52-031/2020
Veðurstovnurin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. nov. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
031.20 Svar fra J.Vestergaard til B.Lowe - um vedurstovnin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. nov. 2020
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Postboks 208 110 Tórshavn Stjórnarskrivstovan 3. november 2020 Mál: 20/00469-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 31/2020 Svar til § 52 a fyrispurning nr. 31/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni Fyrispurningur um veðurstovnin, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvar skal føroyski veðurstovnurin liggja? 2. Hvussu nógv fólk verða knýtt at veðurstovninum? 3. Nær letur veðurstovnurin upp við øktum virksemi? Svar: Til spurning 1 Støða er ikki tikin til, hvar føroyski veðurstovnurin skal liggja. Til spurning 2 Tað er ikki gjørligt at geva eitt ítøkiligt svar fyrr enn fígging av ætlanini er samtykt og játtað. Tó kann eg kunna um, at eftir mínari meting, so skal miðast eftir tveimum veðurfrøðingum í fyrstu atløgu, umframt tí starvsfólkaorku, ið er neyðug til tess at veita og menna tænastuna. Til spurning 3 Menningin av ætlanini tekur støði úr frágreiðing frá apríl 2019, sum ein serfrøðingabólkur hevur gjørt. Í innleiðsluni skrivar bólkurin: “við eini meirupphædd uppá góðar 3 mió. kr. er møguleiki at fáa byrjan á eina dagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsøgnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, betri miðling og luttøku í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild”. Fyrsta stigið í ætlan míni er at fáa fígging til vega. Eg vóni, at hetta stigið er rokkið 1. januar 2021. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Sjálvt arbeiðið at menna stovnin verður ætlandi gjørt í neyvum samstarvi millum serfrøðingabólkin og umboð fyri myndugleikan, tað veri seg umboð fyri Fiskimálaráðið, Vørn ella Havstovuna. Arbeiðið at menna tænastuna skal byrja sum skjótast, eftir at fígging er fingin til vega. Tað er ikki møguligt siga, nær stovnurin letur upp við øktum virksemi, áðrenn ítøkiliga arbeiðið at menna tænastuna er skipað. Eg ætli mær tó at tryggja, at rætta arbeiðsorkan verður tøk til at menna og seta ætlanina í verk, soleiðis at ítøkilig úrslit við øktum virksemi gerast sjónlig skjótast til ber. Frágreiðingin, ið víst verður til í hesum svari, er tøk á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum www.fisk.fo / kunning / frágreiðingar og álit. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
031.20 ispurningur til J.Vestergaard fra B.Lowe - um vedurstovnin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 31/2020 Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um veðurstovnin, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvar skal føroyski veðurstovnurin liggja? 2. Hvussu nógv fólk verða knýtt at veðurstovninum? 3. Nær letur veðurstovnurin upp við øktum virksemi? Viðmerkingar: Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi er játtanin til veðurstovnin hækkað, og er hetta at fegnast um. Undir viðgerðini av fíggjarlógini eru fleiri ynski komin fram um, hvar veðurstovnurin skal liggja. Fyri at fáa greiðu á hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við hesum, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 21.10 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --