52-035/2020
Teknmálstulkar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. nov. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
035.10 Svar fra E.M.Gunnleygsdóttur til B.L.Jacobsen viðv. teknmálstulkar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 11. november 2020 Mál: 20/00896-5 Tygara Skriv: Viðgjørt: Jeanette E. Blaasvær Nr. 35/2020 Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 35/2020 eftir Tingskipanini til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum frá Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmann um teknmálstulkar Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvir teknsmálstulkar eru í starvi í løtuni? 2. Hvussu nógv er talið á tulkum í starvi minkað, og hví? 3. Fáa deyv ta tænastu, ið tey hava rætt til? (t.d. læknaørindi, skúlaørindi, tiltøk í vikuskiftum, tiltøk eftir kl.16 o.s.fr.) 4. Hvat verður gjørt fyri at fáa fleiri teknsmálstulkar? 5. Nær ætlar landsstýrismaðurin, at nóg nógvir teknsmálstulkar aftur eru, so deyv fáa tær tænastur, ið tey hava rætt til? Svar: Til 1: Tað eru í løtuni trý starvsfólk í starvi í Teknmálstulkatænastuni í Almannaverkinum – tveir tulkar og eitt skrivstovufólk. Eftir ársskiftið kemur eftir ætlan ein tulkur aftur í starv eftir barsilsfarloyvi, og verða tá tríggir teknmálstulkar og eitt skrivstovufólk. Afturat hesum hevur Almannaverkið avtalur við tulkar til uppgávur, tá ið á stendur. Hetta eru teknmálstulkar, sum hava onnur størv, men hjálpa til hjá Almannaverkinum. Til 2: Í 2020 eru tveir teknmálstulkar farnir úr starvi og ein nýggjur teknmálstulkur er settur. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Til 3: Tað er enn ikki ásett, hvønn rætt deyv hava til tænastuna við teknmálstulkum. Men í nýggju lógini um almannatrygd og tænastur, sum kemur í gildi 1. januar 2021, verður ásett, at tulkur verður veittur persóni við ongari ella niðursettari hoyrn, soleiðis at hann kann taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Heimild er hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um treytir, tal av tulkatímum, býtislykil og gjald, og verður eftir ætlan kunngerð lýst, sum ásetir hesi viðurskifti, áðrenn lógin kemur í gildi. Hóast manglandi lógaráseting higartil, er og hevur tað verið siðvenja, at uppgávur sum lækna- og skúlaørindi verða raðfest fremst. Hetta hevur við sær, at tá stórur tørvur er á hesum, er minni orka til aðrar uppgávur, sum t.d. tiltøk í vikuskiftum og eftir kl. 16 vanligar dagar. Tørvurin á teknmálstulking er yvirhøvur stórur, og tað er neyðugt at raðfesta tænasturnar. Í løtuni eru tó ikki nógvar tíðarkrevjandi uppgávur, so sum tulking í sambandi við lesnað, og tí megnar teknmálstulkatænastan at raðfesta nakað av øðrum uppgávum. Til 4: Almannaverkið hevur játtan til at hava fýra teknmálstulkar í starvi, men hóast at lýst hevur verið eftir teknmálstulkum, er tað trupult at fáa sett fleiri teknmálstulkar. Almannaverkið hevur gjørt átøk fyri at fáa ung at fara undir lestur til teknmálstulk, og vónandi verða fleiri teknmálstulkar í framtíðini. Til 5: Sum greitt frá omanfyri, er ongin lógarásettur rættur fyri tænastur til deyv, men hetta verður bøtt um, tá lógin um almannatrygd og tænastur kemur í gildi 1. januar 2021. Tá verður eftir ætlan eisini kunngerð lýst, ið ásetur neyvari, hvussu nógvar ókeypis tímar og til hvørji tiltøk persónur við ongari ella niðursettari hoyrn hevur rætt til, soleiðis at hann kann taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Á fíggjarlógini er játtan til at hava fýra teknmálstulkar í starvi í teknmálstulkatænastuni hjá Almannaverkinum, og hóast at eg hevði ynskt, at tað var nóg mikið, at peningur er játtaður á fíggjarlógini, til at nøkta tørvin, vísir tað seg tíverri, at tað er trupult at fáa manna størvini í teknmálstulkatænastuni. 11. november 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Landsstýrismaður -- 2 of 2 --
035.10 spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur fra B.L.Jacobsen viðv. teknmálstulkar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 35/2020 Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um teknmálstulkar, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógvir teknsmálstulkar eru í starvi í løtuni? 2. Hvussu nógv er talið á tulkum í starvi minkað, og hví? 3. Fáa deyv ta tænastu, ið tey hava rætt til? (t.d. læknaørindi, skúlaørindi, tiltøk í vikuskiftum, tiltøk eftir kl.16 o.s.fr.) 4. Hvat verður gjørt fyri at fáa fleiri teknsmálstulkar? 5. Nær ætlar landsstýrismaðurin, at nóg nógvir teknsmálstulkar aftur eru, so deyv fáa tær tænastur, ið tey hava rætt til? Viðmerkingar: At tað ikki eru nóg nógvir teknmálstulkar ávirkar gerandisdagin hjá deyvum. Millum annað ber ikki til hjá deyvum og tunghoyrdum at fáa sær útbúgving, um teknsmálstulkar ikki eru. Teknsmálstulkar eru eisini umráðandi fyri deyv og tunghoyrd, so tey kunnu taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við hoyrandi. M.a. stendur kommunuval fyri durum, og eru ongir teknsmálstulkar er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, hjá deyvum at fylgja við í samfelagnum. Fyri at fáa greiðu á hvør støðan er við teknsmálstulkum verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 30. oktober 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --