← Løgtingsmál

52-022/2020

Lægstu lønirnar, livikostnaðurin og almennu lønarskipanin í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. okt. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
022.20 Svar fra J. Niclasen til K. Hafoss - laegstu lonirnar livikostnad og almennu lonarskipanina i Foroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 5. oktober 2020
J. nr.: 20/00440
Viðgjørt: BM
Svar upp á fyrispurning nr. 22/2020 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýris-
manni í fíggjarmálum, um lægstu lønirnar, livikostnað og almennu lønarskipanina í
Føroyum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at starvsfólk við lægstu lønunum – hóast hesi starvast fulla tíð –
kunnu liva í fátækraváða í Føroyum?
2. Hvussu nógv er nú í miðal eftir at liva fyri um mánaðin fyri tey, ið hava lægstu mánaðarløn
hjá landinum?
3. Hvussu nógv er lægsta mánaðarlønin hjá landinum hækkað seinastu 25 árini í krónum og %?
4. Hvussu nógv eru tænastumannalønirnar hækkaðar seinastu 25 árini í krónum og %?
5. Hvussu nógv er kostnaðarstøðið / prístalið hækkað seinastu 25 árini?
6. Heldur landsstýrismaðurin, at fleiri almenn størv hava størri krøv og krevja fleiri førleikar nú,
enn áður?
7. Heldur landsstýrismaðurin, at almenna lønarskipanin er tillagað nøktandi, samsvarandi
broytingunum í innihaldi og í krøvum til starvsfólk, seinastu mongu árini?
8. Ætlar landsstýrismaðurin at endurnýggja almennu lønarskipanina?
Svar til spurning 1 og 2
Lægsta mánaðarlønin, í sáttmála, sum landið hevur við fakfelag, er byrjanarlønin í sáttmálanum
við Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hendan lønin er í dag 20.633,21 kr. um mánaðin.
Eftirlønargjaldið er 15%. Viðmerkjast kann, at lønin er ikki hækkað síðani 1. oktober 2018, og
verður lønin nakað hægri enn nevnda upphædd, tá ið semja er gjørd fyri tíðarskeiðið frá 1.
oktober 2019 til 1. oktober 2022.
Hvussu nógv er eftir aftaná skatt er tengt, at hvar viðkomandi býr v.m. Um roknað verður við
meðal kommunuskattaprosenum, ið er 20,19% og viðkomandi rindar 0,6% í kirkjuskatti, so
hevur viðkomandi 13.037 kr. um mánaðin eftir at liva fyri, tá ið skattur og avgjøld eru tikin av
lønini.
Fátækraváðin er roknað hagtalsmát, sum tekur støði í samlaðu tøku húskisinntøkuni og húskis-
samansetingini.
Ein persónur er í fátækraváða um viðkomandi hevur ein javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60%
av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum.

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
Javnvirðisinntøka er ein umroknað inntøka hjá hvørjum einstøkum, við atliti at vaksnum og
børnum í húskinum. Øll í húskinum, børn og vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.
Javnvirðisinntøkan verður roknað, tí inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar
nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. (www.hagstova.fo)
Húskini í Føroyum eru ymisk. Summi húski hava tvær inntøkur, summi eina. Onkur býr
einsamallur. Summi búgva saman og hava eingi børn, meðan onnur búgva saman og hava børn.
Ein persónur er tí í fátækraváða, um húskið, sum viðkomandi býr í, er í fátækráváða.
Starvsfólk, ið fær fulla løn á byrjunarstigi hjá HAK hevur, sambært døminum oman fyri, eina
tøka inntøku á 156.441 kr. um árið.
Seinasta uppgerðin av miðinntøkuni er frá 2018. Tá var markið fyri fátækraváða ein javn-
virðisinntøka á kr. 147.614, og vil umrødda starvsfólk harvið hava eina inntøku, ið er nakað
omanfyri markið fyri fátækaváða.
Fátækraváði er eitt roknað hagtalsmát, sum tekur hædd fyri samlaðu húskisinntøkuni og
húskissamansetingini. Um talan er um stakan uppihaldara við einum barni hevði starvsfólk við
nevndu inntøku eina eina javnvirðisinntøku, ið eru beint um markið fyri fátækraváða. Síðan 2018
er stuðulin til barnafamiljur hækkaður.
Tá Hagstova Føroya roknar húskisinntøkur, eru allar inntøkur og veitingar íroknaðar – eisini
sosialar veitingar, sum t.d. familjuískoyti og barnaískoyti til stakar uppihaldarar. Sosialu
skipanirnar eru við til at halda arbeiðandi barnafamiljunum, sum arbeiða fulla tíð, omanfyri
markið fyri fátækraváða.
Svar til spurning 3
Fyrsti sáttmálin við Havnar Arbeiðskvinnufelag varð gjørdur í 2002, og tí fari eg at loyva mær at
greiða tølini frá 2002 til í dag.
Tann 1. mai í 2002 var byrjanarlønin í HAK-sáttmálanum 16.016 kr. um mánaðin, umframt
eftirlønargjald 4,6%, tilsamans 16.753 kr. um mánaðin.
1. oktober 2018 var byrjanarlønin í HAK-sáttmálanum 20.633 kr. um mánaðin, umframt
eftirlønargjald á 15%, tilsamans 23.727 kr. Vøksturin í krónum er 6.974, vøksturin í prosentum
er 42. Leggjast kann aftrat, at endalønin í sama tíðarskeiði er hækkað 52%, íroknað
eftirlønargjald. Nevnast kann at eftirlønargjaldið er hækkað úr 4,6% uppí 15% og er ein partur av
karminum brúktur til hækking av eftirlønargjaldinum. Sjálv endalønin er hækkað 38%.
Sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag er fyri starvsfólk, sum
starvast á stovnum hjá landinum, staðsettir í Tórshavnar kommunu. Starvsfólk innan somu
arbeiðsøki í øðrum pørtum av landinum eru lønt sambært sáttmálanum millum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og ymsu arbeiðarafeløgini.
Svar til spurning 4
Nakrar ferðir seinastu árini eru lønirnar hækkaðar heilt ella partvíst í krónum og ikki í
prosentum. Prosenthækkingarnar eru tí ikki tær somu í ymisku lønarflokkunum. Lægru lønirnar
eru hækkaðar eitt sindur meira enn tær hægri í prosentum.
Lønin hjá tænastumonnun varð seinast hækkað tann 1. oktober 2019.
Ad 4) Nakrar ferðir seinastu árini eru lønirnar hækkaðar heilt ella partvíst í krónum og ikki í
prosentum. Prosenthækkingarnar eru tí ikki tær somu í ymisku lønarflokkunum. Lægru lønirnar
eru hækkaðar eitt sindur meira enn tær hægri í prosentum.
Lønin hjá tænastumonnun varð seinast hækkað tann 1. oktober 2019.
Lønin í lønarflokki 28.4 var 24.661,96 kr. tann 1. mars 2002. Í dag er lønin 36.056,95 kr.
Hækkingin er 11.393,99 kr., og 46,2%.
Fleiri stjórar eru løntir í 38. lønarflokki, og har hevur hækkingin verið 43,9%

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
Svar til spurning 5
Prístalið sum verður brúkt í dag bleiv sett til 100 tann 1. januar í 2001. Prístalið er hækkað lítið
seinnu árini, og nøkur tíðarskeið er prístalið lækkað. 2. ársfjórðing í ár var prístalið 120,8.
Viðmerkjast kann at frá 1. januar 2001 til 1. oktober 2019 hava hækkingarnar í sáttmálunum hjá
landinum verið omanfyri 56%. Hetta umfatar hækkingar í lønunum eisini aðrar broytingar, ið eru
tiknar av lønarkarminum t.d. hækking av eftirlønargjaldi og serstaka frívíkan.
Hækkingarnar í lønarkarminum hava harvið verið meira enn dupult so stórar sum hækkingarnar í
prístalinum.
Svar til spurning 6 Tað er tann einstaki stovnurin, sum setir fólk í starv og ásetur
førleikakrøvini til einstøku størvini. Tað ber ikki til hjá mær at meta um, hvørt størri krøv og
fleiri førleikar vera sett til starvsfólkini í dag enn fyrr, men eg fari ikki at vísa aftur, at hetta kann
vera so.
Svar til spurning 7 Verandi lønarskipan hjá tí almenna er eitt úrslit av heilt nógvum
sjálvstøðugum samráðingum, ið hava verið gjøgnum eitt longri áramál. Rættiliga nógvir partar
eru í almenna samráðingarskipanini. Tað hevur tí víst seg at vera rættiliga trupult at gera størri
broytingar.
Svar til spurning 8 Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin arbeiddi fyrrverandi
landsstýriskvinna fyri at gera almennu lønarskipanina meira smidliga, tíðarhóskandi og
gjøgnumskygda. Í hesum arbeiði ikki kom langt. Harafturímóti var seinasta samráðingarumfar á
almenna arbeiðsmarknaðinum eyðkent av rættiliga nógvum ósemjum og arbeiðssteðgum.
Tinganes, 05. oktober 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 3 of 3 --
022.20 Spurningur til J. Niclasen fra K. Hafoss - laegstu lonirnar livikostnad og almennu lonarskipanina i Foroyum-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss Nr. 22/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um lægstu lønirnar, livikostnað og almennu lønarskipanina í Føroyum, settur
landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Heldur landsstýrismaðurin, at starvsfólk við lægstu lønunum – hóast hesi starvast fulla tíð –
kunnu liva í fátækraváða í Føroyum?
2. Hvussu nógv er nú í miðal eftir at liva fyri um mánaðin fyri tey, ið hava lægstu mánaðarløn
hjá landinum?
3. Hvussu nógv er lægsta mánaðarlønin hjá landinum hækkað seinastu 25 árini í krónum og
%?
4. Hvussu nógv eru tænastumannalønirnar hækkaðar seinastu 25 árini í krónum og %?
5. Hvussu nógv er kostnaðarstøðið / prístalið hækkað seinastu 25 árini?
6. Heldur landsstýrismaðurin, at fleiri almenn størv hava størri krøv og krevja fleiri førleikar
nú, enn áður?
7. Heldur landsstýrismaðurin, at almenna lønarskipanin er tillagað nøktandi, samsvarandi
broytingunum í innihaldi og í krøvum til starvsfólk, seinastu mongu árini?
8. Ætlar landsstýrismaðurin at endurnýggja almennu lønarskipanina?
Viðmerkingar:
Føroyar eru millum heimsins ríkastu lond. Tað eru tó ikki øll, ið kenna ágóðan av hesum í nóg
stóran mun. Kostnaðarstøðið í Føroyum er høgt og hevur verið vaksandi – eins og í øðrum londum.
Hetta hevur ávirkan á, hvat fólk hava eftir at liva fyri, og hetta ávirkar fyrst og fremst tey, ið hava
lægstu lønirnar.
Seinnu árini er landsskatturin á lægru inntøkunum lækkaður munandi, og hetta hevur økt
nettoinntøkuna, men kostnaðarstøðið er høgt, og framhaldandi eru tí eisini fleiri, ið hava trupult við
at klára seg við lægstu lønunum.
Okkara samfelag broytist støðugt. Tað gera okkara arbeiðspláss og krøv til starvsfólk eisini. Tí er
eisini neyðugt støðugt at tillaga lønarskipanir v.m. samsvarandi.
Í undanfarna valskeiði varð arbeiði sett í gongd, ið hevði til endamáls at fáa samstarv millum
fakfeløg og landið um at endurnýggja almennu lønarskipanina, so skipanin kundi gerast meira
tíðarhóskandi, gjøgnumskygd og smidlig. Arbeiðið bar ikki á mál tá, men er ikki minni týðandi at
fáa framt í dag.
Fyri at frætta, um landsstýrismaðurin ætlar at gera eina roynd at taka arbeiðið uppaftur saman við
fakfeløgunum, og fyri at fáa lýst støðuna hjá teimum, ið hava lægstu lønirnar, eisini í mun til
broytingar í kostnaðarstøðinum og samfelagnum, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 21. septembur 2020
Kristina Háfoss

-- 1 of 1 --