← Løgtingsmál

52-038/2020

Eftirlitið við útlendskum fiskiskipum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
038.20 Svar fra J. Vestergaard til J. Joensen - eftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Postboks 208
110 Tórshavn
Stjórnarskrivstovan
17. november 2020
Mál: 20/00485-4
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 38/2020
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 38/2020 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Fyrispurningur viðvíkjandi eftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum,
settur landsstýrismanninum við fiskivinnumálum Jacobi Vestergaard (at svara
skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað er eftirlit við føroyskum fiskiskipum í
Barentshavinum og um so er, hvussu hetta er skipað og hvør rindar?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað er eftirlit við útlendskum fiskiskipum í
føroyskum sjógvi, og um so er, hvussu hetta er skipað og hvør rindar?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er tørvur á at herða eftirlitið við útlendskum
fiskiskipum, sum fiska á okkara leiðum? Um so er, hvussu nógv hægri játtan skal til
fyri at hava nøktandi eftirlit í føroyskum sjógvi?
Svar:
Til spurning 1.
Eftirlitið við føroyskum skipum, sum reka fiskiskap í Barentshavinum, verður framt
av norskum og russiskum myndugleikum.
Í sambandi við fiskiskap í russiska partinum í Barentshavinum verður eftirlit umborð
á føroyskum skipum framt av russiskum eftirlitsfólkum, ið verða sett umborð á
ávísum staði, tá skipini byrja túr. Eygleiðararnir fáa frían kost umborð, men skipið
ber ongar lønarútreiðslur av eygleiðararunum.
Tá talan er um føroyskan fiskiskap í norskum sjógvi, verður eftirlit framt av manning
frá norskum eftirlitsskipum (Kystvakten). Noreg ber útreiðslurnar av teirra arbeiði.
Vørn hevur eftirlit við, at einstaka skipið heldur seg innan fyri tillutaðu nøgdirnar at
fiska í Barentshavinum.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Til spurning 2.
Føroyskir myndugleikar (Vørn), saman við donsku verjuni, fremja eftirlit við
útlendskum skipum í føroyskum sjógvi. Eftirlitsvirksemið hjá Vørn verður fíggjað á
Løgtingsins fíggjarlóg. Danska verjan ber kostnaðin av teirra eftirlitsvirksemi.
Til spurning 3.
Vørn fremur og lagar eftirlitið til ta játtan, sum Løgtingið veitir sambært fíggjarlógini.
Skal eftirlitið herðast, skal ein størri játtan til. Hesum hevur undirtøka ikki verið fyri
seinastu árini.
Vørn hevur borið fram, at ynskiligt hevði verið at havt møguleika at kannað útlendsk
skip meira, enn gjørt verður nú. ”Tjaldrið” er bert mannað helvtina av tíðini, tí Vørn
ikki hevur neyðuga játtan á fíggjarlógini at reka bæði “Brimil” og “Tjaldrið” við fullari
manning.
Um ”Tjaldrið” verður mannað alt árið og fer at luttaka aktivt í eftirlits- og
hjálparuppgávum, metir Vørn, at meirútreiðslan hevði verið einar 5,8 mió. kr.
Landsstýrismaðurin kann sambært sjófeingislógini gera reglur um skyldu at hava
eygleiðarar umborð at gera kanningararbeiði í sambandi við fiskiveiðu. Vørn hevur
kunnað um, at ein skipan við eygleiðarum hevði stuðlað undir eitt munadyggari
eftirlit.
Í sambandi við, at kunngerðirnar um fiskiskap hjá fremmandum tjóðum í føroyskum
sjógvi verða endurnýggjaðar frá ársbyrjan 2021, verður umhugsað at víðka um
møguleikarnar hjá Vørn at hava eygleiðarar umborð á fremmandum skipum.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
038.20 Spurningur til J. Vestergaard fra J. Joensen - eftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 38/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur viðvíkjandi eftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum, settur
landsstýrismanninum við fiskivinnumálum Jacobi Vestergaard (at svara skrivliga eftir
TS § 52 a)
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað er eftirlit við føroyskum fiskiskipum í
Barentshavninum og um so er, hvussu hetta er skipað og hvør rindar?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað er eftirlit við útlendskum fiskiskipum í
føroyskum sjógvi, og um so er, hvussu hetta er skipað og hvør rindar?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er tørvur á at herða eftirlitið við útlenskum
fiskiskipum, sum fiska á okkara leiðum? Um so er, hvussu nógv hægri játtan skal til
fyri at hava nøktandi eftirlit í føroyskum sjógvi?
Viðmerkingar
Fiskiveiðuavtalurnar við fremmandar tjóðir eru sera týdningarmiklar fyri okkara
veiðumøguleikar í útlendskum sjógvi. Í hesum millumtjóðasamstarvi innan fiskivinnu troyta
m.a. russar, norðmenn og íslendingar okkara sjóøki sum býti fyri, at vit troyta teirra sjóøki.
Tá slíkar avtalur verða gjørdar, er neyðugt at hava eftirlit við, um avtalurnar verða hildnar,
skulu vit tryggja okkum, at býtið er rættvíst; at nøgd og fongur samsvara við tað, sum er
avtalað.
Fyri at fáa betri innlit í viðurskiftini viðvíkjandi eftirliti við ávikavist føroyskum og
útlendskum fiskiskipum, verður hesin fyrispurningur settur landstýrismanninum.
Á Løgtingi, 3. november 2020
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --