52-025/2020
Óstøðuga siglingin hjá Smyrli
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. okt. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
025.20 Svar fra J. Niclasen til S. Stenberg - ostodugu siglingina hja Smyrli.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tórshavn, 13. oktobur 2020 J.Nr.: 20/00444 Svar til skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um óstøðugu siglingina hjá Smyrli, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum Jørgeni Niclasen Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Metir landsstýrismaðurin, at støðan á Suðuroyarleiðini er nøktandi, nú tað er so trupult at halda ferðaætlanina? 2. Eru nakrar ætlanir um at gera nakað við støðuna? 3. Er ætlanin at fáa nakrar farmatúrar sigldar t.d. um náttina, møguliga við øðrum skipi? 4. Er nøkur ætlan at økja um túratalið hjá Smyrli og at betra um tænastuna? Svar: Framburður er í Suðuroy og tað fegnast vit øll um. Ferðafólkatalið og talið av bilum veksur alsamt á Suðuroyarleiðini, og serliga farmaflutningurin er nógv vaksin. Hetta vegna gongdina innan fiskivinnu í Suðuroy, við stórum virkjum, sum framleiða til útflutnings. Harumframt er flutningur suður hjá handlum, byggifyritøkum og smiðjum av vørum, tilfari og rávørum. Siglingin hjá Smyrli er í løtuni einasta veruliga ferðasamband millum Suðuroy og meginøkið í Føroyum, og skal siglingin sjálvandi verða støðug og góð, til gagns fyri fólk og vinnulív. Av og á er Smyril fullfermdur. Serliga í Havn kunnu trupulleikar verða í sambandi við av- og áskipan tí har kann verða trongligt, vegna ymiskt annað vinnuligt virksemi á havnarlagnum. Hetta kann merkja, at ferðaætlanin ikki kann haldast. Farmurin sum fer við Smyrli er fyri tað mesta í 40 fót bingjum ella í sonevndum lastum, tað eru køli- ella frystibingjur á hjólum, soleiðis at tær verða sleipaðar um borð og í land. Tað fara í miðal 140 sleip hvønn veg um vikuna, um 4.000 tons samanlagt. Saman við Tórshavnar Havn ætlar Strandferðslan at tryggja, at virksemið verður lagt betri til rættis komandi summar, tá ið nýggja havnarútbyggingin í Havn er tikin í brúk. Ætlanin er eisini at kanna um tað ber til hjá Smyrli at sigla skjótari. Serfrøðingar frá RolsRoyce/Kongsberg eru á veg til Føroyar at gera hesar kanningar. Á Strandferðsluni verður arbeitt við eini nýggjari prísskipan og bíleggingar skipan. Við slíkari skipan fer at bera betur til at tilrættaleggja arbeiðið, og at hækka inntøkurnar hjá Strandferðsluni, sum skulu brúkast til at menna tænasturnar hjá Strandferðsluni, herundir farmaflutning. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Strandferðslan upplýsir, at á flestu túrum er minni farmur, og eingir trupulleikar. Strandferðslan sigur, at hon fer saman við vinnuni at skipa farmaflutningin soleiðis, at mongdirnar av farmi til einstøku túrarnar verður javnari. Landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum, og verður fundur nú við Strandfaraskip landsins, fyri at finna eina loysn á Suðuroyarsiglingini, soleiðis at ferðaætlanin kann haldast. Tinganes, 13. oktobur 2020 Jørgen Niclasen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
025.20 Spurningur til J. Niclasen fra S. Stenberg - ostodugu siglingina hja Smyrli.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg Nr. 25/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini §52 a Fyrispurningur um óstøðugu siglingina hjá Smyrli, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Metir landsstýrismaðurin, at støðan á Suðuroyarleiðini er nøktandi, nú tað er so trupult at halda ferðaætlanina? 2. Eru nakrar ætlanir um at gera nakað við støðuna? 3. Er ætlanin at fáa nakrar farmatúrar sigldar t.d. um náttina, møguliga við øðrum skipi? 4. Er nøkur ætlan at økja um túratalið hjá Smyrli og at betra um tænastuna? Viðmerkingar: Seinastu tíðina hevur siglingin hjá Smyrli verið óstøðug, og tað hevur verið sera trupult at hildið ferðaætlanina. Tað hevur verið meira reglan enn undantakið, at ferðaætlanin ikki hevur hildið, serliga tá líður út á dagin. Hetta er til alstóran ampa fyri ferðafólk. Tað eru nógv fólk, sum ferðast regluliga í arbeiðsørindum, sum ganga í skúla og arbeiða norðanfjørðs, sum skulu um fjørðin í læknaørindum og líknandi. Smyril er einasta farleið hjá suðringum og at meta sum okkara lívsæðr. Tað er tí bæði óliviligt og darvandi fyri bæði fólk, trivnað, vinnulív o.o., um farleiðin er óstøðug. Tað ber snøgt sagt ikki til í dagsins samfelag. Ferðavinnan, og harvið eisini ferðafólkatalið, er vaksandi, so tað tykist ikki vera nakar ivi um, at eftirspurningurin eftir støðugum og nøktandi ferðasambandi, og tænastum sum heild, bara fer at økjast. Smyril er eisini eitt arbeiðspláss og stóra arbeiðstrýstið kann hugsast at hava týdning fyri arbeiðsumhvørvið. So heldur ikki fyri starvsfólkini kann støðan vera nøktandi. Vit hava fingið at vita, at metnógvur farmur hevur verið førdur um Suðuroyarfjørð og at hetta er høvuðsorsøkin til seinkingarnar. Tað er umráðandi at fáa at vita, hvat ítøkiliga verður gjørt fyri at bøta um karmarnar fyri siglingina til Suðuroynna, tí tað hevur so stóra ávirkan á lokalsamfelgið og fólkið, sum har býr. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 29. september 2020 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --