← Løgtingsmál

52-029/2020

Ljóðbøkur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. okt. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
029.20 Svar fra J. av Rana til H. Jensen - ljodbokur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 23. oktober 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-92
Svar
upp á
fyrispurning nr. 29/2020 eftir tingskipanini §52 a frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu.
Fyrispurningur um ljóðbøkur, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum
Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verður arbeitt við eini tíðarhóskandi ljóðbókaskipan?
2. Um, ja, hvussu langt áleiðis er verkætlanin komin og nær væntast hon at vera tøk til borgaran
at nýta?
3. Verða nóg nógvar føroyskar bøkur – bæði fagrar bókmentir, skúlabøkur og aðrar
yrkisbókmentir - lisnar til ljóðbøkur?
Svar
Til 1 og 2: Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum er við at leggja síðstu hond á eina
tíðarhóskandi ljóðbókaskipan, ið fer at verða tøk á netinum. Við skipanini er ætlanin, at
bókasøvn kunnu lána út føroyskar ljóðbøkur til almenningin, og skipanin er eisini ætlað teimum,
ið hava serligan tørv á ljóðbókum.
Ljóðbókatænastan hevur lagt nógva orku í arbeiðið við tøkniligum, upphavsrættarligum og
avtalurættarligum viðurskiftum, ið eru knýtt at skipanini, umframt við skráseting, talgilding og
umlegging av ljóðfílum til hóskandi netformat.
Nakað arbeiði er eftir, men miðað verður móti, at ljóðbókaútlánsskipanin á netinum verður tøk til
várs. Hetta er tó treytað av, allar neyðugar avtalur við rættindahavarar eru komnar upp á pláss tá.
Talan er um eina trároynda skipan hjá donskum bókasøvnum, ment í Danmark, og sum
bókasøvnini í øðrum norðurlondum eisini hava í hyggju at brúka framyvir. Skipanin hevur eisini
tann fyrimunin, at føroyingar í Danmark fáa atgongd til allar knapt 500 ljóðbøkurnar, ið
Ljóðbókatænastan hevur framleitt higartil. Arbeitt hevur verið í eina tíð við at fyrireika og laga
skipanina til føroysk viðurskifti.
Til 3: Ljóðbókatænastan gav í 2019 43 ljóðbøkur út. Av hesum vóru 20 nýframleiddar ljóðbøkur
og 23 ljóðbøkur, ið áður eru givnar út á kasettubondum. Útgávurnar fevndu um bøkur til børn og
ung, fagrar bókmentir, skúlabøkur og yrkisbókmentir.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Nám miðar móti, at allar bøkur, ið tey geva út, eisini verða givnar út sum ljóðbøkur. Eisini onnur
forløg geva út ljóðbøkur, men tað er fíggjarliga tungt at geva ljóðbøkur út, tí føroyski
marknaðurin er so lítil.
Tá nýggja skipanin við ljóðbókum á netinum er komin í fasta legu, fær Ljóðbókatænastan brúkt
størri part av játtanini til at framleiða ljóðbøkur.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
029.20 Spurningur til J. av Rana fra H. Jensen - ljodbokur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
Hanna Jensen
løgtingsmaður Nr. 29/2020
Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a
Fyrispurningur um ljóðbøkur, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og
mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
1. Verður arbeitt við eini tíðarhóskandi ljóðbókaskipan?
2. Um, ja, hvussu langt áleiðis er verkætlanin komin og nær væntast hon at vera tøk til borgaran at
nýta?
3. Verða nóg nógvar føroyskar bøkur – bæði fagrar bókmentir, skúlabøkur og aðrar yrkisbókmentir -
lisnar til ljóðbøkur?
Viðmerkingar:
Ein frágreiðing um ljóðbøkur “Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019” hevði m.a. hesar
niðurstøður:
• at játtanin er ov lítil í mun til tørvin á ljóðbókum og í mun til málið um at koma upp á
at framleiða 25% av øllum bókum, ið koma út um árið, sum ljóðbøkur
• at ljóðbókaformatið (fløgur), sum verður nýtt í løtuni, ikki er tíðarhóskandi
• at føroyskar ljóðbøkur fáa harða kapping frá umfatandi útlendskum tilboðum um lætt
atkomuligar ljóðbøkur
Harumframt eru m.a. avbjóðingar nevndar fyri fólk við serligum tørvi, at fáa atgongd til
ljóðbøkur eins og um sáttmálaviðurkskifti og avtalur, sum ljóðbókaskipanin skal byggja á.
Nú farsóttin hevur elvt til, at mong hava verið í sóttarhaldi, at gerandisdadgurin hjá
føroyingum í stóran mun er merktur av umstøðunum, so er tað vorðið enn meiri greitt, at
tørvurin á føroyskum ljóðbókum er ovurstórur og at atkomuligheitin als ikki er tíðarhóskandi.
Í áður nevndu frágreiðing eru 10 tilmæli, sum kunnu vegleiða landsstýrinum at menna hetta
virkisøki. Tilmælið um at frítaka ljóðbøkur fyri mvg og harvið javnseta tær við prentaðar
bøkur varð sett í verk í 2019.
Nú frálíka átakið “Føroyar lesa” er farið av bakkastokki, er tað sera umráðandi, at vit fáa eina
tíðarhóskandi ljóðbókaskipan og at ljóðbókaskipanin fær betri rásarúm – bæði viðvíkjandi
tøkni og í mun til, hvussu nógvar bøkur verða ljóðbøkur
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi 9. oktobur 2020
Hanna Jensen

-- 1 of 1 --