52-027/2020
Endurrindan av tunnilsgjaldi til pendlarar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. okt. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
027.20 Svar til J. Niclasen fra J. Langgaard - endurrindan av tunnilsgjaldi til pendlarar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 20. oktober 2020 J. nr.: 20/00467-2 Viðgjørt: DH Svar upp á fyrispurning nr. 27/2020 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Jaspur Langggaard, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýris- manni í fíggjarmálum, um endurrindan av tunnilsgjaldi til pendlarar. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu hevur gongdin verið fyri árlig útgjald av ferðastuðli fyri koyring gjøgnum ávikavist Norðoyatunnilin og Vágatunnilin seinastu 10 árini? 2. Kunnu t.d. 4 fólk koyra saman og øll hvør sær fáa endurrindað tunnilsgjald frá Taks sum ferðastuðul? 3. Er skipanin við endurrindan eisini galdandi fyri tey, sum brúka buss? Svar til spurning 1 Ynski okkara í Føroyum er, at fólk skulu kunnu búgva kring landið og skattaborgarar skulu tí ikki revsast fyri at ferðast til arbeiðis. Hetta merkir, at fólk, sum hava langt til arbeiðis skulu javnsettast við tey, sum hava stutt til arbeiðis. Tí letur landið ferðastuðul til skattaborgarar sum hava longri enn 20 km millum heim og arbeiðsstað og hava útreiðslur til hesa ferðing. Serstakur stuðul verður veittur til ferðing gjøgnum undirsjóvartunnil, við ferjum og tey, sum ferðast loftvegis. Ferðastuðul fyri koyring gjøgnum undirsjóvartunlar er 8,45 kr. hvønn vegin. Skrásetingarnar hjá TAKS eru soleiðis, at tað ber ikki til at skilja útgoldna ferðastudningin sundur, so at man sær júst hvat er goldið fyri koyring gjøgnum Vága- og Norðaroyartunnilin. Tí hevur Fíggjarmálaráðið brúkt talgildu umsóknirnar sum grundarlag fyri at gera eina meting. Metingin er, at árligi ferðastuðulin til koyring gjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar hevur ligið millum 3 og 4 mió. krónur fyri tey seinast árini. Í talvuni niðanfyri síggjast samlaðu útreiðslurnar til ferðastuðul síðani 2010. Útreiðslur til ferðastuðul 2010-2019 (1000 krónur) 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 15.745 15.065 14.439 17.022 16.179 15.879 18.592 20.856 22.149 22.825 -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Svar til spurning 2 og 3 Tað er ikki avgerandi fyri ferðastuðulin, hvussu tú ferðast, heldur ikki um tú ferðast í bussi. Treytin er tó, at tú hevur útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað. So hvørt prísirnir í undirsjóvartunlunum eru falnir er ferðastuðulin eftirmettur. Seinast stuðulin til ferðing gjøgnum undirsjóvartunlar var broyttur var í 2008, tá stuðulin til ferðing gjøgnum undirsjóvartunnil lækkaði úr 10 kr. til 8,45 kr. Tinganes, 20. oktober 2020 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
027.20 Spurningur til J. Niclasen fra J. Langgaard - endurrindan av tunnilsgjaldi til pendlarar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jaspur Langgaard Nr. 27/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um endurrindan av tunnilsgjaldi til pendlarar, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu hevur gongdin verið fyri árlig útgjald av ferðastuðli fyri koyring gjøgnum ávikavist Norðoyatunnilin og Vágatunnilin seinastu 10 árini? 2. Kunnu t.d. 4 fólk koyra saman og øll hvør sær fáa endurrindað tunnilsgjald frá Taks sum ferðastuðul? 3. Er skipanin við endurrindan eisini galdandi fyri tey, sum brúka buss? Viðmerkingar: Reglurnar um ferðastuðul hava m.a. til endamáls at geva borgarunum møguleika fyri at forsyrgja og vitja familjuna hjá sær, hóast ein arbeiðir aðrastaðni. Í hesum sambandi endurrindar TAKS tunnilsgjald sum ferðastuðul til tey, sum pendla. Ferðastuðul er peningaligur stuðul, ið verður veittur teimum, ið ferðast longri enn 20 km. millum bústað og arbeiðsstað, og sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðulin. Søkjast kann um ferðastuðul fyri eitt hálvt ár í senn, og søkjast kann bara um útreiðslur, sum longu eru hildnar. Søkjast kann ikki fram í tíð. Tey, sum pendla gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin fáa eftir galdandi reglum um ferðastuðul meginpartin av tunnilsgjaldinum endurgoldið og harvið minkar tørvurin á at avtaka tunnilsgjøldini munandi. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi 7. oktober 2020 Jaspur Langgaard -- 1 of 1 --