← Løgtingsmál

52-033/2020

MVG-endurrindan til hitapumpur og elbilar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
034.20 Svar fra J. Niclasen til B. Samuelsen - MVG-endurrindan til hitapumpur og elbilar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. nov. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 6. november 2020
J. nr.: 20/00490-2
Viðgjørt: AP
Svar upp á fyrispurning nr. 34/2020 eftir tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um mvg-endurrindan til hitapumpur og elbilar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at leingja skipanirnar við mvg-endurrindan til elriknar
hitapumpuskipanir og til el- og vetnisbilar?
2. Umhugsar landsstýrismaðurin at víðka mvg-afturberingina til sólorku og aðrar eins góðar
og góðkendar grønar hitaskipanir?
3. Um landsstýrismaðurin ikki ætlar at leingja mvg-afturberingina, hevur hann so aðrar
ætlanir, sum kunnu eggja til og skunda undir, at húsarhald og vinna gera íløgu í grønar
hitaskipanir, og leggja um til grøna orku til upphiting og flutning?
Svar til spurning 1
Ja.
Svar til spurning 2
Landsstýrismaðurin í orkumálum upplýsir, at arbeitt verður við at orða uppskot til orku- og
veðurlagspolitikk fyri Føroyar, har sólorkuskipanir eru ein partur av “orkublandinum” fyri at
røkka málinum um 100 % grøna orkuframleiðslu á landi í 2030. Umhvørvisstovan fyrireikar eina
lýsing og greining av sólorkuskipanum, sum eitt nú kunnu setast upp á tekjur á vinnubygningum
og sethúsum, og hvørjir avgjaldslættar kunnu umhugsast hesum viðvíkjandi, fyri at skunda undir
orkuskiftið. Roknað verður við, at henda greining verður klár at leggja fyri landsstýrið í 2021.
Møguliga verða aðrar orkuskipanir, ið byggja á varandi orkukeldur, eisini lýstar í sama viðfangi.
Svar til spurning 3
Víst verður til svarið í spurningi 1.
Tinganes, 6. november
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
034.20 Spurningur til J. Niclasen fra B. Samuelsen - MVG-endurrindan til hitapumpur og elbilar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
Bjørt Samuelsen Nr. 34/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um mvg-endurrindan til hitapumpur og elbilar, settur landsstýrismanninum
við fíggjarmálum Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Ætlar landsstýrismaðurin at leingja skipanirnar við mvg-endurrindan til elriknar
hitapumpuskipanir og til el- og vetnisbilar?
2. Umhugsar landsstýrismaðurin at víðka mvg-afturberingina til sólorku og aðrar eins góðar og
góðkendar grønar hitaskipanir?
3. Um landsstýrismaðurin ikki ætlar at leingja mvg-afturberingina, hevur hann so aðrar ætlanir,
sum kunnu eggja til og skunda undir, at húsarhald og vinna gera íløgu í grønar hitaskipanir,
og leggja um til grøna orku til upphiting og flutning?
Viðmerkingar:
Skipanirnar við endurrindan av mvg fyri íløgur í hitapumpuskipanir og elbil ganga út 31.12.2020.
Tað hevur verið eitt felags politiskt mál at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu gerast 100% grønar á landi
í 2030. Týðandi táttur í hesi stremban er at fáa upphiting og ferðslu á landi lagdar um til grøna orku.
Mvg-afturberingin fyri gjørdar íløgur í hitapumpur til at hita sethús og í elbilar er ein týdningarmikil
lutur, tí fíggjarligar “gularøtur” ofta virka væl.
Undanfarna samgonga innførdi hesar og aðrar skipanir fyri at fáa sett størri ferð á grønu
umleggingina. Eisini vektgjaldskipanin fyri elbilar varð umløgd, so hon gevur fyrimun til bilar, sum
hava minst CO2 útlát og harvið dálka minst.
Tað tekur altíð tíð, áðrenn verulig gongd kemur á, og nú tað sær út til at átøkini eru farin av virka,
og størri ferð er komin á umleggingina, kann tað vera skilagott at leingja afturberingarskipanirnar í
nøkur fá ár afturat. Í løgtingsmáli nr. 27/2019 frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum varð skotið upp
at leingja afturgjaldsskipanirnar til 2024 og víðka hesa til sólorkuskipanir og møguliga aðrar eins
dyggar og góðkendar hitaskipanir.
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at tíðaravmarking skal vera á mvg-afturberingini, tí fyrr ella
seinni má roknast við, at kappingin millum veitarar av grønum hitaskipanum og elbilum virkar so
mikið væl, at prísirnir koma niður á eitt rímiligari og kappingarført støði. Í løtuni sær tó út til, at tað
rætta er at leingja afturberingarskipanirnar eina tíð afturat.
Sum skilst er áhugin at gera íløgu í grøna orkuskipan nógv vaksin, og bíðirøðir eru at fáa borað hol
til jarðhitaskipanir. Ein steðgur í mvg-afturberingini nú kann fara at bremsa jaligu gongdini.
Á Løgtingi, 26. oktobur 2020
Bjørt Samulesen

-- 1 of 1 --