← Løgtingsmál

52-016/2020

Møgulig avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
016.20 Spurningur til B. S. Nielsen fra K. Hafoss - mogulig avlurting av foroyskum borgarum og vinnufyritokum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. okt. 2020

Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss Nr. 16/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum, settur
løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella
føroyskum vinnufyritøkum í Føroyum?
2. Er nøkur fráboðan komin til landsstýrið um ábendingar eru um, at føroyskir borgarar ella
vinnufyritøkur í Føroyum hava verið avlurtað?
3. Er partur av teimum avlurtingum, ið danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku
fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum?
4. Hvat fekk landsstýrið upplýst frá danska verjumálaráðharranum viðvíkjandi donsku
fregnartænastuni og samskiftisupplýsingum hjá føroyskum borgarum og vinnufyritøkum?
5. Hvat fekk landsstýrið upplýst um málið sum heild, tá hetta varð tikið upp á fundi við
danska verjumálaráðharran?
6. Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða
avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum?
Viðmerkingar
Greitt er, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) umfatandi
samskiftisupplýsingar um danskar borgarar. Hetta hevur eitt nú fingið avleiðingar fyri starvsfólk í
donsku fregnartænastuni.
Samstundis hava núverandi landsstýri og samgonga samtykt nýggja lóggávu, ið gevur donsku
fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar.
Í undanfarnu viku varð munnligur fyrispurningur settur løgmanni um málið. Løgmaður upplýsti, at
hann hevði heitt á landsstýrismannin í uttanríkismálum at taka málið upp við danskar myndugleikar.
Í dag skuldi fundur so vera millum danska verjumálaráðharran og føroyska landsstýrismannin í
uttanríkismálum.
Tá umræður avlurting og samskiftisnet, so er talan um málsøki hjá fleiri landsstýrisfólkum, og
verður hesin spurningur tí settur løgmanni.
Talan er um eitt sera álvarsligt mál, sum neyðugt er at fáa alment upplýst. Fyri at fáa lýst málið, eitt
nú um føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur hava verið ella verða avlurtað av donsku
fregnartænastuni, og fyri at fáa lýst, um føroyskar samskiftisupplýsingar eru latnar amerikonsku

-- 1 of 2 --

fregnartænastuni, og hvat verður gjørt fyri at verja føroyskar borgarar og vinnufyritøkur ímóti
avlurting, verða hesir spurningar settir løgmanni.
Á Løgtingi 10. september 2020
Kristina Háfoss

-- 2 of 2 --
016.20 Svar fra B. S. Nielsen til K. Hafoss - mogulig avlurting av foroyskum borgarum og vinnufyritokum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --