52-017/2020
Arbeiðsumhvørvið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. sep. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
017.20 Svar fra H. Abrahamsen til B. L. Jacobsen - arbeidsumhvorvid.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar uppá fyrispurning frá Beintu Løve, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 17/2020, viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja arbeiðsumhvørvið á føroyskum arbeiðsplássum? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at Arbeiðseftirlitið hevur nógv høga játtan og nóg nógv starvsfólk til at vera úti á arbeiðsplássum og kanna arbeiðstrygdina? Um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin so at gera við hetta? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka sektina fyri at bróta arbeiðsumhvørvislógina? Svar: 1. Fyrst og fremst vil landsstýrismaðurin gera tað heilt greitt, at málið er, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at tað er sera sera óheppið og syrgiligt, at tríggjar deyðsvanlukkur hava verið á føroyskum arbeiðsplássum í ár. Landsstýrismaðurin metir tó, at føroyska arbeiðsumhvørvið sum heild er batnað munandi seinnu árini. Hóast arbeiðsumhvørvið á føroysku arbeiðsplássunum sum heild er á einum støði, ið er sambæriligt við støðið í hinum norðurlondunum, er tað ein sannroynd, at arbeiðsumhvørvið á ávísum arbeiðsplássum og vinnugreinum enn ikki er nøktandi, og at átøk mugu gerast fyri at lyfta støðið. Landsstýrismaðurin hevur tískil heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið, ið er sermyndugleikin á økinum, at gera eitt upprit, ið lýsir: 1. Hvørjar vinnugreinar eiga at blíva raðfestar komandi tíðina. Hyggjast skal serliga eftir, um tørvur er á størri innsatsi innan alivinnuna, fiskivinnu á landi og á byggiplássum. 2. Hvørji átøk eiga at verða sett í verk ella uppraðfest fyri at fremja neyðugar batar í arbeiðsumhvørvinum. Landsstýrismaðurin hevur eisini heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at umrøða evnið saman við Arbeiðsumhvørvisráðnum og taka niðurstøðurnar frá hesi umrøðu við í uppritið. 2. Landsstýrismaðurin skal vísa á, at játtanin til Arbeiðs- og brunaeftirlitið er økt seinnu árini, umframt at onnur virkisøkir eru løgd afturat virkseminum hjá stovninum. Hetta hevur givið stovninum eitt betri rakstrargrundarlag og meira virkisføran starvsfólkahóp. Mett verður tó, at neyðugt er at seta -- 1 of 2 -- 2 / 2 meira starvsfólkaorku av til at gera eftirlit og vegleiða á arbeiðsumhvørvisøkinum. Umhvørvis- og vinnumálaráðið er í samskifti við stovnin um, hvussu karmarnir kunnu betrast, soleiðis at meira orka kann setast av til nevnda virksemið. Lógaruppskot um at flyta uppgávur, játtan og starvsfólk hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði til Arbeiðs- og brunaeftirlitið er sent til hoyringar. Verður hendan ætlanin framd, fer hetta at styrkja leiklutin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum fakstovn innan arbeiðsumhvørvisøkið, umframt at breiðka vitunargrundarlagið hjá stovninum. 3. Sum er hevur landsstýrismaðurin ikki nakra ítøkiliga ætlan um at hækka sektina fyri brot á arbeiðsumhvørvislóggávuna. Landsstýrismaðurin hevur tó heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at gera eitt upprit, ið lýsir støðið og útrokningargrundarlagið fyri líknandi sektir í hinum norðurlondunum, og hvønn týdning hægri sektir kunnu metast at hava. Uppritið skal somuleiðis vísa á, hvørjar broytingar kunnu gerast í arbeiðsumhvørvislógini, um støðið á sektunum skal hækkast. Landsstýrismaðurin hevur eisini heitt á Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at umrøða hetta evnið saman við Arbeiðsumhvørvisráðnum og at taka niðurstøðurnar frá umrøðuni við í uppritið. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 23. september 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
017.20 Spurningur til H. Abrahamsen fra B. L. Jacobsen - arbeidsumhvorvid.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen Nr. 17/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um arbeiðsumhvørvi, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja arbeiðsumhvørvið á føroyskum arbeiðsplássum? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at Arbeiðseftirlitið hevur nógv høga játtan og nóg nógv starvsfólk til at vera úti á arbeiðsplássum og kanna arbeiðstrygdina? Um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin so at gera við hetta? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka sektina fyri at bróta arbeiðsumhvørvislógina? Viðmerkingar: Komið er fram í miðlunum, at rættiliga nógvar arbeiðsvanlukkur og arbeiðsóhapp eru í Føroyum samanborið við onnur lond. Bæði fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar er umráðandi, at arbeiðstrygdin er í lagi. Fyri at fáa greiðu á, hvørjar ætlanir eru fyri at bøta um arbeiðstrygdina á føroyskum arbeiðsplássum, verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 10. september 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --