← Løgtingsmál

52-013/2020

Endurvenjingartilboð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
015.20 Svar fra K. L. H. Johannesen til H. Mortensen - endurvenjingartilbod.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. september 2020
HMR J. nr. 20/00767-6
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 15/2020 eftir § 52a í tingskipanini um endurvenjingartilboð frá Heðini
Mortensen, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Er tað rætt, at nýggi H-bygningurin ikki inniheldur heitvatnshyl til ergo- og
fysioterapideildina?
2. Um so er, ber tað til at fáa heitvatnshylin inn aftur í verkætlanina?
3. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at betra umstøðurnar hjá verandi hyli?
4. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til rakstur av verandi heitvatnshyli, so
tilboðið er opið allar yrkadagar?
5. Kunnu pínusjúklingar vænta, at betri ella fleiri heitvatnsviðgerðir verða partur av nýggju
endurvenjingartilboðunum í sjúkrahúsverkinum, sum eru í umbúna?
Svar:
Til spurning 1
Ja, tað er rætt, at heittvatnshylur ikki er partur av nýggja H-bygninginum.
Til spurning 2
Verkætlanin at byggja nýggja H-bygningin er komin væl áleiðis, og avgjørt er, hvat fermetrarnir skulu
brúkast til. Tað er tí hvørki fígging ella pláss fyri einum heittvatnshyli í H-bygninginum.
Verandi heittvatnshylur á Landssjúkrahúsinum varð tikin í nýtslu aftur í 2018, eftir at hann varð
umvældur.
Til spurning 3
Heittvatnshylurin á Landssjúkrahúsinum er lítil. Hann varð umvældur í 2017, og maskinaríið er nýtt
og dagført, og allar trygdar- og umhvørvistreytir verða loknar. Ergo- og fysioterapiin brúka hylin til
venjingar við bæði einstaklingum og bólkum við trimum sjúklingum í senn. Venjing við bólkum er
tvær ferð um vikuna í 6 vikur – í alt 12 ferð. Higartil í ár hava 28 sjúklingar fingið samanlagt 198
viðgerðir í 132 venjingartímum. Tá talan er um at veita einstøkum sjúklingum serviðgerð, er tað ein
fyrimunur, at hylurin hevur ta stødd, sum hann hevur, men til bólkar er hann lítil.

-- 1 of 3 --

Í verandi støðu er eingin ítøkilig ætlan um at broyta umstøðurnar.
Til spurning 4
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur á fíggjarlógini fyri 2020 sett eina serstaka játtan av til at
menna endurvenjingina í Sjúkrahúsverkinum.
Í samráð við Sjúkrahúsverkið og við øktari starvsfólkaorku verða m.a. hesi endurvenjingartilboðini
ment í heyst:
• Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við
Landssjúkrahúsið
• Eitt skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi
• Skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum
• Menna eitt endurvenjingartilboð til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og
krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi
• Eitt samskipað tilboð um talupedagogiskan stuðul til sjúklingar við apopleksi í
Sjúkrahúsverkinum
Tað var ikki rúm innan fíggjarkarmin til eisini at fáa fleiri starvsfólk til heittvatnshylin.
Landsstýrismaðurin vil, at endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum eisini skal raðfestast fíggjarliga
komandi árini. Landsstýrismaðurin fer í hesum sambandi og í samráði við Sjúkrahúsverkið at fáa lýst,
hvussu játtanin kann verða nýtt soleiðis, at hon kemur flest sjúklingum best til gagns. Í hesum
sambandi kann eisini verða viðgjørt, hvørt nýtslan av heittvatnshylinum fer at verða partur av hesi
raðfesting.
Til spurning 5
Sum omanfyri nevnt, setti landsstýrismaðurin á fíggjarlógina í ár eina serstaka játtan til at menna
endurvenjingartilboðini í Sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi vórðu sjúkrahúsini biðin um at koma
við einum samlaðum og samskipaðum tilmæli um, hvussu 2 mió. kr. í játtan kundu gera mest gagn.
Landsstýrismaðurin heldur tað hava týdning at betra líkindini fyri, at fólk, sum orsakað av sjúku ella
skaða hava verið fyri førleikamissi, kunnu endurvinna mistu førleikarnar ella í øðrum lagi kunnu
endurvinna funktiónsevnini soleiðis, at tey í størst møguligan mun gerast sjálvhjálpin og - um talan
er um fólk í arbeiðsvirknum aldri - fáa arbeiðsførleikan aftur. Endamálið er at tryggja, at borgarar fáa
hóskandi og nøktandi tilboð um endurvenjing, so skjótt sum tørvurin er staðfestur.
Í Sjúkrahúsverkinum er fyri nøkrum árum síðani serligt tilboð fyri pínusjúklingar staðsett á Suðuroyar
sjúkrahúsi, eins og endurvenjingin til parkinsonsjúklingar nú verður ment enn meiri á sjúkrahúsinum.
Á Suðuroyar sjúkrahúsi er ein góður heittvatnshylur, ið verður nógv brúktur. Endurvenjingin til
giktasjúklingar verður eisini styrkt innan nýggja endurvenjingartilboðið í Sjúkrahúsverkinum.
Klaksvíkar sjúkrahús verður m.a. nýtt til hetta endamál, sum hevur ein góðan og størri heittvatnshyl
til endamálið, og sum verður nógv brúktur.

-- 2 of 3 --

Heilsumálaráðið, 15. september 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
015.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen fra H. Mortensen - endurvenjingartilbod.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen Nr. 15/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um endurvenjingartilboð, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj
Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Er tað rætt, at nýggi H-bygningurin ikki inniheldur heitvatnshyl til ergo- og fysioterapideildina?
2. Um so er, ber tað til at fáa heitvatnshylin inn aftur í verkætlanina?
3. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at betra umstøðurnar hjá verandi hyli?
4. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til rakstur av verandi heitvatnshyli, so
tilboðið er opið allar yrkadagar?
5. Kunnu pínusjúklingar vænta, at betri ella fleiri heitvatnsviðgerðir verða partur av nýggju
endurvenjingartilboðunum í sjúkrahúsverkinum, sum eru í umbúna?
Viðmerkingar:
Eitt væl kent tilboð innan endurvenjing og pínulinnan er viðgerð í heitvatnshyli. Landssjúkrahúsið
hevur í dag ein eldri heitvatnshyl, sum er lítil, og umstøðurnar rundan um eru ótíðarhóskandi. Tað
eru nógv, sum hava tørv á regluligum viðgerðum, men játtan er ikki til at hava hylin í brúk allar
dagar í vikuni. Nú nýggjur sjúkrahúsbygningur er á veg, er tað áhugavert at spyrja, um ætlanin er at
betra umstøðurnar fyri viðgerð í heitvatnshyli.
Sambært tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum verða fleiri nýggj endurvenjingartilboð sett á stovn
innan sjúkrahúsverkið í heyst. Landsstýrismaðurin boðar frá, at hann arbeiðir fyri at fáa játtan til
enn fleiri endurvenjingartilboð í 2021.1 Fyri at fáa greiðu á, um pínusjúklingar kunnu vænta sær
nýggjan heitvatnshyl ella betri/fleiri heitvatnsviðgerðir sum part av nýggju
endurvenjingartilboðunum, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 3. septembur 2020
Heðin Mortensen
1 https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/landsstyrismadurin-setur-ferd-a-endurvenjing/

-- 1 of 1 --