← Løgtingsmál

52-015/2020

Møgulig søla av almenna ognarlutinum í BankNordik

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
014.20 Svar fra J. Niclasen til H. Mortesen - moguligari solu av almenna ognarlutinum i BankNordik.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 21. september 2020
J. nr.: 20/00422
Viðgjørt: EC
Svar upp á fyrispurning nr. 14/2020 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýris-
manni í fíggjarmálum, um møguliga sølu av almenna ognarlutinum í BankNordik
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar broytingar heldur landsstýrismaðurin, at tað fer tað at hava við sær fyri umstøðurnar
í BankNordik, burtursæð frá teimum fíggjarligu, um almenni ognarluturin í bankanum verður
seldur?
2. Hvørjar broytingar heldur landsstýrismaðurin, at tað fer tað at hava við sær fyri starvsfólkini í
BankNordik, um almenni ognarluturin verður seldur?
Svar:
Í viðmerkingunum til fyrispurningin hugsar spyrjarin eitt dømi, at útlendskir ognarar keypa P/F
BankNordik og gera bankan til deild/ir undir útlendsku fyritøkuni.
Eg havi í fyrispurningi nr. 13/2020 greitt frá, at samgongan hevur avtalað, at “landsins ognarlutur í
vinnufyritøkum verður endurskoðaður”, og í røðu løgmans á ólavsøku 2020 varð nevnt, at “tað í
nøkrum førum [er] skilabest at einskilja fyritøkur – og í øðrum førum tryggja, at kappingin millum
almennu partafeløgini og privatar fyritøkur verður jøvn”.
Ætlanin at endurskoða landsins fyritøkur fevnir eisini um Fíggingargrunnin, sum eigur ein triðing av
P/F BankNordik.
Tað skal fyrst nevnast, at í tráð við ætlan landsstýrisins at endurskoða ráð og nevndir hjá landinum
verður arbeitt við at taka Fíggingargrunnin av, soleiðis at landið verður beinleiðis eigari av
ognarlutinum í P/F BankNordik.
Landsstýrið hevur ikki endaliga viðgjørt og tikið støðu til spurningin, um ognarluturin í bankanum
síðani skal seljast. Til tað skulu fleiri viðurskifti lýsast betri, fyrst og fremst hvønn týdning tað hevur,
um landið eigur í bankanum, og síðani at greina, hvussu útlitini eru fyri at fáa rætta prísin, hvussu
sølan skal fara fram o.s.fr.
Tað er tí torført – fyri ikki at siga ómøguligt –, at siga, hvørjar broytingar ein møgulig søla av síðsta
triðinginum av bankanum fer at hava við sær.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Viðkomandi spurningurin fyri landið er, um tað skal brúka almennan kapital til at vera partur av
vinnufyritøkum. Tað er í tí sambandi neyðugt at fáa lýst øll viðurskifti væl. Tað mugu vit taka okkum
stundir til og ansa okkum eftir ikki at grugga málið við hugsaðum ræðustøðum.
Tinganes, 21. september 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
014.20 Spurningur til J. Niclasen fra H. Mortesen - moguliga solu av almenna ognarlutinum i BankNordik.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen, Nr. 14/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um møguliga sølu av almenna ognarlutinum í BankNordik, settur
landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvørjar broytingar heldur landsstýrismaðurin, at tað fer tað at hava við sær fyri umstøðurnar
í BankNordik, burtursæð frá teimum fíggjarligu, um almenni ognarluturin í bankanum
verður seldur?
2. Hvørjar broytingar heldur landsstýrismaðurin, at tað fer tað at hava við sær fyri starvsfólkini
í BankNordik, um almenni ognarluturin verður seldur?
Viðmerkingar:
Samgongan hevur ført fram, at tað eru ætlanir um at selja almenna ognarlutin í BankNordik. Í løtuni
er landið minnilutaeigari í BankNordik, men hóast hetta hevur avmarkaða ávirkan við sær, kann
landið virka sum blokerandi minniluti, um ætlanir eru við felagnum, sum ikki hóva eigarunum, sum
í hesum førinum er Føroya fólk.
Um almenni ognarluturin í BankNordik verður seldur, kann eitt hugsað dømi vera, at útlendskir
ognarar keypa bankan, og at bankin í Føroyum verður ein deild/ir undir útlendskum banka. Hetta
hevði uttan iva havt ávirkan á fleiri viðurskifti í bankanum, sum er millum størstu arbeiðspláss í
landinum. Fyri at fáa greiðu á møguligum avleiðingum fyri starvsfólkini, verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 9. septembur 2020
Heðin Mortensen

-- 1 of 1 --