52-020/2020
Lóg um foreldramyndugleika og ættleiðingarlógina
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. sep. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
019.20 Svar fra E. M. Gunnleygsdottur til B. K. Petersen - foreldramyndugleika og aettleidingalogina.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 23. september 2020 Mál: 20/00795-3 Tygara Skriv: Viðgjørt: Elsa Magnussen Nr. 20/2020 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um lóg um foreldramyndugleika og ættleiðingarlógina, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika, soleiðis at eitt barn hevur tvey foreldur við føðing? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í ættleiðingarlógini, soleiðis at tað verður lættari hjá eini sammóður at ættleiða barn, sum makin hevur borið? Viðmerkingar: Í frágreiðing Løgmans á Ólavsøku 2020 á s. 61 undir løglistanum stendur: “Í samgonguskjalinum er ásett, at foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast. Farið er undir arbeiðið við at endurskoða lóg um foreldramyndugleika og samveru. Nú málsøkið persóns- familju- og arvarættur er yvirtikið, ber til hjá okkum at gera broytingar í og laga lóggávuna á økinum til serlig føroysk viðurskifti.” Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í mun til foreldramyndugleika. Undir verandi lóg hevur bert foreldur, ið ber barnið, foreldramyndugleika við føðing, og hevur rættindi sum einligur, men hitt foreldrið hevur ongan løgfrøðiligan foreldramyndugleika við hartil hoyrandi rættindum við føðing. Hetta ávirkar familjurnar á nógvum mótum, serliga tá ið tað viðvíkur arvi og sosialum tænastum, so sum rættindi til barsilsútgjald, systkinafrádrátt v.m. Harafturat er ein av góðkenningartreytunum fyri ættleiðing, at tey, ið vilja ættleiða saman, skulu hava búð saman í minsta lagi 2 ½ ár. Sostatt er ikki gjørligt hjá sammóðir ella -faðir at fáa foreldramyndugleika fyrr enn eftir at hava búð saman í 2½ ár, og hava tey ikki rætt til eitt nú barsilsútgjald, hóast tey rinda inn til barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur. Hetta málsøkið liggur tó undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, men inngongur natúrliga í málið, sum verður spurt um, og hevur undirritaði sett avvarðandi landsstýrismanni skrivligan fyrispurning um hetta. Á Løgtingi, 17. september 2020 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Svar Til spurning 1 Í samgonguskjalinum er ásett, at børn skulu fáa rætt til bæði mammu og pápa, og at rættindi og skyldur verða staðfestar. Vit skulu kanna, hvussu vit á besta hátt tryggja hesi rættindi og at tað, sum ásett verður í einari nýggjari lóg, er tað besta fyri barnið. Fyrireikingararbeiðið í mun til at broyta lóg um foreldramyndugleika er farið í gongd. Almannamálaráðið hevur fingið viðmerkingar um fyrimunir og vansar við galdandi lóggávu frá viðkomandi pørtum og myndugleikum. Í næstum verður farið undir at viðgera hesar viðmerkingar nærri eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at tað hava verið nógvar atfinningar at foreldraábyrgdarlógini í Danmark. Tað er umráðandi, at rættar dagføringar verða gjørdar í lóggávuni - fyrst og fremst til gagns fyri børnini. Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest. Til spurning 2 Á familjurættarliga økinum fari eg fyrst og fremst at raðfesta tað, sum er ásett í samgonguskjalinum, og reglur um sammóðurskap eru ikki ein partur av hesum málinum. Tórshavn, 23. september 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
FM 078 Spurningur til E. M. Gunnleygsdottur fra B. K. Petersen - foreldramyndugleika og aettleidingalogina.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
Bjarni Kárason Petersen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um lóg um foreldramyndugleika og ættleiðingarlógina, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika, soleiðis at eitt barn hevur tvey foreldur við føðing? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í ættleiðingarlógini, soleiðis at tað verður lættari hjá eini sammóður at ættleiða barn, sum makin hevur borið? Viðmerkingar: Í frágreiðing Løgmans á Ólavsøku 2020 á s. 61 undir løglistanum stendur: “Í samgonguskjalinum er ásett, at foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast. Farið er undir arbeiðið við at endurskoða lóg um foreldramyndugleika og samveru. Nú málsøkið persóns- familju- og arvarættur er yvirtikið, ber til hjá okkum at gera broytingar í og laga lóggávuna á økinum til serlig føroysk viðurskifti.” Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í mun til foreldramyndugleika. Undir verandi lóg hevur bert foreldur, ið ber barnið, foreldramyndugleika við føðing, og hevur rættindi sum einligur, men hitt foreldrið hevur ongan løgfrøðiligan foreldramyndugleika við hartil hoyrandi rættindum við føðing. Hetta ávirkar familjurnar á nógvum mótum, serliga tá ið tað viðvíkur arvi og sosialum tænastum, so sum rættindi til barsilsútgjald, systkinafrádrátt v.m. Harafturat er ein av góðkenningartreytunum fyri ættleiðing, at tey, ið vilja ættleiða saman, skulu hava búð saman í minsta lagi 2 ½ ár. Sostatt er ikki gjørligt hjá sammóðir ella -faðir at fáa foreldramyndugleika fyrr enn eftir at hava búð saman í 2½ ár, og hava tey ikki rætt til eitt nú barsilsútgjald, hóast tey rinda inn til barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur. Hetta málsøkið liggur tó undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, men inngongur natúrliga í málið, sum verður spurt um, og hevur undirritaði sett avvarðandi landsstýrismanni skrivligan fyrispurning um hetta. Á Løgtingi, 17. september 2020 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 1 --