← Løgtingsmál

52-036/2020

MVG endurrindan og støðuna hjá smærri vinnurekandi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
036.20 Svar til I.D.Strøm fra J.Niclasen vidv MVG endurrindan og støðuna hjá smærri vinnurekandi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 2. november 2020
J. nr.: 20/00501
Viðgjørt: BAB
Svar upp á fyrispurning nr. 36/2020 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um MVG endurrindan og støðuna hjá smærri
vinnurekandi
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Veit landsstýrismaðurin, um smáar fyritøkur, ið søktu um at útseta MVG, fáa trupulleikar
við at rinda til freistina 15. november 2020?
2. Er ætlanin at gera eina serskipan fyri endurrindan fyri tær smærru fyritøkurnar, ið ikki
kunnu rinda MVG í november, so tað ikki fær lemjandi avleiðingar fyri hesar
fyritøkurnar?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakra vitan um, hvussu støðan er hjá teimum smærri
vinnurekandi sum heild?
4. Er ætlanin at seta í verk fleiri hjálparátøk fyri smærri fyritøkur, ið uppliva
langtíðarfylgjur av støðuni við COVID-19?
Svar:
Vinnuhúsið hevur gjørt vart við, at nakrar fyritøkur hava vent sær til teirra um nevnda
trupulleika. Tað merkir, at tær møguliga kunnu fáa avbjóðingar við gjaldførinum í november.
Taks hevur greitt frá, at tey meta at ein stórur partur av MVG’inum fyri 1. ársfjóðring, sum er
útsettur til 16. november, longu er avroknað.
Taks sigur, at gjørdar vera avtalur regluliga um afturgjalding. Tí hava míni boð verið til
Vinnuhúsið, at tey virkir sum ikki megna at rinda, kunnu venda sær til Taks um at fáa eina
afturgjaldsavtalu.
Tinganes, 02. november 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
036.20 Spurningur fra I.D.Strøm til J.Niclasen vidv MVG endurrindan og støðuna hjá smærri vinnurekandi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 36 /2020
Ingilín Didriksen Strøm
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um MVG endurrindan og støðuna hjá smærri vinnurekandi,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga
eftir TS § 52 a)
1. Veit landsstýrismaðurin, um smáar fyritøkur, ið søktu um at útseta MVG, fáa
trupulleikar við at rinda til freistina 15. november 2020?
2. Er ætlanin at gera eina serskipan fyri endurrindan fyri tær smærru fyritøkurnar,
ið ikki kunnu rinda MVG í november, so tað ikki fær lemjandi avleiðingar fyri
hesar fyritøkurnar?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakra vitan um, hvussu støðan er hjá teimum smærri
vinnurekandi sum heild?
4. Er ætlanin at seta í verk fleiri hjálparátøk fyri smærri fyritøkur, ið uppliva
langtíðarfylgjur av støðuni við COVID-19?
Viðmerkingar:
Fyrr í ár veitti Hjálparpakki 1 frá Føroya landsstýri neyðuga hjálp til arbeiðsfólk og
vinnur í Føroyum, ið vóru rakt av COVID-19. Millum annað valdi mann at útseta
avrokning fyri MVG. Hetta var sambært landsstýrinum fyri at styrkja gjaldførið hjá
fyritøkum. Sostatt varð innlating og avrokning fyri MVG fyri 1. ársfjórðing útsett til
15. november 2020, og sostatt nærkast vit nú hesi útsettu freistini.
Eingin ivi er um, at COVID-19 hevur rakt okkum meint og leingi. Hugsast kann, at
nógvar smærri fyritøkur, ið hava útsett, framvegis eru ógvuliga sperdar, kanska serliga
nú vit eru í lágárstíð. Harafturat vita vit ikki, um ein bylgja av nýggjum tilburðum,
eins og aðrastaðni í heiminum, eisini kemur til Føroya í vetur, og sostatt merkir, at
vinnan aftur missir inntøkugrundarlagið.
Størru fyritøkurnar fara helst at klára seg, men spurningurin er, um tað kann vera
neyðugt við eini serskipan til tær smáu fyritøkurnar, sum ikki hava sama gjaldføri. Tí
verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 30. oktobur 2020
Ingilín Didriksen Strøm

-- 1 of 1 --