52-026/2020
Læraraútbúgvingin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. okt. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
026.20 Svar fra J. av Rana til J. Joensen - laerarautbugvingin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 3 100 Tórshavn Dagfesting: 16. oktober 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-86 Svar upp á fyrispurning nr. 26/2020 eftir Tingskipanini § 52 a frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni. Fyrispurningur viðvíkjandi læraraútbúgvingini, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at læraraútbúgvingin verður eftirmett og endurskoðað? 1. Nær verður henda eftirmeting gjørd? Svar Til spurning 1. Ja, læraraútbúgvingin verður eftirmett. Sbrt. lógini um Fróðskaparsetur Føroya skal uttanhýsis serfrøði eftirmeta viðurskifti á stovninum við jøvnum millumbili. Í næstu eftirmeting fer m.a. at verða hugt at Námsvísindadeildini og læraraútbúgvingini. Til spurning 2. Eg havi á fíggjarlógini fyri 2021 biðið um játtan til eftirmetingina, sum eg vóni fer í gongd tíðliga næsta ár. Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
026.20 Spurningur til J. av Rana fra J. Joensen - laerarautbugvingin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. /2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur viðvíkjandi læraraútbúgvingini, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at læraraútbúgvingin verður eftirmett og endurskoðað? 2. Nær verður henda eftirmeting gjørd? Viðmerkingar Læraraútbúgvingin er 150 ár. Hon er sostatt ein av elstu útbúgvingunum í Føroyum. Útbúgvingin er broytt og tillagað fleiri ferðir. Ført hevur verið fram fleiri ferðir, at tíðin er komin til at endurskoða og eftirmeta verandi útbúgving. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 5. oktobur 2020 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --