52-021/2020
Barsilsskipanin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. okt. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
020.20 Svar fra H. Abrahamsen til B. K. Petersen - barsilsskipanin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar uppá fyrispurning frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 21/2020 viðvíkjandi barsilsskipanini og samkyndum foreldrum Spurningurin var soljóðandi: 1. Er landsstýrismaðurin kunnaður um dømir um tilburðir, har samkynd foreldur hava søkt um barsilsútgjald, og bert eina foreldrið fær rætt til útgjald? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um at javnseta samkynd foreldur í barsilslógini? Svar: 1. Sambært Barsilsskipanini er tað hent tvær ferðir, at tvær av sama kyni hava søkt um barsilspening. Barsilsskipanin veitti í hesum førum bara barsilspening til kvinnuna, ið hevði borið barnið. Orsøkin til hetta er, at barsilslógin gevur kvinnu rætt til barsilspening, um hon hevur A-inntøku og fer frá arbeiði orsakað av viðgongu ella barnsburði. Tað er einans burðarmamman, ið líkur hesar treytir. Barsilslógin gevur eisini pápum rætt til barsilspening. Barsilslógin umrøður ikki foreldur av sama kyni, og av tí at kvinnan, ið livir saman við ella er gift við mammuni, ikki er nevnd í barsilslógini, ber ikki til at rinda henni barsilspening. Barsilsskipanin veitir eisini barsilspening til foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða eitt barn. Her verður ikki skilt í millum mammur og pápar, men orðið “foreldur” er gjøgnumgangandi í teimum ásetingunum í barsilslógini, ið viðvíkja ættleiðing. Um so er, at eitt samkynt par ættleiðir eitt barn, hava tær/teir rætt til barsilspening á jøvnum føti við foreldur av hvør sínum kyni, sum ættleiða. Barsilsskipanin veit ikki um samkynd hjún ella samlivandi, sum hava søkt um barsilspening í sambandi við ættleiðing. Munurin er, at ættleiðingarforeldrini eru rættarlig foreldur, sum hava rættindir og skyldur sum foreldur mótvegis barninum; tað hevur kvinnan, ið livir saman við ella er gift við mammuni at barninum, ikki. -- 1 of 2 -- 2 / 2 2. Eitt av fleiri endamálum við Barsilsskipanini er “at tryggja barninum samveru bæði við móður og faðir”. Hetta stóð í viðmerkingunum til lógaruppskotið, tá ið Barsilsskipanin varð sett á stovn.1 Hetta undirstrikar, at Barsilsskipanin eisini er til fyri barnsins skuld, og at Barsilsskipanin skal gera tað møguligt hjá barninum at vera saman við foreldrunum. Tá ið hetta er sagt, so er tað lóggáva, sum ikki hoyrir undir mítt málsøki, sum ásetur, hvør ið er rættarligt foreldur at einum barni. So leingi sum kvinnan, ið livir saman við ella er gift við mammuni at barninum, ikki er rættarligt foreldur, hevur hon hvørki rættindir ella skyldur mótvegis barninum. Eg haldi, at rættindir og skyldur eiga at fylgjast at, og tí ætli eg ikki at geva rættindir í Barsilsskipanini til persónar, sum ikki hava skyldur sum foreldur. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 29. september 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður 1 S. 5 í Løgtingsmál nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan, https://www.logting.fo/files/casestate/7411/049.00%20um%20barsilsskipan.pdf -- 2 of 2 --
020.20 Spurningur til H. Abrahamsen fra B. K. Petersen - barsilsskipanin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
Bjarni Kárason Petersen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um barsilsskipanina, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Er landsstýrismaðurin kunnaður um dømir um tilburðir, har samkynd foreldur hava søkt um barsilsútgjald, og bert eina foreldrið fær rætt til útgjald? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um at javnseta samkynd foreldur í barsilslógini? Viðmerkingar: Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í mun til barsilsskipanina. Undir verandi lóg hevur bert eitt av foreldrunum foreldramyndugleika, og hevur rættindi sum einligur undir barsilslógini, men hitt foreldrið hevur eingi rættindi undir barsilsskipanini, hóast tey rinda inn til barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur. Skulu tvey samkynd foreldur hava eitt barn, kann bert annað fara í barsilsfarloyvi. Skulu til dømis tvær kvinnur hava eitt barn, verður barnsburðarfarloyvið bara latið kvinnuni, sum ber barnið. Á heimasíðuni hjá barsilsskipnani stendur: “Hjá samkyndum fær annað foreldrið allar vikurnar í sín part, og hitt fær einki. Hetta er tí, at í barsilshøpi verða samkynd mett sum einsamøll við barninum. Hjá tveimum kvinnum er eingin pápi. Hjá tveimum monnum er eingin mamma.“ - https://www.barsil.fo/fo/mammur/farloyvistidin/ Í grannalondum okkara hevði mann viðurkent sammóður ella faðir, men í Føroyum hevur viðkomandi eingi rættindi, hvørki til barnið ella sosialar tænastur. Ein viðkomandi trupulleiki hjá samkyndum foreldrum hesum viðvíkjandi er eisini spurningurin um ættleiðing og foreldramyndugleika, har ein av góðkenningartreytunum er, at tey, ið vilja ættleiða saman, skulu hava búð saman í minsta lagi 2 ½ ár. Inntil tá ber ikki til at gerast løgfrøðiligt foreldur at barninum. Hetta málsøkið liggur tó undir Almannamálaráðnum, men inngongur natúrliga í málið, sum spurt verður um, og hevur undirritaði sett avvarðandi landsstýrismanni skrivligan fyrispurning um hetta. Á Løgtingi, 16. september 2020 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 1 --