52-028/2020
Týðaraútbúgving
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. okt. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
028.20 Svar fral J. av Rana til H. Jensen - tydarautbugving.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 21. oktober 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-89 Svar upp á fyrispurning nr. 28/2020 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, eftir tingskipanini §52 a. Fyrispurningur um týðaraútbúgving, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er nakað fyrireikingaarbeiði gjørt fyri at seta í gongd útbúgving í føroyskum máli við týðing úr føroyskum fyri eyga? 2. Hvussu kundi ein týðaraútbúgving verið viðvíkjandi innihaldi, longd, og útbúgvingarstigi? Og hvussu skuldi hon verið skipað og hvør skuldi havt ábyrgd av slíkari útbúgving? 3. Nær kundi ein tílík útbúgving farið í gongd, og hvør er væntaði kostnaðurin? Svar Sum landsstýrismaður havi eg ikki verið í samskifti við avvarðandi lærustovnar um at seta í gongd týðaraútbúgving, men eg havi vent mær til Fróðskaparsetur Føroya fyri at fregnast eftir, um hetta slag av útbúgving hevur verið ella er í umbúna. Svarið hjá Setrinum verður endurgivið í svarunum. Til 1: Ein útbúgving í týðing hevur verið umrødd á Fróðskaparsetrinum, og eitt sindur av fyrireikingararbeiði er gjørt á Føroyamálsdeildini. Í løtuni verða valfrí skeið (10 ECTS) í týðing boðin út sum partur av útbúgvingini hjá teimum lesandi í Føroyskum. Reglulig summarskeið við undirvísing í føroyskum máli eru fyri lesandi úr øðrum londum:- NORDKURS-skeið verða hildin fyri lesandi úr øðrum Norðurlondum, tvey ár á rað, og síðan er steðgur í eitt ár. Skeiðini vara 3 vikur og eru sera vælumtókt við uml. 20 luttakandi hvørja ferð. - Altjóða summarskeið verða hildin fyri lesandi uttan fyri Norðurlond eftir sama leisti, men tey eru eina viku styttri. Eisini hesi skeiðini eru vælumtókt. Harumframt er ætlanin sum part av virkseminum hjá Útbúgvingini í listaligum arbeiði at skipa fyri summarskeiðum fyri útlendskum lesandi í føroyskum bókmentum, ritlist og týðing. Væntandi verður fyrsta skeiðið av hesum slag boðið út í 2022 ella 2023. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Til 2: Ein rættilig útbúgving í týðing hevði sannlíkt verið skipað sum ein MA-útbúgving (120 ECTS) og/ella eitt hjánám (90 ECTS). Upptøkukravið hevði verið ein BA-útbúgving í máli, antin føroyskum ella fremmandamáli, sum útbúgvingin í týðing so bygdi á ella var framhald av. Møguliga hevði eisini verið skipað fyri upptøkuroynd. Innihaldsliga hevði dentur verður lagdur á - skeið í týðingarfrøði - skeið í føroyskum máli, knýtt í týðing - skeið í bókmentum og mentanarsøgu. Til 3: Førleikarnir eru tøkir og eitt vísindaligt/fakligt umhvørvi er á Føroyamálsdeildini, men tað hevði kravt eitt sindur av fyrireiking (uml. 1 ár) og undir øllum umstøðum eitt akademiskt starv, t.e. 700.000 kr. árliga, umframt eina játtan til leysalærarar á uml. 200.000 kr. árliga og 140.000 kr. (20% 700.000) til vørur og tænastur, íalt 1.040 mió. kr. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
028.20 Spurningur til J. av Rana fra H. Jensen - tydarautbugving.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
Hanna Jensen løgtingsmaður Nr. 28/2020 Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a Fyrispurningur um týðaraútbúgving, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Er nakað fyrireikingaarbeiði gjørt fyri at seta í gongd útbúgving í føroyskum máli við týðing úr føroyskum fyri eyga? 2. Hvussu kundi ein týðaraútbúgving verið viðvíkjandi innihaldi, longd, og útbúgvingarstigi? Og hvussu skuldi hon verið skipað og hvør skuldi havt ábyrgd av slíkari útbúgving? 3. Nær kundi ein tílík útbúgving farið í gongd, og hvør er væntaði kostnaðurin? Viðmerkingar: Týðing er ein heldur ósjónlig funktión, tó at týðing hevur alstóran týdning fyri eitt mál- og mentanarøki. Fyri føroyska málsamfelagið er eyðsæð, hvussu nógv bókmentir av øllum slagi leggja afturat, tá tær verða týddar til føroyskt. Tær fjølga og fjøltátta um úrvalið, sum fólkið her kann lesa – uttan mun til aldur og kyn / børn, ung, tilkomin og eldri. Føroyskar bókmentir eru ómetaliga týdningarmiklar og okkara skrivandi fólk fremja regluliga brøgd, tá tey aftur og aftur geva út tilfar til gagns fyri útbúgvingar, føroyska málið og fyri mentan okkara sum heild. Eins glað vit eru um stóru framleiðsluna á føroyskum eins hugsavnað eiga vit at vera um, at marknaðurin, sum skal keypa og lesa tilfarið, er avmarkaður, og her kundu miðvís átøk verið gjørd at víðka um møguleikarnar at koma út um landoddarnar við føroyskum dygdartilfari og skapt betri vinnumøguleikar fyri okkara breiða skara av rithøvundum. Undirvísing í føroyskum á lærdum stovnum í grannalondum og aðrastaðni er sera sjáldsom og minkandi. Tí eru heldur fá, sum fáa høvi at læra føroyskt, so tey kunnu týða okkara bókmentir til sítt móðurmál. Tí tað er ein sannroynd, at reglulig skeið í føroyskum máli fyri norðurlendingar ella útlendingar sum heild vekja áhuga fyri føroyskum bókmentum, máli og mentan og hava fyrr tryggjað okkum nakrar hollar týðarar. Summar av hesum, hevur FarLit kunna nýtt í sínum arbeiði við at marknaðarføra føroyskar bókmentir uttanlands. Mangt bendir á, at miðvís átøk eiga at verða gjørd fyri at tryggja, at fleiri útlendingar, sum virka ella ætla at virka sum týðarar, læra føroyskt. Avtalur kunnu verða gjørdar við útvald universitet í øðrum londum um regluliga at bjóða eitt minstamark av undirvísing í føroyskum máli. Men ein heilt munadygg loysn kundi verið at sett slíka málrættaða útbúgving á stovn í Føroyum, t.d. á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum kundi tryggjað, at hon varð fyrireikað soleiðis, at hon varð hildin, so at fólk kundu luttikið sum part av lestri í øðrum londum – sum skiftislesandi í styttri ella longri tíðarskeið. Ella sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á júst slíkari útbúgving. Saman við eini størri upphædd á fíggjarlógini til týðing, kundi eitt tílíkt átak gjørt heilt stóran mun fyri føroyskar rithøvundar og fyri føroyskt mál. Tí verða hesir spurningar settir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi 9. oktobur 2020 Hanna Jensen -- 2 of 2 --