← Løgtingsmál

52-014/2020

Bank Nordik

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
013.20 Svar fral J. Niclasen til H. Old - Bank Nordik.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 18. september 2020
J. nr.: 20/00407
Viðgjørt: EC
Svar upp á fyrispurning nr. 13/2020 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, um BankNordik
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stórt vinningsbýti hevur landskassin fingið úr BankNordik samanlagt síðan 2010?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at selja almenna ognarlutin í BankNordik, og um so er,
nær?
Svar:
Fíggingargrunnurin frá 1992 eigur ein triðing av P/F BankNordik. Í tráð við ríkislóg nr. 462/1996 um
Fíggingargrunnin og sambært viðtøkunum fyri grunnin kann nevndin í Fíggingargrunninum gera av at
luta pening út til landið.
Fyri árini 2010-2020 hevur Fíggingargrunnurin lutað landskassanum hesar upphæddir:
Roknskaparár Upphædd, tús.kr.
2010 0
2011 12.000
2012 0
2013 3.342
2014 5.013
2015 5.000
2016 7.000
2017 100.000
2018 13.369
2019 23.000
2020 0
Í 2017 varð serligt vinningsbýti latið eigarunum av P/F BankNordik, tá ið bankin hevði selt Vørð í
Íslandi og hevði tikið vinnukundavirksemið í Danmark av. Fíggingargrunnurin lutaði upphæddina
víðari til landið.
Sambært samgonguskjalinum undir vinnumálum er avtalað, at “landsins ognarlutur í vinnufyritøkum
verður endurskoðaður”.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Í røðu løgmans á ólavsøku 2020 er greitt frá, at vit mugu “hyggja at rakstri og bygnaði hjá landinum.
Tað er t.d. ikki uppgávan hjá landinum at reka partafeløg. Tí er tað í nøkrum førum skilabest at
einskilja fyritøkur – og í øðrum førum tryggja, at kappingin millum almennu partafeløgini og privatar
fyritøkur verður jøvn”.
Tá ið samgongan tók við, vórðu flestu av partafeløgunum hjá landinum løgd undir Fíggjarmálaráðið.
Harumframt eru nakrir grunnar, t.d. Fíggingargrunnurin. Umframt endamálið at hava skilnað millum
uppgávurnar, ið landið hevur sum ávikavist eigari og sum fyrisitari av lóggávu og eftirliti, ynskir
landsstýrið at endurskoða, í hvønn mun landið skal vera eigari ella luttakari í vinnufyritøkum.
Skulu fyritøkur hjá landinum einskiljast, má tað gerast við skili. Ein søla má tryggja besta prísin, og
tað má eisini havast í huga, hvør skal keypa fyritøkurnar frá landinum. Somuleiðis má landið taka
atlit at marknaðinum, sum fyritøkan virkar í – er talan um virknan marknað, er monopol o.s.fr.
Í tráð við ætlanina hjá landsstýrinum at endurskoða ráð og nevndir landsins verður arbeitt við at taka
Fíggingargrunnin av, soleiðis at landið verður beinleiðis eigari av ognarlutinum í P/F BankNordik.
Landsstýrið hevur ikki endaliga viðgjørt og tikið støðu til spurningin, um ognarluturin í bankanum
síðani skal seljast. Í tí sambandi er neyðugt at lýsa fleiri tættir, fyrst og fremst hvønn týdning tað
hevur, um landið eigur í bankanum, og síðani at greina, hvussu útlitini eru fyri at fáa rætta prísin,
hvussu sølan skal fara fram o.s.fr.
Tinganes, 18. september 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
013.20 Spurningur til J. Niclasen fra H. Old - Bank Nordik.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Henrik Old nr. 13/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi Bank Nordik, settur landsstýrismanninum við fíggjarmálum,
Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu stórt vinningsbýti hevur landskassin fingið úr BankNordik samanlagt síðan 2010?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at selja almenna ognarlutin í BankNordik, og um so er
nær?
Viðmerkingar
Samgongan hevur gjørt greitt, at tað liggur frammarlaga í ætlanunum at einskilja almenn partafeløg.
Í hesum sambandi hevur talan m.a. verið um at selja almenna ognarlutin í BankNordik. Um støða
skal takast til, um hetta er skilagott, er neyðugt við upplýsingum um, hvussu stórt vinningsbýtið úr
felagnum hevur verið seinastu árini. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 8. september 2020
Henrik Old

-- 1 of 1 --