← Løgtingsmál

52-018/2020

Hjálparátøk til fólk við m.a. seinheilaskaða

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
018.20 Svar fra E. M. Gunnleygsdottur til J. Joensen - hjalparatok til folk vid seinheilaskada.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
28. september 2020
Mál: 20/00791-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Doris Bjarkhamar
Nr. 18/2020
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um hjálparátøk til fólk við m.a. seinheilaskaða, settur
landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara
skrivliga eftir § 52a)
1. Ætlar landsstýrið at seta meiri pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri talulærarar
í starv innan Almannaverkið til m.a. taluvenjingar til fólk við seinheilaskaða o.ø.?
2. Hvussu langt er landsstýrið komið við ætlanunum um at byggja depil/viðgerðarstað til
m.a. fólk við seinheilaskaða og demens?
3. Eru talið av ergo- og fysioterapeutum innan Almannaverkið nøktandi?
4. Ætlar landsstýrið at seta pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri ergo- og
fysioterapeutar í starv?
5. Hvussu gongur við ætlanunum um at byggja bústaðir til fólk við m.a. seinheilaskaða?
Viðmerkingar:
130 føroyingar fáa hvørt ár staðfest heilaskaða. Fleiri av hesum kunnu vinna førleikar aftur,
um nøktandi venjingartilboð eru í boði. Í Føroyum verður ergo- og fysioterapi veitt eftir
førimuni, men taluvenjingar eru sera avmarkaðar.
Talulæra er grundleggjandi fyri samskiftið hjá sjúklingum við m.a. seinheilaskaða, tí tey ofta
eru avskorin frá næstringum og umheiminum. Lógin um almannatrygd og tænastur
(vælferðarlógin) leggur upp fyri, at nøktandi tilboð skulu veitast til m.a. fólk við
seinheilaskaða, demens, parkinsonsjúku og sclerosu, men enn er langt á mál, skulu vit t.d.
røkka tænastustøðinum í Danmark. Neurologiskar sjúkur krevja viðlíkahaldsvenjing og
menning. Tosað hevur verið um ein rehabiliteringsdepil, at seta fleiri ergo- og fysioterapeutar
í starv innan Almannaverkið, at útbúgva og seta fleiri logopædar (talulærarar) í starv innan
Almannaverkið og at víðka um bústaðarmøguleikar til fólk við m.a. seinheilaskaða. Tí verða
hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 15. september 2020
Jóhannis Joensen

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
Svar:
Til 1)
Almannaverkið veitir endurvenjing til persón, sum er millum 18 ár og fólkapensjónsaldur.
Endurvenjingin verður veitt við tí endamáli, at persónur kann fáa ella varðveita tilknýti til
arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.
Í 2018 játtaði Løgtingið 200.000 kr. soleiðis, at taluvenjing kundi gerast liður í endurvenjingini
í Almannaverkinum. Almannaverkið hevur síðani bjóðað taluvenjing í samband við, at
borgarar hava fingið endurvenjing, og er tænastan keypt frá privatum veitara.
Higartil hava øll tey, ið hava verið undir endurvenjing í Almannaverkinum og sum eisini hava
havt tørv á taluvenjing, fingið taluvenjing sum lið í endurvenjingini.
Almannaverkið hevur tó víst á, at tað eru borgarir, sum ikki eru fevndir av endurvenjing í
Almannaverkinum, sum í løtuni ikki fáa taluvenjing frá nøkrum myndugleika, hóast tey hava
tørv á tí.
Landsstýriskvinnan ásannar, at tað er ein avbjóðing at veita nøktandi taluvenjing í Føroyum.
Tað er ikki nøktandi, at fólk, sum hava tørv á tí, ikki fáa taluvenjing, og spurningurin er eisini,
um verandi skipan, har fleiri myndugleikar hvør í sínum lagi veita taluvenjing, er nøktandi.
Landsstýriskvinnan metir, at tað kundi verið áhugavert at kanna grundarlagið fyri at savna
taluvenjing á einum staði, serliga í mun til at styrkja fakliga tilfeingið og at gagnnýta tilfeingið,
nøktandi eins og Almannaverkið og Sernám hava víst á.
Samskiftið hevur verið millum Almannaverkið og Sernám og millum Almannamálaráðið og
Heilsumálaráðið um, hvussu hesi viðurskifti verða best skipaði, men ongin endalig loysn er
funnin enn.
Til 2)
Samskifti hevur verið millum landsstýrisfólkini í almannamálum og heilsumálum um møguligt
samstarv og samskipan av viðgerðum og tænastum, sum ávikavist Almannaverkið og
heilusverkið veita borgarum, sum hava seinheilaskaða.
Landsstýrisfólkini eru samd um, at tað er alneyðugt at samstarva um borgarar, sum fáa
seinheilaskaða um borgarin skal fáa nøktandi viðgerð og tænastur, samstundis sum tey
avvarðandi kunnu hava eitt virkið lív.
Koronastøðan hevur tó avmarkað arbeiðið við at finna møguligar loysnir, og støða er tí ikki
tikin til, hvussu viðgerðin og tænasturnar kunnu samskipast betri.
Til 3)
Higartil hevur Almannaverkið veitt endurvenjing. Heimild er í løgtingslóg um almannatrygd
og tænastur fyri, at Almannaverkið frá. 1. september 2021 kann veita viðlíkahaldsvenjing til
borgarar millum 18 ár og fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
vanda fyri at fáa týðandi og varandi skert virkisføri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi
virkisføri og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni.
Sambært Almannaverkinum er tað neyðugt at seta 2 ergo- og fysioterapeutar afturat, um
bíðilisti ikki skal verða til endurvenjing. Harafturat er neyðugt at seta 12 ergo- og
fysioterapeutar fyri, at Almannaverkið skal kunna veita øllum nøktandi viðlíkahaldsvenjing
sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Tað tekur tíð at stovnseta og skipa eina
nýggja tænastu, og tí er ætlanin, at skipanin við viðlíkahaldsvenjing mið- og stigvíst verður
útbygt komandi árini. Heimild er eisini fyri, at Almannaverkið kann keypa tænastu frá privatum
veitara fyri at kunna veita viðlíkahaldsvenjing sambært løgtingslóg um almannatrygd og
tænastur.
Til 4)
Landsstýriskvinnan hevur raðfest játtan til endur- og viðlíkahaldsvenjing á uppskotinum til
fíggjarlóg fyri komandi ár og vónar, at Løgtingið tekur undir við raðfestingini.
Til 5)
Vantandi bústaðartilboð til borgarar, sum hava seinheilaskaða, hevur longi og er framvegis ein
stór avbjóðing.
Landsstýriskvinnan ásannar, at tað eru ov nógv fólk við seinheilaskaða, sum ikki fáa nøktandi
bústaðartilboð og eisini ov nógv fólk við seinheilaskaða, sum ikki fáa eina nøktandi tænastu í
egnum heimi.
Landsstýriskvinnan er farin undir at fyrireika bygging av bústøðum til fólk við seinheilaskaða,
men landsstýriskvinnan má samstundis staðfesta, at tað tekur langa tíð at fyrireika almenn
byggimál og at kostnaðarstøðið er ein avbjóðing.
Tí verður eisini kannað, um tað eru alternativar hættir at loysa verandi bústaðaravbjóðing eins
og umrøtt verður í Frágreiðing um bústaðapolitisk átøk frá 6. mars 2020.
Tórshavn 28. september 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
018.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdottur fra J. Joensen - hjalparatok til folk vid seinheilaskada.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 18/2020
løgtingsmaður

-- 1 of 1 --