52-030/2020
Vaksnamannaútbúgvingarskipan
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. okt. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
030.20 Svar fra J. av Rana til H. Jensen - vaksnamannautbugvingarskipan.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 23. oktober 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-90 Svar upp á fyrispurning nr. 30/2020 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, eftir tingskipanini §52 a. Fyrispurningur um vaksnamannaútbúgvingarskipan, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongur við at gera og seta í verk lóg um vaksnamannalæru í Føroyum og at menna skipanina annars? 2. Hvussu skipa vit okkum innan vaksnamannalæru, so at vit koma á hædd við støðið í Norðanlondum innan hetta øki? 3. Hvussu verður tryggjað, at allir samfelagsgeirar, sum ávirka vaksnamannalæru eru við í tilgongdini og tryggja, at Føroyar fáa eina vælvirkandi skipan fyri eitt samfelag sum okkara? Svar Til 1: Arbeitt verður við vaksnamannaútbúgving á ymsan hátt. Við støði í lógini um førleikameting frá 2014 og kunngerðini frá 2018 er møguligt hjá vaksnum, sum ynskja sær prógv innan yrkið, tey arbeiða í, at verða førleikamett, og á tann hátt fáa stytt um útbúgvingartíðina. Førleikameting er gjørd innan skrivstovuyrkið, og í løtuni verður arbeitt við at fáa skipað fyrstu førleikametingarnar innan timburútbúgving. Harumframt verður serlig skipan gjørd fyri undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri tilflytarum. Til 2: Sum liður í førleikamenningini er sett á stovn ein vegleiðingarstova, sum skal veita teimum vegleiðing, sum ynskja at fáa styrkt sína støðu á arbeiðsmarknaðinum, við m.a. at fáa kunnleika um teir møguleikar, sum finnast í dag. Tætt samstarv er í millum vegleiðingina, skúlar og útbúgvingarstovnar og arbeiðsmarknaðarpartarnar til tess at menna møguleikarnar fyri bæði førleikameting og førleikamenning. Vaksin og tilkomin hava møguleika at taka útbúgving og førleikamenna seg á vinnu- og miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum. Sum dømi kunnu nevnast á fyrireikingarbreytini, á -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Heilsuskúlanum, á Miðnámi í Vestmanna, sum skipar fyri ferðaleiðaraskeiði og á hægri námi á Glasi. Harumframt eru fleiri tilboð innan frítíðarundirvísing við atliti at undirvísing í føroyskum fyri tilflytarum, stakgreinalestri á miðnámsstigi, skeiðum innan sigling og landbúnað og lærugreinum á 10. floksstigi. Fyri at koma á hædd við støðið í Norðurlondum er tørvur á miðvíst og framhaldandi at menna skipanina við førleikameting og førleikamenning. Til 3: Týdningarmikið er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum og útbúgvingarverkið saman við viðkomandi myndugleikum samstarva um at tryggja, at allir viðkomandi partar eru við í tilgongdini at skipa økið. Umráðandi er, tá ið farið verður undir at gera eina lóg um vaksnamannalæru, at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi millum bæði arbeiðsgevarar, fakfeløg og almennar stovnar, sum í dag arbeiða við fólkum, ið hava tørv á ella ynskja at menna seg og fáa sínar førleikar dagførdar. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
030.20 Spurningur til J. av Rana fra H. Jensen - Vaksnamannautbugvingarskipan.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
Hanna Jensen løgtingsmaður Nr. 30/2020 Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a Fyrispurningur um vaksnamannaútbúgvingarskipan, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Hvussu gongur við at gera og seta í verk lóg um vaksnamannalæru í Føroyum og at menna skipanina annars? 2. Hvussu skipa vit okkum innan vaksnamannalæru, so at vit koma á hædd við støðið í Norðanlondum innan hetta øki? 3. Hvussu verður tryggjað, at allir samfelagsgeirar, sum ávirka vaksnamannalæru eru við í tilgongdini og tryggja, at Føroyar fáa eina vælvirkandi skipan fyri eitt samfelag sum okkara? Viðmerkingar: Vaksnamannalæra er eitt týðandi amboð fyri arbeiðsmarknaðin, fyri einstaklingin og fyri samfelagið sum heild. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívlong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving. Og nakrir av hesum tættum eru byrjaðir og ávegis, men lógargrundarlagið, sjálv skipanin, sum skal tryggja vaksnum eina liðiliga útbúgvingarskipan, vantar enn. Norðanlond eru frammalaga á hesum øki og samtarva væl. Hesum hava Føroyar fingið gagn av ígjøgnum netverkið NVL, Norðurlendskt Netverk fyri Vaksnalæru. Neyðugt er við serligari og liðiligari miðnámsskúlaskipan fyri vaksin, góðari atgongd til lestrar- og yrkisvegleiðing og fleiri møguleikum fyri førleikamenning. Óivað er neyðugt við serligum treytum fyri lestrarstuðli og avtalum við ymisku fakøkini í samfelagnum. Tað er ynskiligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við í tilgongdina at gera endaliga skipanina og at tryggja góða undirtøku hjá øllum viðkomandi pørtum. Føroyum tørvar heilt víst eina holla vaksnamannaútbúgvingarskipan til gagns fyri vinnuna, arbeiðsmarknaðin, einstaklingin og samfelagið sum heild. Á Løgtingi 12. oktobur 2020 Hanna Jensen -- 1 of 1 --