52-012/2020
Íløgujáttan til ítróttarháskúlan í Vági
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. sep. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
012.20 Svar fra J. av Rana til S. Stenberg- ilogujattan til Itrottarskulan i Vagi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 3-5 100 Tórshavn Dagfesting: 11. september 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-76 Svar upp á fyrispurning nr. 12/2020 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um íløgujáttan til Ítróttaháskúlan í Vági, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er ætlanin at játta 3 mió. kr. í íløgupeningi til Ítróttaháskúlan, soleiðis at skúlin fær nøktandi hølisumstøður, og møguleika at taka fleiri næmingar inn? 2. Um ja, nær er ætlanin at játta peningin? 3. Er samskifti millum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Ítróttaháskúlan um nýggja skúlabygningin? Svar Til 1: Umboð fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy hava vent sær til Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri at fáa gongd á aftur verkætlanina at gera ætlaða skúlabygningin. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur í hesum sambandi sett ætlaðu heimildarlógina fyri at veita stuðul til verkætlanina á løglistan í heyst. Undir viðgerðini, sum hevur verið av verkætlanini, hevur Landsverk víst á nøkur viðurskifti við eitt nú kostnaðarmetingini og ætlaðu staðsetingini. Neyðugt er at viðgera hesi viðurskifti nærri, áðrenn endalig støða verður tikin til, um peningur skal játtast til hesa verkætlan. Til 2: Øllum er greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur tørv á betri hølisumstøðum, og er tað eisini ynski hjá landsstýrismanninum at tryggja hesum. Í løtuni ber ikki til at siga, nær peningur verður játtaður, tí sum nevnt verða nærri útgreinandi kanningar gjørdar. Til 3: Ja, samskifti er við umboð fyri Ítróttaháskúlan um ætlanina at keypa og umbyggja eini eldri hús, Vaskiskúrin á Gørðunum í Vági. Kontrast hevur gjørt uppskot um umbygging og innrætting, og byggikøn frá Landsverki gera sum nevnt neyðugar kanningar av verkætlanini. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
012.20 Spurningur til J. av Rana fra S. Stenberg- ilogujattan til Itrottarskulan i Vagi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg Nr. 12/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um íløgujáttan til Ítróttaháskúlan í Vági, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a) 1. Er ætlanin at játta 3 mió. kr. í íløgupeningi til Ítróttaháskúlan, soleiðis at skúlin fær nøktandi hølisumstøður, og møguleika at taka fleiri næmingar inn? 2. Um ja, nær er ætlanin at játta peningin? 3. Er samskifti millum uttanríkis- og mentamálaráðið og Ítróttaháskúlan um nýggja skúlabygningin? Viðmerkingar: Ítróttaháskúlin hevur frá fyrsta degi verið ein sólskinssøga. Nógvir ungdómar bæði úr Føroyum og úr útlondum hava luttikið á skúlaskeiðunum, og ein røð av spennandi og mennandi størvum eru skapt. Umframt góðu upplivingarnar, næmingarnar fáa, kemur jaliga ávirkanin, skúlin hevur á nærumhvørvi. Seinni í ár stendur eftir ætlan eitt nýtt næmingaheim klárt. Hetta gevur grundarlag fyri at taka enn fleiri næmingar inn, umframt at skúlin hevur nógvar umsóknir. Nú næmingaheimið er við at vera klárt er tíðin búgvin til at fara í gongd við verkætlanina um at byggja/umbyggja hóskandi skúlahølir til virksemið. Sum er hevur skúlin ikki egin hølir, men húsast í Stóra Pakkhúsi. Sum skilst er lagt upp til, at Ítróttaháskúlin somuleiðis skal útvega 3 mió. kr. til skúlabygningin. Mín fatan er, at hesin partur av ætlanini er klárur. Til skúlaskeiðið á vári 2021 er næmingaheim tøkt umframt nokk av umsøkjarum. Avbjóðingin tá verður skúlahølini. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin. Á Løgtingi, 2. september 2020 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --