← Løgtingsmál

52-032/2020

Vardir bústaðir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. nov. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
032.20 spurningur til E.M.Gunnleygsdottur fra H.Palsdottir - vardir bustaðir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 32/2020
Hervør Pálsdóttir
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um vardar bústaðir, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS
§ 52 a)
1. Hvør er orsøkin til, at bert ein vardur bústaður verður bygdur í Havn?
2. Hvørjar avleiðingar fer tað at fáa fyri bíðilistan?
Viðmerkingar:
Í 2018 samtykti eitt samt Løgting løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir, ið
skuldu húsa 18 búfólkum hvør. Vardu bústaðirnir í Suðurstreymoy eru slitnir og í
ringum standi.
Nú frættist í miðlunum, at landsstýrismaðurin ætlar at koma í tingið við uppskoti um
at gera ein stovn, og ikki tveir, sum upprunaliga ætlanin var.
Bíðilistin til vardar bústaðir eru eisini øgiliga langur - 182 fólk eru á bíðilistanum - og
tørvurin í Suðurstreymoy er serliga stórur. Summi hava enntá staðið á bíðilista í
áratíggju.
Tað hevur stóran týdning, at bústaðir verða bygdir. Sum samfelag eiga vit at rúma
øllum, og tí eiga vit at kunna tryggja teimum, ið hava brúk fyri tí, ein virðiligan
bústað, har tey kunnu hava eitt virðiligt lív og tryggleika; ein bústað, sum gevur
hóskandi karmar til privatlív og felagslív, og sum styðjar undir, at borgarin kann nýta
sínar førleikar og gerast so sjálvbjargin, sum til ber.
At fáa útveitt fleiri vardar bústaðir, ið eru í góðum og tíðarhóskandi standi, hevur
stóran týdning; serliga tá bíðilistin gerst longri og longri. Tí verða hesir spurningar
settir.
Á Løgtingi, 21. oktober 2020
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --
032.20 spurningur til E.M.Gunnleygsdottur fra H.Palsdottir - vardir bustadir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. nov. 2020