← Løgtingsmál

52-023/2020

Túratalið hjá Rituni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. okt. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
023.20 Svar fra J. Niclasen til B. L. Jacobsen - turatalid hja Rituni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. oktober 2020
J. nr.: 20/00444-2
Viðgjørt: AE
Svar til skrivligan fyrispurning frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, um túratalið hjá
Rituni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví siglir Ritan ikki tilkallitúr kl. 18.30 til Fugloyar, men bara til Svínoyar?
2. Tá fíggjarlógin fyri 2020 varð samtykt, vóru sekshundraðtúsund krónur settar av til at økja
um túratalið út í Fugloynna og Svínoynna. Hvat er hesin peningur brúktur til?
3. Hvussu nógv er túratalið til Svínoynna økt?
4. Hvussu nógv er túratalið til Fugloynna økt?
Svar
Ynski eru javnan frammi um at økja túratalið hjá Strandfaraskipum landsins á Oyggjaleiðum og
Bygdaleiðum. Ynski hevur verið um at økja túratalið til Fugloy og Svínoy. Ein slík øking má taka atlit
til fíggjarlig viðurskifti og trygdarviðurskifti.
Strandfaraskip landsins leggur virksemið soleiðis til rættis, at á teimum leiðum har tøka arbeiðstíðin
ikki hevur verið brúkt til fulnar, hevur manningin verði sett í niðursettan brøk. Túrurin úr
Hvannasundi og út á Eiðið í Svínoy, tekur bert hálvan tíma. Brøkurin hjá manningini var 0,9 á
farleiðini, og varð hann hækkaður til fulla tíð, sum røkkur til ein túr afturat í ein mánað.
Um tíðarskeiðið har siglt verður til Fugloyar var longt á saman hátt, hevði tað sambært
Strandferðsluni merkt, at tveir mans skulu setast afturat til hvørja vakt. Tað hevur ein stóran
meirkostnað við sær.
Viðvíkjandi trygdarviðurskiftum, so eru atløguviðurskiftini á Kirkju als ikki nøktandi. Strandferðslan
hevur verið í drúgvum samskifti við Sjóvinnustýrið um málið, og hevur verið uppá tal at givist við at
sigla uppá Kirkju. Ábøtur eru nú gjørdar á bryggjuni, sum er ein fyribils loysn.
Eftir fíggjarlógaruppskotinum hækkar játtanin frá 2,2 mió kr. til 5,0 mió kr., til havnir, til at gera
ábøtur og umvælingar av atløgubryggjum. Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk, um at
fyrireika málið, at gera eina varandi og trygga loysn á lendingarviðurskiftunum á Kirkju.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Tað er sera umráðandi at ferðasambandið til útoyggjar er gott, soleiðis at trivnaðurin er í lagið, og at
bygdirnar kunnu mennast. Landsstýrismaðurin við tryggja, at ferðasambandið til Svínoyar og
Fugloyar er nøktandi.
Tinganes, 7. oktobur 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
023.20 Spurningur til J. Niclasen fra B. L. Jacobsen - turatalid hja Rituni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen Nr. 23/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um túratalið hjá Rituni, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum,
Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hví siglir Ritan ikki tilkallitúr kl. 18.30 til Fugloyar, men bara til Svínoyar?
2. Tá fíggjarlógin fyri 2020 varð samtykt, vóru sekshundraðtúsund krónur settar av til at økja
um túratalið út í Fugloynna og Svínoynna. Hvat er hesin peningur brúktur til?
3. Hvussu nógv er túratalið til Svínoynna økt?
4. Hvussu nógv er túratalið til Fugloynna økt?
Viðmerkingar:
Fugloyingar hava gjørt vart við, at tey kenna seg vera fyri vanbýti, nú Ritan bara siglir tilkallitúr kl.
18.30 til Svínoyar, men ikki til Fugloyar. Løgtingið hevur eisini økt játtanina til júst hesa farleiðina
fyri at økja um túratalið. Fyri at fáa greiðu á hesum málinum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 23. september 2020
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --