← Løgtingsmál

52-019/2020

Undirvísingartilfar til orðblind

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
021.20 Svar fra J. av Rana til B. L. Jacobsen- Undirvisingartilfar til ordblind.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 29. september 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-81
Svar
upp á
fyrispurning nr. 21/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, um undirvísingartilfar
til orðblind, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at
svara skrivliga eftir TS §52a).
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at ikki nóg nógv og nóg gott tilfar á føroyskum er í m.a.
náttúrulærugreinum til fólk við lesitrupulleikum?
2. Hvat verður gjørt fyri at skipa so fyri, at gott og egnað tilfar er tøkt til fólk við
lesitrupulleikum?
3. Nær kann væntast, at tilfar til orðblind og fólk við lesitrupulleikum er teldutøkt, so tað er lætt
at finna fram og brúka í undirvísing?
Svar
Svar til 1: Nakað av føroyskum tilfari til næmingar er teldutøkt. Allar ljóðbøkur hjá Námi liggja
sum ljóðfílur á Snar.fo ella eru flættaðar inn í i-bøkur og s-bøkur.
Tá ið umræður ljóðbøkur í náttúrulærugreinunum, eru 15 ljóðbøkur tøkar
(https://snar.fo/ljodbokur)
Nakrar ljóðbøkur vanta og nakrar eru í gerð.
Undirvísingartilfar hjá Námi:
Lærugrein Ljóðbók Manglar ljóðbók
Landafrøði Landafrøði 1
Landafrøði 2
Landafrøði 3
Lívfrøði Lívfrøði til 7. fl.
Lívfrøði 2
Lívfrøði 3
Alisfrøði og evnafrøði Alisfrøði og evnafrøði 1
Alisfrøði og evnafrøði 2
Alisfrøði og evnafrøði 3
Náttúra og tøkni Náttúra og tøkni 2
Náttura og tøkni 3
Náttúra og tøkni 1
Støddfrøði Skygni 5
Skygni 6
Skygni 8
Skygni 1
Skygni 2
Skygni 3

-- 1 of 3 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Skygni 9 Skygni 4 *
Skygni 7
Skygni 10
• Skygni 4 er ávegis – hinar
verða ikki innlisnar
Rokning 1. -> 7. Fl.
Í náttúrulærugreinunum eru vanligar ljóðbøkur ikki nøktandi. Tí er hvør einstøk ljóðbók pettað
sundur í stutt ljóðbrot, ið eru hóskandi til brotini um evnið í bókini. Hetta merkir, at næmingurin
má hava bæði ljóðfíluna og prentaðu bókina.
Nám hevur eisini gjørt teldutøkar bøkur (i-bøkur) í samstarvi við danskar undirvísingarportalar;
Alinea, tá tað snýr seg um fólkaskúlanæmingar og forlagið Systime, tá um
miðnámsskúlanæmingar umræður. Á hesum platformunum fáa næmingarnir bókina fram á
telduni, umframt ljóðbrotini til tekstin í einum og sama miðli (portali). Henda loysnin er góð fyri
orðblinda næmingin. Tað hava verið og eru framvegis tekniskar avbjóðingar við hesum loysnum.
Svar til 2: Umframt at gera ljóðbøkur, ger Nám eisini teldutøkt tilfar við i-bókum og s-bókum
(samvirknum) til bæði fólkaskúla og miðnám.
Umframt ljóðbókamøguleikan í i-bókunum, fer Nám meira og meira at nýta
undirvísingarportalar, har videobrot eisini verða knýtt at teldutøku bókini. Á miðnámsøkinum
hevur Nám eisini fleiri s-bøkur (samvirknar), har ímillum eina støddfrøðisbók.
Tað stendur skúlunum í boði at keypa hald til i-bøkur til orðblindanæmingar frá Námi, uttan at
keypa hald til heil flokssett.
Leggjast kann afturat, at verkætlanin Ravnur (føroysk teldutala) er ávegis. Her er talan um eitt
annað amboð, sum eisini kann gerast ein hjálp hjá orðblindum, tá tað snýr seg um at brúka talu
til tekst. Í skúlahøpi kann teldutalan verða hent hjá orðblindum í sambandi við t.d. at skriva stíl
og skriva niður (notera).
Svar til 3: Teldutøkar loysnir eru tøkar í dag. Tá umræður ljóðtilfarið til nýggju bókarøðina
Rokning, kann væntast, at hon verður tøk til skúlaársbyrjan 2021/2022, umframt annað tilfar í
t.d. Lívfrøði og Náttúru og Tøkni. Ljóðbókastænastan á Landsbókasavninum framleiðir ein part
av undirvísingartilfarinum fyri Nám.
Harafturat kann upplýsast, at Landsbókasavnið arbeiðir við at fyrireika ein ljóðbókaportal, har
føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur verða atkomuligar á netinum. Arbeitt hevur verið við at gera
dátugrunn, talgilda, ljóðviðgerða og leggja um tær 500 føroysku ljóðbøkurnar, so tær eru egnaðar
at leggja út á komandi ljóðportalin. Arbeiðið er komið væl ávegis, men enn vantar nakað í, m.a.
skulu avtalur gerast við upphavsrættindahavarar og við veitara av tøkniligum palli.

-- 2 of 3 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
FM 080 Spurningur til J. av Rana fra B. L. Jacobsen- Undirvisingartilfar til ordblind.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um undirvísingartilfar til orðblind, settur landsstýrismanninum við
uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a)
1. Hvør er orsøkin til, at ikki nóg nógv og nóg gott tilfar á føroyskum er í m.a.
náttúrulærugreinum til fólk við lesitrupulleikum?
2. Hvat verður gjørt fyri at skipa so fyri, at gott og egnað tilfar er tøkt til fólk við
lesitrupulleikum?
3. Nær kann væntast, at tilfar til orðblind og fólk við lesitrupulleikum er teldutøkt, so tað
er lætt at finna fram og brúka í undirvísing?
Viðmerkingar:
Í døgurðatíðindunum í dag er komið fram, at tilfar á føroyskum í m.a. náttúrulærugreinum
sum t.d. støddfrøði og alis- og evnafrøði er ov avmarkað ella ikki tøkt, og at lærarar og
næmingar mugu leita eftir fløgum og fløguspælarum fyri at kunna fylgja við. Føroyskt tilfar
til orðblind er ikki teldutøkt, og harvið verður ikki fylgt við tøkniligu menningini. Tí verður
hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 16. september 2020
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --