52-039/2020
Plastdálking
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. nov. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
039.20 Svar til I. D. Strøm fra H. Abrahamsen - plastdálking.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar uppá fyrispurning frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 39/2020 viðvíkjandi viðvíkjandi plastdálking Spurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera reglur fyri at basa plastdálking frá grótspreingingum? 2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri at basa plastdálking á landi og sjógvi í Føroyum næstu árini? Svar: 1. Landsstýrismaðurin metir ikki, at trupulleikin við plastdálking frá spreingileidningum kann loysast við at gera ítøkiligar reglur um plast frá spreinging av gróti, og hevur tí í løtuni ikki ætlanir um slíkar reglur. Sambært lógini um umhvørvisvernd er bannað at dálka áir, vøtn, hav o.a., og hava øll tí skyldu til at forða fyri og avmarka dálking mest møguliga. Tó kann vera trupult at støðga øllum útláti, men eiga vit at gera okkara besta fyri at minka um alt dálkandi útlát. Umhvørvisstovan krevur, at arbeiði at gera tunlar og stór grótbrot umframt útfylling av gróti á sjógv, har plast er í grótinum, skulu hava umhvørvisgóðkenning. Í tunlum stavar plast eisini frá betonginum, sum verður brúkt til at klæða tunlarnar innan. Okkum vitandi er armeringsplast higartil ikki brúkt í Føroyum Í umhvørvisgóðkenningum verða settar treytir um at avmarka nøgdina av plasti, sum fer út í náttúruna við at krevja, at spillivatn frá arbeiðinum í tunlum verður reinsað. Til útfyllingar út á sjógv verður kravt, at byrgingar verða settar upp fyri at forða plastinum at spjaða seg. Eisini er ein fyrimunur, um grót verður fylt við lastbili frá landi, heldur enn frá grótprámi, tí tá liggur meira plast eftir í útfyllingini. Tað finnast spreingiskipanir, sum ikki brúka plastleidningar, men hetta er ein væl dýrari loysn enn at spreingja við leiðingum, sum gjørt verður í dag, og verða hesar skipanirnar enn ikki nýttar í okkara grannalondum, tí at neyðuga vitanin og mannagongdirnar framvegis ikki eru tøkar. Væntandi verða hesar skipanir framvegis mentar og ódýrari í framtíðini, og verður tí umhugsað at seta krav um at brúka spreingiskipanir, sum ikki brúka plastleidningar. 2. Plast er eitt bíligt og haldgott tilfar, sum verður nógv brúkt bæði í húsarhaldum og vinnu, sum eitt nú pakkitilfar, byggitilfar, klæði, bildekk, máling, fiskireiðskap og mangt annað. -- 1 of 2 -- Men ein trupulleiki við plasti er júst, at tað er sera haldgott, og verður ein trupulleiki, um tað endar í náttúruni, har tað nærum ikki verður niðurbrotið av smáverum, men pettað sundur í smærri og smærri bitar av veðri og vindi, og endar sum sonevnt mikro- og nanoplast. Tíbetur hava Føroyar eina vælvirkandi renovatiónsskipan, sum í stóran mun tryggjar, at burturkastið verður viðgjørt á rættan hátt, og at meiri og meiri av burturkastinum verður endurnýtt. Arbeitt verður við at endurskoða kunngerðina um burturkast, har tað m.a. verður miðað eftir at fyribyrgja burturkasti, og at ringbúskapur verður berandi. Tað er m.a. at leingja livitíðina hjá vørum og tilfari, og at vit í størri mun fara burtur frá at brúka og tveita burtur. Eisini verður umhugsað at áseta eina sonevnda framleiðaraábyrgd, sum áleggur framleiðarum og innflytarum av vørum at stíla fyri og fíggja afturtøku og handfaring av vøruni, tá hon hevur tænt fyri seg. Tað skal eggja framleiðaranum til at framleiða vørur, sum eru lættari at endurvinna og ikki innihalda umhvørvisskaðilig evni. Ein týðandi táttur í at fyribyrgja dálking er eitt nú at kunna borgarar og virki um, hvussu tey kunnu fyribyrgja og minka nøgdina av plasti, hvussu innsavning og viðgerð av burturkasti er skipað, og hvussu burturkastið skal skiljast. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 11. november 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
039.20 Spurningur fra I. D. Strøm til H. Abrahamsen - plastdálking.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm nr. 39/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur viðvíkjandi plastdálking, settur landsstýrismanninum við umhvørvismálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera reglur fyri at basa plastdálking frá grótspreingingum? 2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri at basa plastdálking á landi og sjógvi í Føroyum næstu árini? Viðmerkingar Plastdálking er ein stórur trupulleiki í heiminum í dag. Mett verður, at í 2050 verður meir av plasti enn av fiski í heimsins høvum, um hildið verður á fram á sama hátt. Í dag verður bert 5 % av plasti endurnýtt, 40 % verður tyrvt ella brent, og restin endar her og har - í náttúruni á landi og sjógvi.1 Í Føroyum dálka vit eisini. Stutt síðan vóru biofiltur frá alivinnuni funnin í hópatali í náttúruni; vit vita, at spreingileidningar reka til havs og dálka aðrastaðni í náttúruni, at vrakað graslíki liggur og rekst, og at plastpetti av plast-ballaðum hoyggi slítast av og enda í haga og fjøru. Eingin lóg verjir náttúruna móti hesi dálking, sum nú er. Tó sigur Umhvørvisstovan, tá talan er um grót, ið er sprongt við plast-spreingileidningum, at høvuðsreglan er, at tað er bannað at koyra grót á sjógv, sum er dálkað við plasti ella øðrum dálkandi evnum. Nýggj norðurlendsk frágreiðing sigur, at til ber at minka útlátið av plasti frá grótspreingingum við í minsta lagi 75 %. Átøkini, sum eru nevnd í frágreiðingini, umfata bæði betri planlegging, so tað slepst undan at nýta plastið, og uppskot til, hvussu plastið kann savnast innaftur. Plastdálkingin stavar frá spreingileidningum og størri plastlutum, men eisini frá mikroplasti, serliga úr armeringsplasti. Her er óivað ein rúgva av hugskotum til, hvussu vit betur fáa vart náttúruna móti plastdálking. Á Løgtingi, 3. november 2020 Ingilín Didriksen Strøm 1 World Economic Forum og Ellen Mc Arthur Foundation, https://www.ellenmacarthurfoundation.org/publications/the-new-plastics-economy-rethinking- the-future-of-plastics -- 1 of 1 --