52-024/2020
Bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. okt. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
024.20 Svar fra K.L.H.Johannesen til S. Stenberg - biditidir i sjukrhusverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. okt. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 7. oktober 2020 HMR J. nr. 20/00817-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 24/2020 eftir § 52a í tingskipanini um bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu gongur við at stytta bíðilistarnar í sjúkrahúsverkinum, sum komu í orsakað av koronu? 2. Hvussu nógvar viðgerðir færri eru samanlagt framdar higartil í ár sammett við í fjør? 3. Hvussu er samlaða talið á viðgerðum í ár sammett við í fjør býtt á ymisku sjúkuøkini? 4. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at fáa bíðlistarnar niður? 5. Er nøkur kostnaðarmeting av, hvat tað kostar at fáa viðgerðartalið á har, sum mett varð, at tað átti at verið, um korona ikki var? Og rúmast kostnaðurin innan verandi játtan? 6. Eru tað gjørdar nakrar metingar av avleiðingunum fyri sjúklingarnar, at virksemið hevur verið so skert vegna koronu? 7. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at sjúklingar, sum ikki fáa viðgerð, fáa álvarslig mein og missa førleikar í bíðitíðini? Svar: Til spurning 1 Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu væl tað gongur at stytta bíðilistarnar, sum stóðust av koronu. Á fleiri økjum gongur væl, men á skurðøkinum – serliga í ortopediini - og í fysio- og ergoterapiini eru avbjóðingar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Haraftrat eru bíðilistarnir í pørtum av psykiatriini framvegis longri, enn áðrenn koronasmittan tók seg upp í Føroyum. Til spurning 2 Tá vit samanbera fyrstu 9 mánaðirnar í 2020 við í fjør, er samlaða minkingin av ambulantum kanningum og viðgerðum eini 3-4 prosent. Talið av kanningum og viðgerðum er gott 3000 lægri enn um somu tíð í fjør. Seinnu árini, hevur vøksturin verið 7-8 prosent um árið. -- 1 of 3 -- Til spurning 3 Sum nevnt omanfyri, so rakti koronasmittan summi øki harðari enn onnur. Skurðøkið, er eitt av økinum, sum varð meinast rakt og samanborið við 2019, so hava verið millum 15 og 20 prosent færri skurðviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum í ár. Minkingin er størst á Landssjúkrahúsinum og minni í Klaksvík og í Suðuroy. Um vit taka allar ambulantu kanningarnar og viðgerðirnar á skurðøkinum við, so er minkingin 3-5 prosent. Á medisinska økinum er samlaða minkingin 4 prosent. Seinnu árini hevur vøksturin annars verið ógvuliga stórur á økinum. Í miðal er talið av vitjanum vaksið við 15 prosentum um árið seinastu 5 árini. Ein av orsøkunum til, at minkingin ikki er størri, er, at talið av telefonviðtalum í ár er økt við út við 80 prosentum í mun til í fjør. Seingjardeildirnar á Landssjúkrahúsinum hava yvirhøvur havt javnt virksemið alt árið, eisini tá koronasmittan herjaði í vár, og koronaátøkini við nýskipaðari koronadeild hava skapt meira virksemið. Hinvegin vóru hetta tíðarskeiðið færri innleggingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi. Øll trý sjúkrahúsini hava havt stóra minking í fysio- og ergoterapiini, har virksemið samlað er minkað minst 20 prosent higartil í ár. Á psykiatriska økinum er samlaða minkingin í ambulantum kanningum og viðgerðum lítil, bert 1-2 prosent. Men her er týðandi at vísa á, at vanliga veksur ambulanta virksemið í psykiatriini við meira enn 7 prosentum um árið. Í psykiatriini er talið av telefonviðtalum vaksið við 32 prosentum, meðan talið av heimavitjanum – økispsykiatriin – er minkað 23 prosent. Til spurning 4 Sum greitt frá omanfyri, so eru tað ikki øll øki, sum eru eins hart rakt av koronu. Givið er, at summi sjúkuøki betri kunnu finna nýggjar og øðrvísi loysnir, til tess at halda virkseminum í gongd – eitt nú við fleiri telefonviðtalum. Onnur øki, har tað er neyðugt, at sjúklingurin kemur á staðið, hava verið harðari rakt. Yvirskipað eru átøk gjørd fyri at tryggja, at virksemið í so stóran mun sum gjørligt kann halda fram hóast koronu. Koronadeild er skipað í lonum uttanfyri sjálvt sjúkrahúsið, sum tekur ímóti sjúklingum við koronu, og tá illgruni er um koronu. Haraftrat eru gjørd smittuverjuátøk innanhýsis. Í heila tikið hava starvsfólkini tikið nøkur ódnartøk, fyri at so nógvir sjúklingar sum gjørligt kunnu fáa viðgerð. Á nøkrum økjum hevur eyka orka verið sett inn eftir summarsteðgin, og arbeitt hevur verið longur út á dagin. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru eyka læknar boðsendir til at gera eitt nú skurðviðgerðir og kikarakanningar. Tað er einki dulsmál, at bíðitíðin er vaksin í ortopediini. Orsøkirnar eru fleiri, bæði læknatrot og alsamt fleiri ávísingar. Tí var koronasmittan í hesum høpi steinur oman á byrðu. Sjúkrahúsverkið arbeiðir við at greina málið nærri og finna loysnir, til tess at fáa bíðilistarnar niður, sum í løtuni eru órímiliga langir. -- 2 of 3 -- Til spurning 5 Sjúkrahúsverkið hevur ikki gjørt eina samlaða kostnaðarmeting av, hvat kostnaðurin er at fáa bíðilistarnar niður á sama støði, sum áðrenn koronu. Landssjúkrahúsið gjørdi tó eina meting av skurðøkinum í samráð við Búskaparráðið, tá heystfrágreiðingin hjá ráðnum varð løgd fram. Tá varð mett, at fíggjarligu avleiðingarnar av koronu vóru umleið 16 mió. kr. harav 4 mió. kr. fyri ortopedi. Fyri øll økini er galdandi, at um eyka starvsfólk skulu setast – konsulentar og onnur - fyri at fáa bíðilistarnar niður, rúmast hesin kostnaðurin ikki innan verandi játtan. Sjúkrahúsverkið arbeiðir sum nevnt við at greina málið nærri og finna loysnir, til tess at fáa bíðilistarnar niður. Til spurning 6 Tað er týðandi at undirstrika, at allir sjúklingar, sum hava havt bráðneyðugan tørv, hava fingið viðgerð. Í hvørjum einstøkum føri, hevur serlækni ella annað heilsustarvsfólk gjørt eina ítøkiliga heilsufakliga meting av støðuni hjá sjúklinginum. Hinvegin er tað neyvan ein fyrimunur at bíða longri enn neyðugt eftir einari kanning ella viðgerð. Til spurning 7 Sum nevnt omanfyri, hava starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum samskift við sjúklingarnar, og í teimum førum, tá støðan hjá sjúklinginum er versnað, eru tey sloppin framat. Eisini eru dømir um, at heilsustarvsfólk hava funnið fram kreativar loysnir. Umframt telefonviðtalur við sjúklingarnar, tá tað hevur latið seg gjørt, so eru summi øki, har viðgerðir kunnu teldustýrast, eins og sjúklingar hava fingið venjingarskráir, soleiðis at teir til dømis hava kunnað vant heima. Heilsumálaráðið, 7. oktober 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
024.20 Spurningur til K.L.H.Johannesen fra S. Stenberg - biðitidir i sjukrhusverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg Nr. 24/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu gongur við at stytta bíðilistarnar í sjúkrahúsverkinum, sum komu í orsakað av koronu ? 2. Hvussu nógvar viðgerðir færri eru samanlagt framdar higartil í ár sammett við í fjør ? 3. Hvussu er samlaða talið á viðgerðum í ár sammett við í fjør býtt á ymisku sjúkuøkini ? 4. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at fáa bíðlistarnar niður ? 5. Er nøkur kostnaðarmeting av, hvat tað kostar at fáa viðgerðartalið á har, sum mett varð, at tað átti at verið, um korona ikki var ? Og rúmast kostnaðurin innan verandi játtan ? 6. Eru tað gjørdar nakrar metingar av avleiðingunum fyri sjúklingarnar, at virksemið hevur verið so skert vegna koronu ? 7. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at sjúklingar, sum ikki fáa viðgerð, fáa álvarslig mein og missa førleikar í bíðitíðini ? Viðmerkingar Virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv merkt av koronustøðuni. Síðst í juni fekk undirritaða svar frá landsstýrismanninum um, at uml. 6.000 viðgerðir færri vóru framdar sammett við í fjør. Víst varð á, at innan ávís serøki var virksemið skert upp í 80%. Samstundis bleiv sagt, at akuttar viðgerðir blivu framdar, men at millum annað planlagdar skurðviðgerðir og endurvenjing vórðu sera nógv skerd. Tað er trupult at meta um avleiðingarnar av hesum, men tað skerst ikki burtur, at tað er sera óheppið fyri fólk, sum bíða. Spurningurin er, um førleikar verða mistir á leiðini. Førleikar, sum møguliga ikki kunnu endurvinnast. Afturat hesum kemur uttan iva pína og líðing, sjúkrameldingar og annað, sum ávirkar lívsgóðskuna. So avleiðingarnar av koronusmittuni eru víðfevndar fyri eina røð av fólki. Nú á leið tríggjar mánaðar aftaná, at landsstýrismaðurin upplýsti, hvussu koronustøðan ávirkaði virksemið í sjúkrahúsverkinum, er neyðugt at fáa nýtt yvirlit yvir støðuna. Ein part av summarinum vóru vit tíbetur koronufrí, og virksemið er ikki líkað skert nú. Spurningurin er tí, hvussu gongst við at avgreiða bíðilistarnar, og hvør status er á økinum nú. Tíverri hevur smitta verið staðfest aftur seinastu dagarnar, og kann hetta aftur fáa negativa ávirkan á støðuna. Tó so hevur Løgtingið játtað pening til eina serstaka koronudeild, júst fyri at virksemið í sjúkrahúsverkinum ikki skal darvast. Á Løgtingi, 24. september 2020 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --