← Løgtingsmál

52-034/2020

Teknmálstulkar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
033.20 svar fra J.a.Rana til B. L. Jacobsen - teknmálstulkar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 6. november 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-99
Svar
upp á
fyrispurning nr. 33/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, um teknmálstulkar,
settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga
eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví verða tær sendingar, sum vanliga verða tulkaðar beinleiðis í Kvf, ikki tulkaðar í
løtuni?
2. Hvussu verður tryggjað, at sendingar í sambandi við Kommunuvalið verða tulkaðar
beinleiðis?
Svar
Eg havi vent mær til Kringvarp Føroya fyri at fáa svar upp á spurningarnar, og svarini verða
endurgivin niðanfyri.
Til 1: Teknmálstulkatænastan, t.e. tænastan undir Almannaverkinum, sum tulkar sendingarnar fyri
KvF, manglar tulkar. Tað skulu tveir tulkar til fyri at tulka eina Dag og Viku beinleiðis. Í løtuni er
ein tulkur í fullum starvi og ein tulkur er í hálvum starvi. Umframt at tulka fyri Kringvarpið hava
hesir tulkar eisini aðrar uppgávur. Tí verða tíðindasendingar ikki tulkaðar beinleiðis, men verða
lagdar út so hvørt.
Kringvarpið er varugt við avbjóðingarnar á økinum. Í eini roynd at bøta um umstøðurnar hjá
teimum fáu tulkunum riggaði Kringvarpið - saman við Almannaverkinum - eitt studio til á
Almannaverkinum. Hetta skuldi gera arbeiðið meira effektivt, soleiðis at meira bleiv tulkað.
Somuleiðis hava tulkarnir møguleika at tulka beinleiðis sendingar haðani. Henda skipanin kom í
gildi í juni. Onkrar tekniskar avbjóðingar hava verið, og Kringvarpið ætlaði at fara aftur til gomlu
skipanina við studio í Kringvarpinum. Í samráð við Almannaverkið er hetta tó broytt, soleiðis, at
hildið verður fram við studio á Almannaverkinum.
Stóra avbjóðingin er framvegis talið av tulkum. Teknmálstulkatænastan verður betri mannað fyrst
í komandi ári, tá ein tulkur kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Til 2: Einasta serstaka sjónvarpssendingin í sambandi við kommunuvalið er sendingin sjálvt
valkvøldið. Tá verður sent ymsastaðni frá í Føroyum. Kringvarpið hevur gjørt avtalu við
Teknmálstulkatænastuna, soleiðis at sendingin valkvøldið verður tulkað.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
033.20 spurningur til J.a.Rana fra B. L. Jacobsen - teknmalstulkar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 33/2020
Beinta Løwe Jacobsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um teknmálstulkar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og
mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hví verða tær sendingar, sum vanliga verða tulkaðar beinleiðis í Kvf, ikki
tulkaðar í løtuni?
2. Hvussu verður tryggjað, at sendingar í sambandi við Kommunuvalið verða
tulkaðar beinleiðis
Viðmerkingar:
Fleiri deyv hava gjørt vart við, at sendingar í Kvf, sum vanliga verða tulkaðar
beinleiðis, í løtuni ikki verða tulkaðar, ella verða tulkaðar nakrar dagar seinni. Og fyri
fyrstu ferð í 25 ár var ólavssøkan sett uttan deyvatulk.
Kommunuval verður í november, men tað kann verða trupult hjá deyvum at taka lut í
okkara fólkaræði, um tey ikki fáa møguleika at fylgja við í almenna kjakinum.
Teknmál varð í 2017 viðurkent sum føroyskt mál, og eigur tí at verða viðgjørt á
jøvnum føti við talumálið.
Á Løgtingi, 27. oktober 2020
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --