu væl metir landsstýrismaðurin, at hjálparpakkarnir hava hjálpt mest útsettu ferðavinnuni, og hava teir hjálpt vinnuni eins væl og ætlað? Viðmerkingar: Ferðavinnan er meint rakt av koronu, og partar av vinnuni hava mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum. “Støðan er álvarslig hjá flestu veitarum í ferðavinnuni. Meðan tað eru fyritøkur, sum hava mist upp í 90 prosent ella meira av sínum umsetningi, so hevur vinnan undir einum helst mist upp móti 75 prosentum av samlaðu inntøkunum”, verður stjórin Visit Faroe Islands endugivin fyri at siga í blaðnum VIKUSKIFTI. Í vár tóku flokkarnir á tingi allir undir við at gera átøk fyri at hjálpa vinnuni, so vinnan hevði møguleika at hóra undan koronu, og fyri at bjarga arbeiðsplássum í ferðavinnuni. Fleiri í vinnuni hava víst á, at hjálparpakkarnir hava verið ov avmarkaðir og virkaðu í alt ov stutt tíðarskeið. Løgtingið viðger í løtuni hjálparpakka til flogvinnuna fyri oman fyri 100 mió. kr. Somuleiðis viðger Løgtingið uppskot um heimild at avmarka og/ella steingja matstovur og skeinkingarstøð, ið, um heimildin verður brúkt, fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur samsvarandi hjálparpakka. Eingi onnur boð ella signal um hjálp til restina av útsettu ferðavinnuni eru komin úr landsstýrinum. Stórir partar av ferðavinnuni kenna seg tí tala fyri deyvum oyrum, sum fleiri úr vinnuni hava víst á í miðlunum. Arbeiðsloysið er lágt, so fólk, sum missa størv í ferðavinnuni, fáa í flestu førum annað arbeiði. Ferðavinnan bløðir, ikki bert fíggjarliga, men eisini tí hon missir fakliga væl skikkað fólk, marknaðir og hjá fleiri stendur húsagongd í durinum. Vinnan kann læna pening, men nógvar av fyritøkunum hava ikki møguleika at skuldarbinda seg enn meira. Útsett mvg fyri 1. ársfjórðing fellur til gjaldingar 16. november, sum er eyka byrða hjá fleiri, eisini hóast tey fáa avdráttaravalu við TAKS. Verður bakkastið ov stórt fyri ferðavinnuna, fer hetta at síggjast sera væl aftur í føroyska búskapinum. Á Løgtingi, 5. november 2020 Bjørt Samuelsen -- 1 of 1 --